Hesi fimm triksini gera tín køk meiri ‘Instaworthy’
Býlið

Hesi fimm triksini gera tín køk meiri ‘Instaworthy’

Ert tú troytt av at suffa og puffa, tá tú lyftir eyguni av telefonini og fært eyga á tín egna køk, sum líkist einum hurlivasa í mun til dreymakøkarnar á Instagram? Her eru fimm triks til ein meira 'instaworthy' køk.
Eftir: Greinin er eitt samstarv millum redaktiónina á Kvinnu, sum sjálvstøðugt hevur gjørt greinina, og Mariu Poulsen Búnýti, har tú finnur allar vørur, sum eru nevndar ella vístar á myndunum. 03.02.2020

#1: Rudda upp!
Um tú vilt hava ein instaworthy køk, so er fyrsta stigið at sleppa tær av við alt óneyðugt órudd í køkinum. Bunkar av gomlum avísum og brøvum hoyra ikki heima í einum instaworthy køki og lat ikki ting savna seg á borðplátuni ella uppi á køksskápunum. Eitt gott triks at sleppa av við óneyðugt órudd, er at lata sum um, at tú ert ein gestur í húsinum; eygleið tín køk, sum tú eygleiðir aðrar køkar – hvat skurrar og hvat óruddar. Fá tað goymt burtur!

#2: Vís tíni vøkru køksamboð fram!
Fram á borðið við KitchenAid maskinuni og savna vøkru træsleivirnar í eina leirkrukku á borðinum. Vit eiga allar nøkur sett av Victorinox – friður verði við tí – men vís endiliga ikki hesar fram;-)

#3: Burtur við plastinum!
Næstan alt plast skurrar fyri tíðina. Tú finnir ongar limegrønar uppvaskibustir úr plasti á Instagram, og er tað ein instaworthy køk, tú vilt hava, so er tað ein instaworthy køk, tú skalt skapa: Tak eina rundu í køkinum og kanna, hvat tú kanst skifta út. Nýggja merki Iris Hantverk, sum fæst hjá Mariu Poulsen Búnýti í Havn ger vøkur gerandisamboð úr bambus og burðardyggum træi. Skiftir tú til dømis tín plast feiubakka út við ein vakran bambus feiubakka, so kanst tú faktiskt hanga hann fram á ein vakran knaka í køkinum, og so hevur tú knappliga ein vakran lut, sum tú errin kanst sýna fram á Instagram – í mun til ein ljótan feiubakka úr plasti, sum tú skalt goyma langt undir vaskinum.

#4: Penir lappar og viskustykki!
Sjálvt tann flottasti køkurin kann oyðileggjast av einum skríggjandi ljósareyðum mikrofibur lappa hangandi á køkskrananum. Skift allar ljótar lappar og ljót viskustykki út við penari versiónir – so verða tínir brúkslutir knappliga prýðislutir, og tað júst ta kotuna, tú skalt knekka, um tú vilt hava ein instaworthy køk.

#5: Pynta!
Hóast køkurin skal vera bæði funktionellur og reinligur, so er tað ein útbreidd misskiljing, at køkurin skal vera púra sterilur. Hav frísk blomstir, eina flotta plantu og stearinljós í køkinum. Tað ger ALLAN munin, at tú líka syrgir fyri at seta tín egna persónliga dám á køkin, tá tú hevur ruddað út. List á veggjunum og skulpturar á hillunum kunnu eisini vera við til at geva rúminum tað síðsta eyka lyftið.




Viðkomandi greinar