Sólorka gav Bjarna Nielsen lægri elrokningar og størri sjálvbjargni
Býlið
Sólorka gav Bjarna Nielsen lægri elrokningar og størri sjálvbjargni
Við sólpanelum á tekjuni kunnu føroysk húsarhald spara túsundatals krónur árliga og minka um orkurokningina. Bjarni Nielsen greiðir frá síni roynd við sólorku í Føroyum. 
Eftir: Eftir Anniku Kunoy Im / Myndir Beinta Gudmundsen / Greinin er gjørd í samstarvi við Sev  22.03.2025

Tá ið Birgit og Bjarni Nielsen í Miðvági teknaðu hús í 2010, høvdu tey eitt greitt mál: húsini skuldu vera orkusparandi og nýta so nógva grønu orku sum gjørligt. Tá ið húsini vórðu teknað, var hitapumpan longu partur av ætlanini, men tá var eisini gjørt klárt til sólorku. Bjarni helt tá, at tað tóktist sum ein stór íløga, og tí kom støðgur í ta ætlanina, hóast hon ongantíð varð slept. Nøkur ár seinni fór Bjarni at kanna møguleikarnar nærri og fór í tí sambandi eisini til Danmarkar á eitt skeið sum sólorku-installatørur. 

– Har sá eg veruliga, hvussu nógv orka verður framleidd úr sólini í Danmark alt árið - akkurát tann vetrardagin var tað til dømis 20 prosent av allari framleiðsluni í Dannmark, ið kom frá sólini. Tá skilti eg, at sólorka kann vera ein realistisk loysn, sum lønar seg, sigur hann frá og leggur aftrat, at hann síðan fór at kanna møguleikarnar heima í Føroyum. 

Bjarni gjørdi eina simulering og eitt roknistykki, sum vísti, at hann við teirra tekju og panelum kundi framleiða 10.800 kWt um árið - til samanberingar er nýtslan í húsunum á leið 12.000 kWt um árið. Við øðrum orðum kundu tey nærkast fullari sjálvforsýning av elorku. 

– Eg sá beinanvegin, at har vóru nógvir pengar at spara, og stutt eftir hetta valdi eg at knýta sólsellur upp at orkuskipanini hjá Sev, og vit eru vorðin el-felagar, sigur hann. 

Eg sá beinanvegin, at har vóru nógvir pengar at spara, og stutt eftir hetta valdi eg at skifta til sólsellur 

Ein orkuloysn, sum longu gevur úrslit 
Nú er eitt ár liðið, síðan sólsellupanelini komu á tekjuna hjá Bjarna og Birgit. Og í dag tryggja tey, at tann orkan, ið verður framleidd úr sólini, fyrst verður brúkt til húsarhaldið, battarí, hitapumpu og síðan elbilin. Og tá alt hetta er fult, verður reststreymurin seldur til SEV.  

Spurdur, hvat familjan sparir í krónum og oyrum, sigur Bjarni, at ítøkiliga, so er kostnaðurin fyri elektrisitetið ein triðingur av tí, hann var, áðrenn tey fingu sólpanel fyri einum ári síðan – elrokningin er farin úr á leið 20.000 krónum og niður í á leið 6.000 krónur um árið, nú bæði húsarhaldið og elbilurin fáa orku fyri munandi lægri prís. 

– Um dagin verður ofta meiri orka framleidd, enn vit brúka, tí vit eru til arbeiðis tá. Tí er tað framúrskarandi at hava battaríið og hitapumpuna, sum goymir restorkuna, og at kunna brúka ta orkuna, tá ið vit eru heima. Battaríið er ofta fult áðrenn middag, greiðir hann frá. 

Summarhálvuna, tá ið meira orka verður framleidd, enn húsarhaldið nýtir, vinna tey eisini pening upp á framleiðsluna. Skipanin at selja streym til Sev koyrir automatiskt, og Bjarni greiðir frá, at tað riggar sera væl. 

– Vit hava eina skipan, sum tryggjar, at vit fyrst fáa ta orkuna, okkum tørvar, og síðan verður restin sent til Sev. Frá teimum fáa vit 0,75 oyru fyri hvørnn kWt, og tað er lætt at síggja á rokningini, hvussu nógv vit vinna..  

Umsóknar- og uppsetingartilgongdin
Hevur tú hug at gera sum Bjarni, so er tað ikki serliga torgreitt, men tað krevur eitt vist forarbeiði. Bjarni greiðir frá, at hann fyrst mátti tosa við ein elinnleggjara fyri at finna røttu loysnina. 

– Tú skalt veita upplýsingar um hús og tekju. Loysnirnar til ymisku tekjurnar eru ymiskar, men tað finnast loysnir til allar tekjur, sigur hann. 

Sjálv umsóknartilgongdin var eitt sindur torfør, tá ið Bjarni søkti, tí hendan loysnin var so nýggj í Føroyum. Men í dag er tað nógv lættari, hóast tað tó er neyðugt við byggiloyvi - tað tekur elinstallatørurin sær av - og í Føroyum er tað eitt krav, at panelini verða fest væl. 

– Tað er tí, at vit í Føroyum hava sterkari hvirlur, og tí mugu panelini festast eyka væl, greiðir hann frá. 

Føroyska veðurlagið er tí ein faktorur, men tað er ikki ein forðing fyri sólorku. 

– Tað er ótrúliga nógv orka í sólini alt árið. Men tað er sjálvsagt meiri orka um summarið. Fyri okkara viðkomandi rakar eingin sól panelini frá hálvum november til hálvan januar - og tá er framleiðslan tí sera lítil. Men longu í februar framleiða vit aftur nógva orku, sigur hann. 

Tey, sum hava góðan sólargang, kunnu tó fáa betri úrslit hesar mánaðirnar. 

– Maimánaður er tann besti hjá okkum, men tað er ymiskt, alt eftir hvar í Føroyum tú býrt, sigur Bjarni. 

Ráð til onnur, sum umhugsa sólorku 
Bjarni er ikki í iva, tá ið hann verður spurdur, um hann heldur, at fleiri áttu at installerað sólpanel, tí fleiri kundu fingið nógv størri ágóða av sólini, enn tey vita av. Hann heldur eisini, at tað verður varpað alt ov lítið ljós á hendan møguleikan í Føroyum, hóast tølini vísa, at sólorka kann vera ein góð loysn, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. 

Hann heldur eisini, at kommunurnar kundu gjørt nógv meira fyri at gingið á odda. 

–  Tað eru nógvir stovnar og almennir bygningar í øllum kommunum kring landið. Tað eru tey, sum áttu at brotið slóð og valt grønu leiðina. Har er so ræðuliga nógvur peningur at spara. 

Til dømis kundi landið farið frá at veitt MVG-afturbering til keyp av tólum, ið krevja nýtslu - so sum elbili, hitapumpu og jarðhita - og heldur stuðlað orkuframleiðslu, sum kemur øllum til góðar.  

Hansara høvuðsráð til onnur eru einføld: 
– Ikki ivast. Ger tað bara. Tí tað lønar seg, sigur hann. 



Hví velja at framleiða egna elorku?

Eyðun Djurholm, leiðari á Innleggingardeildini hjá Sev, greiðir frá, at tað ongantíð hevur verið lættari at framleiða sín egna streym. Hjá Sev merkja tey ein støðugt vaksandi áhuga - bæði frá húsarhaldum og vinnuni - fyri serliga at gagnnýta orkuna frá sólini og dagsljósinum í summarhálvuni. Ein slík skipan gevur eyðvitað ikki so nógv um veturin, men um summarið, tá lítið er av vindi og regni, kunnu sólorkuskipanir vera eitt gott íkast til elskipanina. Teir góðu dagarnar, tá sólorkuskipanirnar framleiða meira enn tú og tíni brúka, ber til at selja tað, sum leypir av inn á netið hjá Sev. Á tann hátt gerst tú eisini partur av skiftinum til einar burðardyggari Føroyar.

Les meira um, hvussu tú kanst fáa tær sólorku á sev.fo.