Hygg við tøkk aftureftir, við vón frameftir, við kærleika til síðuna og við trúgv uppeftir
Býlið
Hygg við tøkk aftureftir, við vón frameftir, við kærleika til síðuna og við trúgv uppeftir
Soleiðis stóð skrivað við spegilin í rúminum, har Finngerð fekk kemoviðgerð, og hasi orðini fylgdu henni í sjúkugongdini. Bæði tá hon hevur havt mót - og viðvind, sigur 66 ára gamla Finngerð Mikkelsen, ið hevur havt krabba tætt at sær í lívinum í 18 ár. Sjálv fekk hon bróstkrabba í 2006, og 10 ár seinni, sama dag hon var til allarseinastu kanningina, fekk maður hennara, Lars, staðfest hálskrabba
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Tróndur Dalsgarð 03.10.2024

Minnist tú løtuna, tú fekststaðfest krabba?
Í januar 2006 føldi eg eitt kýli á bróstinum. Eg gekk við hesum í tríggjar mánaðir, áðrenn eg segði tað við mannin. Tað vóru øll møgulig onnur viðurskifti í familjuni, sum gjørdu, at eg ikki ringdi til læknan fyrr enn fýra mánaðir eftir tað. Sonurin skuldi upp til próvtøku, eldra dóttirin var á málskúla í Spania, tvíburarnir róðu kapp, mamma fylti 70,og vit skuldu í summarhús á Viðareiði... Ótilvitað útsetti eg og vildi uppliva hesar løturnar, tí eg ivaðist als ikki í, at eg hevði krabba – samstundis helt eg ongantíð, at eg fór at doyggja. Stutta løtu eftir, at eg hevði verið hjá lækna, ringdi telefonin. Tey vildu hava meg tilmammografi dagin eftir. Tá eg eftir mammografiina fekk at vita, at eg skuldi til ultraljóðskanning, var eg ikki í iva í, at eg hevði krabba. Stutt eftir hetta fóru eg og genturnar á útsølu. Tá vit høvdu hugt at klæðum eina løtu, vildu tær knappliga út úr handlinum. Tá eg spurdi hví, søgdu tær, at øll hugdu so – sum tóku tey synd í mær. Tað var, sum øll rundan um meg vistu, at eg hevði krabba. Eg visti tað bara ikki við vissu sjálv. Og tað harmar meg ómetaliga nógv, at eg ongantíð fekk staðfest bróstkrabba á Landssjúkrahúsinum. Eg fekk bara at vita, at talan var um kyknubroytingar, og at eg tí skuldi undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum. Meir kunning fekk eg ikki um støðuna, hóast eg spurdi fleiri ferðir. Eg varð síðani send niður, men tá hevði eg ikki flogið í mong, mong ár, og eg tordi snøgt sagt ikki á flog. Eg var so øgiliga bangin, og eg visti ikki míni livandi ráð. Læknarnir royndu at ugga meg við, at maðurin jú fór niður saman við mær, men einki hjálpti. Eg fekk síðan útskrivað sissandi heilivág frá kommunulæknanum, men tá eg sá, at talan var um valium-tablettir, noktaði eg at taka heilivágin, tí tað tyktist í so ógvusligt. Ístaðin beit eg flogtúrin í meg, hóast eg var bebbarødd. Tá eg so var komin á Ríkissjúkrahúsið, varð eg kannað av nýggjum. Læknin segði, at knykilin var hálvanannan sentimetur stórur, og tí var tað gott, at eg hevði stóra bringu. So kundu tey bara taka knykilin og ikki alt bróstið. Eg minnist, hvussu eg hvakk við og spurdi eitt sindur ógvusliga, um eg hevði krabba: – Ja! Veitst tú ikki tað? Spurdi hann illa við av míni reaktión. Tað hevði eg ikki fingið at vita, og hann hevði jú ikki fyrireikað seg til at geva mær tey boðini, sum eg longu átti at havt fingið.

Finngerð Mikkelsener 66 ár, býr í vági og er mamma at fýra børnum. Hon fekk bróstkrabba í 2006

 

Hvørjir tankar fyltu mest hjá tær?
Vit ringdu heim og søgdu børnunum, at eg hevði fingið bróstkrabba. Eg hugsaði nógv um børnini og stúrdi um yngstu døturnar, sum tá bert vóru 12 ár. Í journalini hjá mær stóð, at talan var um aggressivan krabba, men tað søgdu læknarnir mær ongantíð. Áðrenn eg varð løgd undir skurð, fekk eg at vita, at eg skuldi hava kemo-og stráluviðgerð eftir skurðin. Eg minnist, at eg hugsaði nógv um, hvussu langa tíð eg fór at vera Danmark, og hetta við, at jólini óivað fóru framvið, áðrenn eg slapp heim aftur. Men eg fekk síðani at vita, at eg skuldi til Føroya aftur eftir skurðviðgerðina og fáa kemoviðgerðina heima í Føroyum. Tað hevði eg tað ikki gott við, tí hóast eg vildi heim aftur, so hevði eg mist nakað av álitinum á føroyska sjúkrahúsverkið, av tí at kunningin og samskiftið undir tilgongdini hevði verið so vánaligt. 

 

 

Hvussu var reaktiónin hjá teimum, sum standa tær nær?
Eg havi altíð havt ta áskoðan, at tað er ein meining við lívinum, og vit doyggja øll, tá tíðin hjá okkum er uppi. Tí var eg ikki bangin fyri, at eg skuldi farið, tí eg fari, tá eg eigi at fara. Men ótilvitað havi eg kortini onkursvegna fyrireikað meg, skuldi tað ringasta hent. Eftir at eg fekk staðfest bróstkrabba, skrivaði eg manninum eitt bræv, har eg millum annað skrivaði eina lýsing av persónligheitunum hjá gentunum, hvussu hann skuldi taka sær av teimum og ymiskt annað - bæði kensluligt og praktiskt. Hetta havi eg ongantíð sagt teimum. Vit hava øll vitað, at sjúkan hevur verið álvarsom, men tað er torført at rúma slíkum álvarsemi alla tíðina, og tí hava vit eisini flent nógv at tí. Einferð hugdu vit at eini sjónvarpssending, har bróstkrabbasjúklingar fingu flutt feitt á búkinum í bróstini, og vit flentu nógv, meðan vit tosaðu um, hvussu gott tað hevði verið at fingið gjørt. Eg minnist tó væl, at eingin segði mær ímóti hesa tíðina, og eg gjørdi og segði júst tað, eg vildi, uttan mótspæl. Tað helt eg sjálv vera rættiliga irriterandi.

 

 

Hvussu var viðgerðin og tíðin, tú vart í viðgerð?
Eftir skurðin varð eg send heim. Læknin á Ríkissjúkrahúsinum ringdi á Landssjúkrahúsið og greiddi teimum frá, hvat mær feilti. Eg fekk eisini boð um at rykkja tey eftir viðgerðunum, um eg ikki fekk innkallingar rættstundis, tí tað var altumráðandi, at eg fekk tær kemo-viðgerðirnar, eg hevði tørv á. Tað kendist, sum var eg í eini skipan, og eg gjørdi akkurát, sum eg fekk boð um. Tað kendist automatiskt. Tilsamans fekk eg sjey viðgerðir við trimum vikum ímillum. Tað var ómetaliga strævið at fara umborð á Smyril eftir viðgerðirnar og síðani merkja, at eg bleiv illa fyri umborð. Eg sat fleiri ferðir og spýði á veg suður, og einferð fekk eg eina viðmerking um, at eg nokk hevði havt tað ov stuttligt í býnum. Men samanumtikið helt eg sjálv, at eg kláraði tað ordiliga væl, hóast familjan helt, at eg var illa fyri og ússalig. Øll børnini hava verið við mær til kemo-viðgerð, so tey vita, hvat tað er. Vit hava eisini tosað opið um krabba og tilgongdina við børnini alla tíðina, og tí haldi eg, at tey hava verið rólig og skiljandi í øllum. Í novembur mánaði byrjaði eg at missa hárið, og so ein dagin, tá tvíburarnir komu úr skúla, rakaðu tær hárið av fyri meg. Hóast eg eri frisørur, var eg als ikki kedd av at missa hárið, tí eg var so troytt undir viðgerðini, at tað var nógv lættari við ongum hári. Undir viðgerðini misti eg nógva orku. Eg orkaði væl at ganga, áðrenn eg varð sjúk, men ta tíðina orkaði eg lítið og einki. Eg minnist, at eg fór ein túr runt fótbóltsvøllin, og eg kláraði eina hálva ferð runt, men mátti so heim í song. Men eg kom meg spakuliga, og tvey ár seinni kláraði eg 10 ferðir runt. Tá kemo-viðgerðin var av í februar í 2007–meir enn eitt ár eftir, at eg fyrstu ferð uppdagaði knykilin – fekk eg boð um, at eg skuldi niður aftur á Ríkissjúkrahúsið til geislaviðgerð við tað sama. Vit høvdu tó silvurbrúdleyp í apríl mánaði hetta sama árið, og eg vildi so fegin hátíðarhalda dagin saman við mínum kæru, áðrenn eg fór í geislaviðgerð. Hóast tað varð mær frámælt, fóru vit øll í summarhús í Danmark og hátíðarhildu brúdleypið, og so fór eg niður aftur í viðgerð á páskum og komi kki aftur til Føroya fyrr enn í juni.

Tá ið geislaviðgerðin var av, gekk eg annaðhvørt til kanningar og samrøður hálva hvørt ár í tíggju ár. Einu ferðina, eg kom til kanningar, var tað kavi, og eg var í gulum gummistivlum. Tá hevði eg roynt hetta so mikið ofta, at læknin bað meg bara leggja meg á briksina, sum eg var. Eg flenni so ofta, tá eg hugsi um hesa støðuna, og um hvussu komiskt tað man hava sæð út, tá eg lá har á briksini uttan blusu ella brósthaldarar og í gulum gummistivlum.

Tað vóru fleiri komiskar støður, men álvaratos, tú venur teg við at lata læknar og fakfólk síggja teg nakna, tá tú verður kannað so ofta.

 

 

Hvat var tað truplasta hesa tíðina?
Tað hevur verið ómetaliga hart at stríðst við hjá- og seinárinini av viðgerðunum. Eg havi nógva pínu í bróstunum, tí har enn sita stiftir í, ið vórðu nýttar til strálurnar. Pínan kemur knappliga, og hon er ógvuslig. Eingin lækni vil taka stiftirnar úr, tí har er nógvur arrvevnaður. So havi eg eisini ilt í fingrunum og í hondunum. Men tað truplasta hevur verið tað, at eg ikki fekk staðfest krabban við tað sama í Føroyum, men mátti bíða, til danski læknin segði tað uttan fyrilit, tí hann væntaði, at eg visti tað. Tað, haldi eg, er ein stórur samskiftis- og kunningartrupulleiki í føroyska heilsuverkinum. 

 

 

Áðrenn eg fekk krabba, hugsaði eg ikki eins nógv um tilveruna, sum eg geri nú. Tíðina eftirkrabban havi merkt ein hug og framfýsni til at takaviðavbjóðingum og nýggjum upplivingum

 

Hvat vart tú tikin á bóli av?
Maður mín, Lars, hevur siglt úti, men hvørja ferð hann var heima, kom hann við mær til hesar kanningarnar hálva hvørt ár øll 10 árini. Men tá mín seinasta kanning nærkaðist, byrjaði hann at gerast hásur. Vit fóru til lækna, og hann varð sendur til nærri kanningar. Eg skuldi til mína allarseinastu kanning 12.desember í 2016, og vit fingu lagt tað soleiðis til rættis, at Lars kundi fara til hálslæknan sama dag. Vit fóru til mína kanning fyrst á G3. Síðani fóru vit í lyftuna, gjøgnum forhøllina og upp til oyrna-, nasa- og hálsdeildina á B4. Har var ein eldri danskur lækni, sum hugdi niður í hálsin á Lars og segði við tað sama, at hann hevði krabba. 19. desembur sótu vit í flogfarinum til Danmarkar. Hetta hevði eg roynt fyrr, so eg væntaði, at vit fóru niður at gera formarnar til geislaviðgerðina, heim aftur at halda jól og so niður aftur til viðgerðina. Men vit komu ikki heim aftur fyrr enn í mars 2017. Lars toldi illa viðgerðina og fekk illa etið. Í august í 2019 vóru vit aftur til kanningar, tí Lars aftur var hásur. Vit vórðu ikki tikin í álvara, og læknin bað okkum koma aftur eitt hálvt ár seinni. Men hann varð verri og verri fyri, og tíbetur sluppu vit framat í novembur. Tá var tað so galið, at vit vórðu send beint niður, har Lars fekk skurðviðgerð - heil laryngektomi - og hann hevur nú ein ventil inni í hálsinum. Hann fær bert tosað, tá hann trýstir á filtrið. Í dag er hann tongdur at útgerðini, sum ofta svíkir, og tá tað hendir, má hann til Havnar at skifta ventilin.

 

 

Er lívið broytt eftir krabban?
Áðrenn eg fekk krabba, hugsaði eg ikki eins nógv um tilveruna, sum eg geri nú. Tíðina eftir krabban havi eg merkt ein hug og framfýsni til at taka við avbjóðingum og nýggjum upplivingum. Vit hava til dømis gingið til fólkadans saman við gentunum, eg havi verið fleiri fjallatúrar, og so havi eg eisini vitjað Lítlu Dímun, Stóru Dímun, Skúvoy, Nólsoy og Heyst. Í dag geri eg nógv av tí, sum eg havi hug til, uttan at ivast, sum eg ofta gjørdi fyrr.

 

 

Hvørji orð hevur tú til kvinnuna, ið júst hevur fingið staðfest bróstkrabba?
Á speglinum í rúminum, har eg fekk kemoina á Landssjúkrahúsinum, stóð: “Hygg við tøkk aftureftir, við vón framreftir, við kærleika til síðuna og við trúgv uppeftir.” Hatta sigur alt uttan at siga ov nógv, haldi eg. Eg havi eisini brúkt Krabbameinsfelagið ómetaliga nógv. Tað er tó umráðandi at vita, at tey ikki seta seg í samband við teg, men at tú mást seta teg í samband við tey. Eg havi verið til allar tær hugnaløturnar, eg havi kunnað farið til, og eg havi knýtt nógv vina- og kenningabond har. Tú fært góða viðgerð, og ofta eru útlitini góð – og stuðulin er eisini dyggur. Minst eisini til, at hóast orðið krabbi er eitt óhugnaligt orð, merkir tað ikki neyðturviliga, at tú hevur fingið ein deyðsdóm. Bæði eg og Lars eru enn her.




Viðkomandi greinar