6 fyrimunir við at binda
Ítriv

6 fyrimunir við at binda

Visti tú, at binding beinleiðis er heilsufremjandi? Vit geva tær seks góðar grundir til, hví tú skalt finna tær eina góða uppskrift fram og kasta uppá stokkarnar.
Eftir: Bára J. Kristoffersen / mynd: veitari 10.12.2020

Tað er vísindaliga prógvað, at binding skapar trivnað og hevur jaliga ávirkan á okkara sinni. Hetta kemst av, at tríggir grundleggjandi, menniskjaligir tørvir verða nøktaðir, tá ið vit sita við stokkunum.

Trivnaður

Vit kenna okkum dugnaligar, um vit megna at loysa eina uppgávu. Hetta hóskar væl til binding, tí vit sjálvar velja torleikastigið.

At vera partur av einum felagsskapi. Serliga í Føroyum er vanligt at verða partur av einum ella fleiri bindiklubbum, og her fáa vit okkara felagskapskenslu stimbraða.

Gerandisdagurin er proppaður av uppgávum, ið skulu avgreiðast. Men tá vit binda, velja vit sjálvar okkara arbeiði. Og júst hetta, at vit sjálvar standa fyri uppgávuni, ger okkum passioneraðar og fyllir okkum við gleði.

Venjing fyri eyguni

Binding er ein lættur og stuttligur háttur at venja eygnaheilsuna. Tá tú bindur, flytir tú eyguni frá síðu til síðu, og hetta er við til at betra um sjónina og smyr eyguni á natúrligan hátt.

Til staðar í nú’inum

Tá ið, vit binda gloyma vit tíð og stað – vit koma í eitt sokallað flow. Vit hugsavna okkum um næsta eygað ella komandi umfarið. Dagsins trupulleikar fara í frástøðu, og ofta fáa vit nýggja orku at loysa teir eftir bindingina. Tá vit koma í ‘flow’ og eru púra vekk í bindinigi, framleiðir heilin dopamin, ið gevur okkum kensluna eydnusemi. Kenslan er sera góð, og vit gerast bundnar av at binda. Bara ein stokk afturat, og ein afturat, so tann síðsta, og so tann allar síðsta... kennir tú tørvin?

Tálmar stress og angist

Set 10 minuttir av dagliga og hugsavna teg um at gera smáu bindirørðslunar aftur og aftur. Samstundis skalt tú anda djúpt inn, halda ondini eina løtu og síðani blása út aftur. Á henda hátt aktiverast tað ‘parasympatiska’ nervalagið, og kroppurin slappar av.

Bjartskygni

Um vit brenna fyri okkara ítrivi, sæst hetta aftur á okkara bjartskygni. Um tú gleðir teg til at taka stokkarnar fram um kvøldið, hevur tú lyndið til størri framtíðarvónir og bjartskygni.

Boost fyri heilan

Kanningar vísa, at kvinnur, ið áhaldandi royna nýggjar og torførar binditeknikkir, hava minni lyndið demens. Við bindingini kunnu vit halda okkara intelligens við líka - um tú velir at royna nýggjar binditeknikkir, ið eru so torførir, at tú veruliga skal hugsavna teg, so stimbrar tú heilan á sama hátt sum arbeiddi tú við intellektuellum arbeiði.




Viðkomandi greinar