Minnist tú japansku Marie Kondo og væl umtókta ruddi-háttin KonMari-metodina? Tað var hon, sum fyri fáum árum við sjálvhjálparbókini 'The Life-Changing Magic of Tidying Up: The Japanese Art of Decluttering and Organizing' og Netflix røðunum 'Tidying up with Marie Kondo’ og 'Sparking Joy With Marie Kondo' gav fleiri av okkum íblástur til at fara í skuffur og skáp fyri at vita, um pløgg og lutir veittu okkum gleði - og um teir gjørdu, so at leggja saman á heilt serligan og effektivan hátt... men um luturin ikki kveikti gleði, ja, so skuldi hann beinast burtur.
Serliga Netflix-røðin varð vælumtókt, og hesin ruddi-trendurin, ið eisini lovaði at tú við ruddingini gjørdist eitt eydnusamari menniskja, gjørdi serliga um seg fyri tveimum-trimum árum síðani.
Marie Kondo hevur eina serliga ruddi-mannagongd, sum nevnist ‘KonMari metodan’
Í nýggnum webinar, sum Marie Kondo hevur gjørt saman við Washington Post, sigur hon, at ruddi-vanarnir hjá henni er broyttir, síðani hon átti triðja barnið. Nú er óruddiligari heima, men tað er í lagi, tí hon prioriterar tíðina øðrvísi júst nú í hesum lívs-tíðarskeiðinum, greiðir hon frá.
Marie Kondo hevur annars livað av at rudda í mong ár, og tí hevur hon eisini prioriterað at hildið heimið ruddiligt. Tað leggur hon ikki so stóran dent á longur, tí tað er meir umráðandi at njóta tíðina saman við børnunum.
Eftir øllum at døma eru útsagnirnar hjá Kondo falnar í góða jørð millum Kondo-fjepparar á sosialu miðlunum. Fleiri viðmerkja, at útsagnirnar hjá ruddi-guro'ini eru forfrískandi, og tey kenna seg lættað av útsagnini.
Í nýggjastu bókini 'Marie Kondo’s Kurashi at Home: How to Organize Your Space and Achieve Your Ideal Life' sum kom út í november í fjør, kemur hon nærri inn á nýggju áskoðan sína.
- Høvuðsendamálið við at rudda er ikki at minka um tað, tú eigur ella at burturbeina... Høvuðsendamálið er at kveikja dagliga gleði og at liva eitt eydnusamt lív, sigur hon.