
Heima hjá Turið Thomsen í Havn er stílurin reinur, róligur og klassiskur við ljósum litum og litbrøgdum. Hóast henni dámar væl at fylgja við móta og rákum, er hon rættiliga vís í sínum egna stíli og keypir helst bert góðskulutir, sum halda - bæði í stíli og dygd. Húsini eru eini tvíhús á 165 kvm í tveimum hæddum.
Hvussu kanst tú lýsa tykkara heim?
– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit hava eitt heim, sum vit trívast í sum familja, og at vit øll føla, at vit hava okkara egna rúm og felagsrúm, har øll fáa verið. Til dømis gangi eg høgt uppí, at børnini fáa spílað seg út, hálað leikurnar oman í stovuna og fáa pláss til sítt spæl, sleppa at vera allastaðni og skapa síni minni her heima. Heimið hjá okkum er róligt og fjálgt og er jú tað besta, vit hjá okkum koma heim til eftir ein virknan gerandisdag. Húsini eru eitt sindur norsk ella skandinavisk. Eitt sindur smáttu-kend ella so. Loftini eru úr træi, og tey vórðu málað hvít, tá vit keyptu húsini. Tey eru innrættað við einum klassiskum stíli, har natúrligu litirnir eru at síggja og ganga aftur í øllum húsinum.
Fakta
Turið Thomsen starvast sum stjórnarskrivari hjá RD group. Hon livir saman við sjeikinum, Brian Jakobsen, og saman eiga tey børnini, Lýdiu Briansdóttir og Levi Briansson.
Hvat skapar eitt gott heim?
– Eitt gott og trygt heim er innrættað við innbúgvi, sum passar til júst tín persónliga stíl, soleiðis at tú og tíni trívast í heiminum. Eg haldi, at tað er karmurin um innrættingina hjá okkum, og síðan sambinda leikur hjá børnunum og lutir, vit annars nýta, alt saman, soleiðis at tað verður hugnaligt og persónligt og rúm fyri øllum, sum búgva har.
Hví valdu tit júst hesi húsini?
– Vit búgva í einum tvíhúsum í einum barnavinaligum umhvørvi, har skúli og matvøruhandlar eru tætt við, men vit eru kortini ikki langt burturi frá miðbýnum.
Vit elskaðu staðsetingina, og vit ynsktu okkum eini hús, sum vóru í góðum standi, men sum vit eisini kundu fara undir at gera umvælingar í, um vit vildu tað. Hesi húsini passaðu til okkara búskett. Vit hava umvælt nógv inni í húsinum, og var hetta orsøkin til, at vit valdu júst hesi húsini. Vit hava eisini stóran hava og frítt øki rundan um húsini, og har eru nógvir møguleikar at skapa hugna uttanfyri. Tað er eisini tað, eg eri glaðast fyri við júst okkara heimi - staðsetingin og grøna økið rundanum.
Hvussu er tín persónligi stílur, og hvussu kemur hann til sjóndar í innrættingini?
– Eg havi altíð gingið høgt upp í innrætting og móta sum heild. Eg hyggi nógv eftir rákinum og tí, sum er móti... Eg eri tann typan, sum keypir tað nýggjasta, tí mær dámar tað ofta ógvuliga væl. Eg elski eisini at síggja pen heim, flottar samansetingar av møblum og prýðislutum. Eg brúki nógv instagram og pinterest, har eg fái eina rúgvu av íblástri til innrætting. Eg finni sostatt íblástur á sosialu miðlunum, men eg fylgi ikki nøkrum ávísum vanga ella persóni, hóast har eru fleiri vangar, sum mær dámar ávíst í - og so seti eg tað saman til mítt egna. Eg kenni ró innaní, tá eg siti á instagram og síggi, hvussu onnur hava innrættað sítt heim. Eisini dámar mær sera væl at hyggja eftir, hvussu tú dekkar eitt borð við lekkrum rættum afturvið. Mær dámar bara væl at síggja, hvussu pent tað kann gerast.
– Eg fylgi ikki teimum, sum innrætta við litum, tí eg havi funnið útav, at tað eru teir natúrligu litirnir, ið mær dámar væl. Havi onkuntíð roynt at koyrt onkran lit inn í heimið - men nei, eg fari altíð aftur til hitt. Eg eri rættiliga vís í mínum stíli og skifti kanska smálutir út viðhvørt, men heildin broytist ikki. Stílurin heima er rættiliga reinur, róligur og klassiskur við jarðlitum, hvítum og svørtum. Soleiðis trívist eg best. Møblar og stór ting skulu helst vera rættiliga klassisk, so tey ikki fara av móta við tíðini. Tí dámar mær eisini væl at keypa góðskumøblar og -lutir til heimið so við og við. Hetta eru jú lutir, tú altíð kanst taka við tær og ikki skiftir út.
Hvussu nýta tit uttanduraøkið?
– Vit hava eitt stórt uttanduraøki við reiggjum, sandkassa, trampolin til børnini og stórt grasøki. Vit hava eisini ætlanir at gera okkum eina terrassu út frá stovuni í summar og eitt úthús, sum vit kunnu brúka til hugnaligar løtur, serliga um summarið. Og so er eisini eitt stórt fríøki kring húsini, og ganga vit fimm minuttir, koma vit til eina á við dunnum. Tað dámar mær ordiliga væl, tí tú kennir teg nærri náttúruni, hóast tú ert í Havn.