Plakat - Kvinna 20 ár
Ikoniska forsíðan á 20 ára blaðnum fæst nú sum plakat (A3 stødd, 29,7 cm x 42 cm).
Til 20 ára føðingardagsútgávuna av Kvinnu, savnaðu vit 20 megnar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð. Hóast tær eru sera ymiskar, er felagsnevnarin tann sami: tær hava allar verið við til at skapa og forma tað føroyska samfelagið, sum vit kenna í dag, og nú standa tær sum fyrimyndir fyri komandi ættarlið.
At savna hesar kvinnurnar hevur verið ein heilt serlig tilgongd, og sjálvt arbeiðið at fáa allar smálutirnar at ganga upp í eina hægri eind, og at fáa kvinnurnar at standa saman í einum so sterkum og samanhangandi felagsskapi, hevur verið ein kreativ avbjóðing við stuttligum og gevandi løtum. Vit vóru so glaðar fyri úrslitið, at vit eisini ynskja at fólk kunnu ogna sær hana sum plakat.
Ein ikonisk føðingardagsmynd, sum í sær sjálvum er eitt visuelt tekin uppá styrki og samanhald – ein spegil av samtíðini.