Snildar, praktiskar og vakrar loysnir í Klaksvík
18 myndir

Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir: Klara Jacobsen 06.03.2024

Tá Anja Gunnarstein og maður hennara, Sigmund, fóru undir at byggja húsini Undir Grashjalla í Klaksvík, var tað umráðandi, at húsini vóru estetiskt vøkur, praktisk og inspirerandi – men tað týdningarmesta var, at tey nøktaðu teirra tørv sum familja, og at tað var rúm fyri teimum at vera barnafamilja við øllum tí, sum tað hevur við sær

Myndir
18 myndir

Kunoyggin loypir næstan hvøkk á teg, tá tú hyggur út gjøgnum stóru gluggarnar í stovuni hjá Anju. Tað er sjálvsamt at uppliva høgu tingnarligu oynna so tætt at einum stovuvindeyga.

Tað eru fleiri nýggj hús Undir Graskjalla í Klaksvík. Húsini hjá Anju, Sigmund og børnunum er eitt teirra.

Anja hevur altíð havt áhuga í at tekna og innrætta, og hon hevur, síðani hon var smágenta, til stuttleika teknað síni egnu hús fleiri ferðir. Og hon gleddi seg, tá tey, saman við arkitekti, settu seg at leggja húsatekningarnar til rættis – soleiðis, at húsini gjørdust bæði persónlig og praktiskt til eina familju við trimum børnum.

Hon er upprunaliga av Viðareiði, so veldiga náttúran úr stovuvindeyganum Undir Graskjalla í Klaksvík kennist trygg og familier.

–Her siti eg ofta við stokkunum og einum kaffikoppi og njóti útsýnið, sigur Anja.

Gongin er stór og ljós. Heili fýra metrar eru frá gólvi til loft. Ljósu veggirnir finna kortini sítt mið í svarta og praktiska marmoleum klikkgólvinum, grønum plantum og einum vøkrum træbeinki.

Í gongini er ein dragihurð inn á eitt vesi, og ein hurð við dupultum glasrúti inn í alrúmið, sum er rúmið, tú ikki sleppur uttanum, líkamikið, hvagar í húsinum leiðin gongur.

Stórbæra kenslan heldur á inni í alrúminum. Her inni eru slitsterku og umhvørvisvinarligu marmoleumsgólvini grá – og tað er júst hendan samansetingin av hvítum, svørtum, gráum og træi sum er gjøgnumgangandi. Kryddað við dempandi og vøkrum jarðlitum á veggunum her og har.

Á innasta vegginum í alrúminum er ein fimm-metrar long køkspláta bæði við vaski og kókiplátu. Køksfrontarnir undir gráu borðplátuni eru svart eik. Hvítu, neutralu høgskápini við ovni og kuldaskápi sært tú ikki í fyrstu atløgu, tí tey eru fjald yvirav borðplátuni inni í køkinum, og tí sært tú ikki køkin beinanvegin, tá tú stendur í alrúminum.

Beint við køksplatuna stendur spísiborðið, sum somuleiðis er úr eiktræi við svartari borðplátu og svørtum stálbeinum.

Anja hevði ynskt sær eitt smalt borð, sum legði upp til, at tey sótu tætt at hvørjum øðrum til bors, men tað vísti seg at vera torført at finna. Hon fann tó hetta snøgga borðið frá Muto, sum fall í smag.

Í alrúminum hanga millum annað hvíttmálað Ivar-skápini frá IKEA, og á vegginum omanfyri er ymsikt nýtt, gamalt og persónligt. Millum annað hongur eitt kort av Íslandi, sum Anja hevur funnið í endurnýtlsu. Ein mynd av einum bison oksa, sum Anja keypti ein rættan føroyskan illveðursdag, tí oksin, sum hann stríddist, minti hana um ruskuttu og hørðu vetrardagarnar. Bátin hevur pápi Sigmund keypt honum úr Norra, tá hann var lítil.

–Tey gangi ikki so høgt upp í merkir og móta, men tey tingini eg keypi, skulu siga mær eitthvørt, tá eg keypi tey, sigur Anja.

–Eg fái íblástur ymsa staðni á netinum, so sum á Instagram ella Pinterest. Eg keypi eisini bløð av og á, og mær dámar væl at lesa um, hvussu onnur velja at innrætta seg. Tað er inspirerandi. Eg verði eisini inspirerað, tá eg vitji fólk, ella tá eg eri úti – hóast eg ikki beinleiðis leiti eftir íblástri, sigur hon.

Tað er eingin ivi í, at her er bæði einfalt og nýtímans, men her er eisini persónligt.

– Tá vit bygdu, dugdi eg ikki at ímynda mær, at eg fór at hava eitt forhold til húsini, tí alt kendist so ópersónligt. Men nú taki eg ofta meg sjálva í at gleðast um, at hetta veruliga eru okkara hús.

– Tað kennist fantastiskt at hava eitt heim, sum hevur karmar, ið passa til okkum,men sum eisini er eitt heim, vit kenna okkum aftur í, greiðir Anja frá.

– Eg spæli eg eitt sindur við litum, soleiðis at alt ikki verður hvítt, men eg felli sjáldan fyri kraftigum litum. Jarð-og náttúrulitir veita ein frið, og svart er altíð pent, heldur hon.

Skalt tú upp á hemsina, mást tú niðan einføldu og vøkru opnu trappuna úr eiktræi og svørtum stali, sum stendur mitt í rúminum. Uppi á hemsini er pláss til barnaspæl, sjónvarp og kontórarbeiði.