Instagram er eitt hitt besta staðið at finna íblástur, tá kastast skal uppá til eitt nýtt bundið plagg. Vit hava savnað 7 bindivangar, sum inspirera.
@anneventzel // Anne Ventzel
Dámar tær norðurlendsku troyggjurnar, er góður íblástur at finna á vanganum hjá Anne Ventzel. Serliga eru troyggjurnar ‘Badger and Bloom’ og ‘Spot Sweater’ á stokkunum hjá nógvum.
@laerkebagger // Lærke Bagger
“Just tie knots” er slagorðið hjá Lærke Bagger, sum bindur pløgg við litríkum ellubitum. Í staðin fyri at hefta endarnar pent á ranguni verður knútur bundin á, og hetta hevur sanniliga sína sjarmu. Bagger hevur fyri stuttum útgivið nýggja bók við bindiuppskriftum og øðrum gullkornum.
@hespan.fo // Vár Solbjerg Hansen
Prýðiligu, snúraðu og handlitaðu hespurnar eru sera nógv frammi fyri tíðina, og hvør einstøk hevur sítt vakra, tilvildarliga litskifti. Á vanganum hjá Vár síggjast alskyns litsamansetingar, sum geva júst tínum plaggi ein heilt serligan dám.
@petiteknit // Mette Wendelboe Okkels
Á vanganum hjá Mette rennur gamla handverkið saman við nýggjasta mótanum í vøkrum natúrlitum, ið hóska til nærum alt í klædnaskápinum. Her ber til at finna íblástur í stóra úrvalinum til børn og vaksin, bundið við bæði lítlum og stórum stokkum.
@knittingforolive // Pernille og Caroline
Eftir at hava bundið upp á børn, ommubørn og børnini hjá vinfólki, byrjaðu Pernille og Caroline Knitting for Olive, sum fevnir um bindiuppskriftir til bæði børn og vaksin. Vælumtókta uppskriftin ‘Lillebjørnhue’, sum tú kanska kennir, er eisini herfrá.
@byreydberg // Gunvør Reyðberg
Er tað íblásturin til dukku- og barnaklæðir, sum tær tørvar, kanst tú hoppa yvir á vangan hjá Gunvør, ið hevur eygað fyri smálutunum. Ellubitarnir, sum leypa av frá barnatroyggjuni, kunnu nevniliga nýtast til fittu dukkulisuna, ið Gunvør hevur gjørt uppskrift til.
@p_o_p_k_n_i_t // Katja Dyrberg
Litríku, bundnu pløggini hjá Katju eru nýmótans við einum tvisti. Við vøkrum litsamansetingum og serligu mynstrunum egnar hetta seg til tann, ið vil kava langt niður í sína bindiverkætlan.