Soleiðis knýtir tú eitt band til heingipottar
Tú kanst nýta nógv ymisk bond til at knýta við, tó skal bandið vera sterkt, so potturin við mold og plantu ikki brádliga endar í gólvinum. Til dømis eru leður- bond sera góð og sterk.
Okkara leiðbening er løtt og einføld, og tá tú dugir hesa mannagongdina, so kanst tú gera bandið enn meira spennandi og persónligt.
Soleiðis gert tú:
#1: Klip átta eins lang bond - jú longri tess størri pottapláss.
#2: Knýt ein knút í tí eina endanum.
#3: Knýt nú øll bondini saman tvey og tvey, soleiðis at tú fært fýra knútar.
#4: Tak nú eitt band frá hvørjum knúti, og knýt ein knút við somu frástøðu, sum fyrsti knúturin hevði í mun til savnandi knútin, tú byrjaði við.
#5: Endurtak punkt fýra, soleiðis at tú knýtir fýra knútar afturat.
#6: Knýt at enda ein knút ovast, og set síðan ein pott í bandið, og so er klárt at heingja upp og finna eina lekkra plantu.
Dámar tær væl plantur, so kanst tú finna íblástur og fáa hugskot í okkara grøna hornið, sum tú finnur í Kvinnu.