Býlið
Marie Kondo: Nýggj røð á Netflix fær fólk at rudda
Ein nýggj trend sæst allastaðni á Instagram og Facebook. Fólk eru byrjað at rudda upp og flokka klæði síni eftir ælabogans litir - tað ger teg lukkuliga, lovar nýggja Netflix stjørnan Marie Kondo
Seinastu dagarnar hevur eitt sjáldsamt rák stungið seg upp á Instagram og Facebook. Japanska Marie Kondo hevur byrjað eina trend og hon snýr seg í stuttum um at rudda upp.
Nýggja røðin ’Tidying up with Marie Kondo’ kom út á Netflix nýggjársaftan og er vorðin ógviliga vælumtókt og nógv umrødd.
Í seriuni lærir tú millum annað, at tú skalt fara í gjøgnum allar lutir í tínum heimi á hendan hátt: Tak lutin í hondina og um tú ikki kennir gleði, tá tú heldur í lutinum - blaka hann so burtur. Gev hann víðari ella lat hann til endurnýtslu.
Í Amerika merkja endurnýtsluhandlarnir hetta rákið á goymslurúmum sínum, sum fyllast alsamt, nú fólk eru bitin av Netflix seriuni og gera eina roynd at gerast lukkuligari menniskju við at fylgja KonMari mannagongdini.
A tiny and terrifiyingly cute woman
Sum ung kendi Marie Kondo á sær eina ávísa gleði, tá hon ruddaði og tá hon var átjan ár livdi hon av at rudda. Hon var byrjað at rudda fyri vinfólk fyri at tjena pengar, meðan hon las og tað vant skjótt uppá seg.
Seinni gjørdist hon ein stjørna í Japan og nú er hon heimskend fyri síni serligu evni at eggja fólki til at rudda. Hon lovar, at vit gerast lukkuligari, hava vit eitt ruddiligt heim. Bókin hjá henni 'The Life-Changing Magic of Tidying Up" gjørdist ein bestsellari og Marie Kondo hevur 1,4 milliónir fylgjarar á Instagram.
“At taka sær væl av sínum tingum førir til at taka sær væl av sær sjálvum”, skrivar Marie Kondo millum annað á Instagram.
Í Netflix røðini ferðast hon runt til amerikanskar familjur og hjálpur teimum at fáa skil á heimið og harvið gerast lukkuligari. Um serliga uppruddingarmannagongdin heldur í longdini, sigur sendirøðin einki um - men kanska er tað vert at royna?