DIY - Yndisligur páskakransur
Ítriv
DIY - Yndisligur páskakransur
Ger tær ein vakran krans til páskirnar. Hann er prýðiligur, og tú kanst heingja hann júst har, tær lystir, í eitt vindeyga, á eina hurð ella bara undan loftinum.  
Eftir: Eftir Súsann Reinert Poulsen Myndir Amy Hansen 22.03.2024

Tilfar
Ein ring úr metali
Nýggjar greinar; pílur riggar væl. Greinarnar skulu bara vera nóg bleytar, so tær kunnu vindast um jarnringin.
Salixgreinar (reklar)
Turkaðar blómur
Smá egg, td. vaktilsegg
Pynt, td. fuglar, firvaldar, fjaðrar
Tillandsia (mosi)
Møguliga blómuleykir; perluhyasint ella páskalilju
Fínan stáltráð

Amboð
Klípitong
Límpistól

Soleiðis gert tú
Byrja við at klippa fleiri endar av fínum stáltráði, so sleppur tú undan at sleppa arbeiðnum, tá tú ert farin í gongd.

PREI! Til ber eisini at brúka okkurt, sum tú longu eigur, at brúka sum ring. Td. rigga akslatrø úr metalli væl at evna til ein ring.

Tak ringin og vint greinar rundanum, sum tað hóskar seg – fest greinarnar við stáltráði.

Ger smá tyssi av turkaðum blómum. 3-4 blómuhøvd í hvørt tyssi, vint stáltráð um og heft á kransin. Ger uml. 6-7 tyssi, ella so nógv, tær lystir.

Pota eitt sindur av tillandsia (mosa) millum blómutyssini og líma egg á.

Enda við at pynta við fuglum, firvaldum, fjaðrum og líknandi.

Brúkar tú blómuleykir, kanst tú stinga ein tjykkri stáltráð gjøgnum leykin og hefta hann á kransin. Blómuleykir rigga best, um kransurin hongur kalt.




Viðkomandi greinar