Kaga inn í lekkru, flálgu og stíltryggu húsini hjá Duritu og Finn Joensen
Oman fyri Glyvra skúla, á Dalavegi, standa eini hús í einari hædd við flagtaki, sprossavindeygum, grótlaðing, svørtum klædningi og bláum hurðum. At síggja til uttanífrá - eini nøkur hundrað ára gomul, siðbundin føroysk hús. Men hesi húsini eru als ikki so gomul, sum tú kundi hildið. Tey vórðu bygd í 1964 í gomlum føroyskum stíli, og í dag búgva Durita og Finn Joensen í húsunum, sum abbi Duritu teknaði, og foreldrini lótu byggja