So ofta skalt tú vaska tína dýnu
Býlið

So ofta skalt tú vaska tína dýnu

Sveitti, húðkyknur, dust og hár. Seingin er kanska størsta bakteriubumbam í húsinum. Síggj her, hví, hvussu og hvussu ofta tú skalt vaska tína dýnu.
Eftir: Birgith Lassen 13.04.2020

Tú skalt sambært serfrøðingunum vaska løk, dýnuvár og koddavár minst aðru hvørja viku – og oftari, um tú sveittar nógv, ofta hevur sex ella svevur við børnum og kelidjórum.

Og hvør elskar ikki at balla seg í rein seingjarklæði, sum hava hingið úti og fingið tann eyðkenda angan av frískum seingjarklæðum? Hóast rein seingjarklæði hava eina psykologiska og sansaliga ávirkan, er tað týdningarmesta tó, at rein seingjarklæði fyribyrgja ovurviðkvæmi. Og tá er tað ikki nokk at vaska seingjarklæðini aðru hvørja viku – dýnur, koddar og toppmadrassur skulu nevniliga eisini vaskast minst fýra ferðir um árið.

Tí skalt tú vaska á 60°
Bæði dýnur, koddar og øll løk skulu vaskast á 60 hitastigum. Húsdustmottur og soppur doyggja nevniliga ikki, um tú vaskar við lægri hitastigum. Húsdustmottur liva av deyðum húðkyknum og stórtrívast í okkara dýnum. Eftir bara einum ári eru tvær húsdustmottur blivnar til fimm milliónir húsdustmottur. Og sambært Tváttuni, sum er eitt føroyskt reinsarí, so vita tey av egnum royndum, at ein dýna lætnar 10% í vekt, tá hon er vaskað – bara tí motturnar eru deyðar og skolaðar úr.

So um tú vilt minka um vandan fyri ovurviðkvæmi og betra um svøvngóðskuna, so skalt tú vaska tíni seingjarklæði aðru hvørja viku á 60° og fýra ferðir um árið skalt tú vaska tína dýnu, pútur og toppmadrass á 60°.


Keldur: Astma-Allergi Danmark og Tváttur.




Viðkomandi greinar