
Melda til Kvinnurenningina 2025
Kvinnurenningin 2025 verður leygardagin 24. mai á Tórsbreyt í Havn.
Melda til áðrenn 19. mai 2025 og tryggja tær luttøku fyri 345 kr. Eftir 19. mai hækkar prísurin til 395 kr.
Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.
Kvinnurenningin endar í Hoydølum.
Avmarkað nøgd!
Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast frá 22. mai kl. 10.00 til og við 24. mai kl. 13.00 í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.
Nærrri kunning á kvinna.fo/kvinnurenning2025
Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2025 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.
Sertilboð
Prísur 345 kr.
Ókeypis renniblusa (vel stødd)
Sertilboð 1 - rennijakki frá Craft, 499 kr (vanl. prísur 649 kr)
Sertilboð 2 - rennibuksur frá Craft, 499 kr (vanl. prísur 649 kr)
Hvussu langt ætlar tú at renna ella ganga til Kvinnurenningina?