Stødd: Stórt bundnaturriklæði til kvinnur
Tógv: Navia Duo sand 28, ljósabrúnt 25, myrkabrúnt 26, ljósagrátt 22
Tógvnýtsla: 6 noðu av sand, 2 noðu av ljósabrúnum, 2 noðu av myrkabrúnum, 1 noða av ljósagráum
Stokkar: Rundstokk nr. 4
Hekklinál: nr. 3
Bint soleiðis, at 17 eygu stiklavond á stokki nr. 4 = 10 cm í vídd. Hetta hevur týdning, um plaggið skal fáa røttu støddina.
Les alla uppskriftina, áðrenn tú fert í gongd at binda.
Frágreiðing: Bundnaturriklæðið verður bundið úr neðra og upp. Eyguni verða býtt upp í kant, síðustykki, miðstykki (mitt aftan), síðustykki og kant. Tað verða íalt 4 merkistræðrir settir í. Legg til merkis, at tað kann vera gott, at 1. merkistráður á rættuni hevur annan lit, tá ið allar avtøkur og litskifti eru á rættuni.
Strípumynstur á rættuni: 4 rillur sand, 5 rillur við ljósabrúnum, 4 rillur við ljósagráum, 9 rillur við myrkabrúnum, 3 rillur við ljósagráum, 9 rillur við myrkabrúnum, 4 rillur við ljósagráum, 5 rillur við ljósabrúnum. Restin verður bundin við sand.
Bundnaturriklæði: Alt turriklæðið verður bundið aftur og fram. Kasta 506 eygu upp á stokk nr. 4 við sand og bint 2 umfør aftur og fram (= 1 rilla).
Být nú eyguni upp og set 4 merkistræðrir í soleiðis: Bint 8 eygu (kant), set merkistráð í, bint 235 eygu (síðustykki), set merkistráð í, bint 20 eygu (miðstykki), set merkistráð í, bint 235 eygu (síðustykki), set merkistráð í, bint 8 eygu (kant).
Bint síðan strípumynstur aftur og fram, og tak samstundis av á síðustykkjunum á 2. hvørjum umfari (á rættuni) soleiðis: Bint 8 eygu (kant), bint 2 eygu saman, bint til 2 eygu áðrenn 2. merkistráð, bint 2 eygu snarað saman, bint eyguni á miðstykkinum (20 eygu), bint 2 eygu saman (eftir 3. merkistráð), bint til 2 eygu áðrenn 4. merkistráð, bint 2 eygu snarað saman, 8 eygu (kant). Tak av á hendan hátt alla vegin upp.
Avtøka á miðstykkinum: Á 1. umfari eftir seinastu ljósabrúnu strípu verða eisini 2 eygu tikin av á miðstykkinum soleiðis: Bint 2 tey fyrstu og 2 tey seinastu eyguni saman á miðstykkinum (umframt hinar avtøkurnar).
Avtøkur á miðstykkinum og á kantunum: Halt fram at binda, og eftir 8 rillum (eftir seinastu ljósabrúnu strípuna) og síðan eftir hvørja 8. rillu verður tikið av á miðstykkinum (á sama hátt sum áður), og samstundis (á sama umfari) verður 1 eyga tikið av á báðum kantum (tey 8 uttastu eyguni á báðum síðum).
Halt fram á henda hátt, til tað eru 4 eygu eftir á miðjuni og 3 eygu eftir á kantunum.
Samstundis eftir 17 rillur (eftir seinastu ljósabrúnu strípu) og síðan eftir 15 rillum (afturat) verður 4. hvørt eyga tikið av í síðustykkjunum.
Halt fram at binda, til tað íalt eru bundnar 58 rillur (eftir seinastu ljósabrúnu strípu). Læs eyguni av.
Kantur í erva: Hekkla 1 umfar fm fram við kantinum í erva, umleið 1 fm í hvørt eyga. Hekkla síðan 1 umfar krebsm (tað er fm øvutan veg), (1 krebsm í hvørja fm frá undanfarna umfari).
Frynsar á niðara kanti: Klipp umleið 486 træðrir á 29 cm. Set frynsarnar fastar javnt býtt á 3. hvørt eyga soleiðis: Falda træðrirnar á miðjuni. Stikk hekklinálina gjøgnum kantin á turriklæðinum, har frynsurin skal vera og drag buktina gjøgnum eygað og drag síðan endarnar gjøgnum buktina.
Vask: Vaska bundnaturriklæðið við ull-sápu og legg tað at turka.