Summarfrítíðin er av á hesum sinni, og fyri mangar av okkum er tað við sorgblídni, at gerandisdagurin við vekjara klokkan alt ov tíðliga, matpakkum, frítíðarítrivum, fundum og øllum øðrum byrjar aftur. Tað kann verða hart at byrja, men sambært Bjarne Toftegård, serfrøðingi í strongd, eru tað eru ávís ting, tú sjálv fært gjørt fyri at fáa eina so bleyta byrjan, sum til ber.
1) Ert tú ikki farin til arbeiðis aftur enn, so hevur tú tíð til at venja kroppin við eina bleyta byrjan um morgnarnar, eftir at tú í nakrar vikur møguliga hevur sovið longri, enn tú vanliga gert. Bjarne Toftegård sigur við TV2, at eitt boð er at seta vekjaran ein tíma fyrr hvønn morgun, so um tí til dømis hevur sovið til klokkan níggju hvønn morgun í feriuni, men vanliga fert upp klokkan seks, so tekur tað tríggjar dagar at koma í rútmu aftur. Tað er eisini ráðiligt at lata vera við at taka telefonina ella aðrar skíggjar inn í kamarið, har tú svevur.
2) Hugsa um at byrja spakuliga. Vónandi hava bæði kroppur og sinn slappað av í feriuni. Tí nyttar tað lítið at byrja aftur fyrsta arbeiðsdag í sama tempo, tú vart í, tá tú byrjaði feriuna. Gev tær stundir til at fáa yvirlit, leggja uppgávurnar til rættis og byrja spakuliga við tí, ið er mest umráðandi. Tosa við leiðaran hjá tær um, hvat tú gert ta fyrstu vikuna. Tú nært ikki alt fyrsta dagin, og tí er eisini umráðandi at vera realistisk og vita, hvat tú fært gjørt, og hvat má bíða. Eftir eina langa feriu er torført at hava yvirlit yvir stórar arbeiðsuppgávur, sum eitt tað fyrsta. Byrja tí spakuliga við eini ítøkiligari og 'eitt-sidnur-lættari-uppgávu.
3) Hugsavna teg um starvsfelagarnar. Trivnaður á einum arbeiðsplássi er alt avgerandi, og tað hevur nógv at siga fyri arbeiðsgleðina, bæði nú og seinni, at tú investerar í arbeiðsfelagarnar hjá tær.
4) Hygg at gerandisdegnum við nýggjari orku. Tá vit hava verið burturi frá arbeiðsplássinum í eina tíð, verða vit ofta kreativari. Tað er í veruleikanum besta tíðin til at hyggja at gerandisdegnum og rutinunum og eftirmeta, um nakað kann gerast øðrvísi ella effektivari?
5) Ger neyðugu broytingarnar. Ert tú ein av teimum, sum veruliga ikki tímur aftur til arbeiðis, so er tað møguliga eisini nú, tú kanst gera okkurt við tað. Arbeiðir tú kanska ov nógv? Kanska tú skalt seta tær fyri ikki at arbeiða yvir, seta tær sjálvari reglur fyri, nær tú hyggur at arbeiðs-teldupostum ella hvussu nógva tíð tú skalt nýta til fundir.
6) Set tær fyri at vera jalig. Fyri at fáa eina góða byrjan til arbeiðis eftir ein longri steðg, er tað tað eitt gott hugskot at seta sær fyri at vera glað og jalig, tí so verður tú eisini tað.