Soleiðis fært tú orkidéir at trívast
Býlið

Soleiðis fært tú orkidéir at trívast

Orkidéir eru aftur høgt uppi á trendbarometrinum í plantuheiminum. Vit geva tær her góð ráð til at fáa orkidéirnar at trívast og blóma so vakurt.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir: Veitari 10.08.2020

Orkidéir hava seinnu árini ikki verið millum tær mest trendy planturnar, men fleiri plantuserfrøðingar peika á 2020, sum árið har orkidéin aftur fer at prýða í nógvum vindeygakarminum. Tað verður ikki tann vanliga orkidéin, sum vit kenna best í hvítum, lilla ella ljósareyðum litbrigdum, tað verður tær meira serstøku orkidéirnar, har litirnar eru meira pang og formurin eitt sindur øðrvísi - eitt nú tær sum hanga.

Gev orkidéini góðar vakstarumstøður

Orkidéir trívast væl í sól, men ofta hoyrist, at teimum ikki dáma beinleiðis sólarljós, men hetta er skeivt, tær trívast í beinleiðis sól, men mugu ikki standa í alt ov høgum hita.

Tá orkidéin ikki blomstrar longur, so er bert neyðugt at klippa/skera stelkin burtur, um stelkurin følnar, um hann enn er grønur og frískur, so kemur ofta ein nýggj síðugrein við nýggjum blómum.

Um orkidéin ikki fær nýggjar blómur, kann orsøkin vera, at hon stendur ov heitt – tú kanst royna at flyta hana til eitt kaldari stað í húsinum.

Soleiðis vatnar tú tína orkidé

Orkidéir anda gjøgnum røturnar og trívast tí als ikki, um tær standa í vatni alla tíðina. Skal tín orkidé trívast, so er neyðugt, at hon fær ta vætu henni tørvar. Her eru trý góð ráð.

1. Set alla plantuna í eina balju við vatni, sum hevur stovuhita. Tú kanst sjálvandi eisini fylla vaskið við vatni.

2. Lat orkidéina standa í vatninum í umleið 15 minuttir. Meðan plantan stendur í vatninum, so er eitt gott hugskot at spreya hana við sirmi.

3. Tak orkidéina úr vatninum og lat vatnið renna frá, áðrenn tú setur hana aftur í urtapottafjalaran.

Keldur: idenyt.dk, haveabc.dk, orkidegartneriet.dk




Viðkomandi greinar