Hvønn dag
Lufta út tríggjar ferðir um dagin. Lat fleiri vindeygu væl upp soleiðis, at inniluftin verður skift út við reina, fríska luft. Lufta út í 5-10 minuttir hvørja ferð.
Lufta eisini út, tá...
Tá tú vaskar gólv
Vatnið, ið tú brúkar til at vaska gólvið við, dampar burtur og fyllir inniluftina við vætu. Fá vætuna burtur við at lufta út.
Tá tú hevur verið í bað
Heiti dampurin frá baðnum søkir kulda. Tí legst døgg á vindeyguni eftir eitt heitt bað. Halt vátu luftina inni á baðirúminum við at lata hurðina aftur og lufta síðani væl út.
Livandi ljós
Lufta væl út, eftir at tú hevur hugnað um við stearinljósum. Stearinljós lata smáar bitlar út í luftina, og hesir eru ósunnir fyri lunguni.
Stákan í køkinum
Undir matgerð gerst inniluftin slavin. Her kanst tú lufta vanligt út ella tendra eymhettuna.
Ikki gloppa vindeygað
Gýsandi, kalda luftin frá einum gloppaðum vindeyga kølir rúmið, veggir og allar yvirflatur, og hetta kann føra til døgg og í síðsta enda fuktskaðar. Lufta heldur vanligt út, enn at seta vindeygað á glopp ein heilan dag.