Smart prei: Soleiðis fært tú tulipanur at halda leingi
Tú hevur júst keypt eitt blómutyssi við vøkrum tulipanum, funnið vakrasta vasan fram og sett blómutyssið á borðið, men áðrenn tú veruliga nært at njóta vøkru blómurnar, byrja tær at síggja dovnar út. Tær hanga, og tú keypti tær fyrrapartin, tað er so irriterandi, men soleiðis nýtist ikki at vera.
Tær nýtist bert eina mynt – eina fimm-, tíggju- ella tjúgukrónu, sum skal leggjast í vasan, áðrenn fylt verður við vatni og blómurnar vera settar í. Myntin inniheldur kopar, sum er eitt týðandi føðsluevni í plantum, og tí kann kopar í einari lítlari mynt vera ein stór hjálp hjá tulipanunum í vasanum, so tær ikki dovna alt ov skjótt, men standa stóltar og vakarar í vasanum heima í stovuni.