
Loyndarmálið handan perfekta myndaveggin
Her fært tú tær tríggir gyltu leiðbeiningarnar um mátini, so tú kanst heingja myndirnar rætt upp.
1. Tann perfekta frástøðan frá gólvi til niðastu myndina er millum 145 – 152 sentimetrar.
2. Tann perfekta frástøðan millum myndirnar er millum 8 – 15 sentimetrar.
3. Tann perfekta frástøðan frá toppinum av einum møbli til botnin á myndini er millum 15 – 20 sentimetrar.
VEL RØTTU MYNDIRNAR
Tá tú skalt velja myndir til tín myndavegg, er tað eitt mást, at tú hevur eina ætlan við myndunum, áðrenn tit gera hol í veggin.
Tað er gott at hugsa um:
1. Skal myndaveggurin hava eitt ávíst tema – td. bert myndir av plantum ella børnum?
2. Skal myndaveggurin hava eitt ávíst lit-tema, soleiðis at td. blátt gongur aftur í øllum myndunum?3. Skulu rammurnar vera eins ella ymiskar?
PREI! Klipp pappír í júst teimum støddum, sum myndirnar eru, og hong síðan pappírini á veggin við klistribandi; soleiðis fært tú eina mynda av, hvat riggar og ikki, áðrenn tú slært seymir í veggin.