Fá urtagarðin á veggin  - ger vøkur prent
Ítriv
Fá urtagarðin á veggin - ger vøkur prent
Ger vakra list við bløðum, ókrúti og blómum at heingja upp á veggin, og soleiðis fært tú urtagarðin upp á veggin. Tað er lættari, enn tú heldur, og krevur bara nakrar heilt fáar lutir og eina rammu. Eitt gott høvi til eina kreativa hugnaløtu saman við børnunum.
Eftir: Elina Vatnhamar Olsen og Ingrid Bjarnastein Myndir Amy Hansen o.fl.   15.10.2024

Tilfar 

Blekk  

Pappír  

Ein fastan svamp (vit hava brúkt ein make up svamp)  

Bløð, greinar, blómur 

  

1 Vel bløð, greinar ella blómur, sum tú kundi hugsað tær eitt prent av. Um tað er vátt, lat tað so torna, ella turka tað við einum viskustykki, áðrenn tú fert í gongd.  

2 Um tørvur er á tí, pressa so lætt saman – tað skal vera eitt sindur flatt, áðrenn tú fert í gongd við blekkið.  

3 Hav eitt undirlag undir blaðnum, dyppa svampin í eitt sindur av blekki og duppa á blaðið.  

4 Tá alt blaðið er dekkað við blekki, legg tað við blekksíðuni niður á eitt pappír og pressa lætt. Legg eitt ark omaná, áðrenn tú pressar. Um tú vilt hava fleiri ymisk sløg av bløðum/blómum á prentið, heldur tú bara fram á sama hátt.  

5 Lat torna, ramma inn og hong upp á veggin.  

 

Vit viðmæla, at tú bara roynir teg fram. Royn nakrar ferðir og vita, hvussu nógv blekk tú skalt brúka fyri at fáa eitt prent, tær dámar. Jú minni blekk, jú kámari gerast prentini.  

 

--- 

 

Ramma bløðini inn 

 

Tilfar 

Bløð ella blómur  

Glasramma  

 

1 Vel eina vakra grøna plantu, blómur ella eitt stórt grønt blað.  

2 Ramma inn í glasrammu – tú kanst sjálvandi brúka vanligar rammur. Hesar eru bara sera lættar at brúka, og tað er skjótt at skifta ‘myndina’ út.  

 

Tað ger onki, um plantan følnar í rammuni, tí hon er eisini vøkur, tá hon er turkað. Skift út, tá tú treingir til at síggja okkurt nýtt.  

 

 

 

 




Viðkomandi greinar