Fín og feminin flesablusa
STØDD: S
TÓGV: Kidsilk Erle mohair (Dale garn), 100 gr. Litur: Dus mint nr. 9031
STOKKAR: 5 og 7
BINDIFASTLEIKI: 12 eygu bundin rætt geva 10 cm
BULUR:
Kasta 110 eygu upp á rundstokk nr 5 og bint rond: 1 rætt & 1 rangt, uml. 7 cm (18 umfør). Skift til rundstokk nr 7 og bint rætt, til bulurin mátar 34 cm ella ynsktu longd. Læs 3 eygu av til ermagap í hvørjari síðu. Bint nú ermarnar.
ERMA:
Kasta 38 eygu upp á stokk nr 7 og bint runt, fyrsta umfarið verður bundið rangt. Síðani verður bundið rætt uml. 6 cm (12 umfør). Bint nú 1 umfar rangt og uml. 9,5 cm rætt (17 umfør). Bint, til erman mátar 16 cm ella ynsktu longd. Læs 3 eygu av til ermagap.
V-HÁLSUR:
Set bul og ermar á stokk nr 7. Set merki við, har bulur og erma møtast. Bint 4 umfør aftur og fram uttan
raglanavtøku. Samstundis verður byrjað at taka av til hálsin soleiðis:
Bint 23 eygu, bint 2 eygu saman, bint 1 eyga, vend arbeiðnum og bint rangan stokk soleiðis: Tak 1 eyga leyst av (kant-eyga), tak 1 eyga rætt leyst av, bint 1 eyga og tak tað leysa eyga yvir tað bundna eygað. Avtøkurnar verða
gjørdar við byrjan á hvørjum stokki í alt 11 fer›ir. Tá tú hevur bundið 4 umfør soleiðis, byrjar tú at binda raglanið samstundis.
RAGLAN:
GG! Tað verður bert tikið av á ermuni. Bint 2 eygu saman fyrst á ermuni, bint til 2 eygu áðrenn
merkið og tak 1 eyga rætt leyst av, bint 1 eyga og tak tað leysa eygað yvir tað bundna eygað. Tað sama verður gjørt á hinari ermuni. Hetta verður gjørt í alt 15 ferðir, so eru 92 eygu eftir á stokkinum.
Bint 1 umfar, har tey 7 eyguni á ermuni verða læst av, samstundis verða 22 eygu læst av til háls mitt aftan.
Síðan verða tey 14 eyguni á øksl for-/bakstykki læst av saman.
FLESIR:
Niðara fles: Tak 38 eygu upp á rundstokk nr 7 í tað ranga umfarið. Bint 2 ferðir í hvørt eyga, so har eru 76 eygu. Bint 12 umfør og læs av.
Ovara fles: Tak 38 eygu upp á rundstokk nr 7 í tað ranga umfarið. Bint 2 ferðir í hvørt eyga, so har eru 76 eygu. Bint 10 umfør og læs av.
TILGERÐ:
Seyma saman undir ermagapi og við ermuna á økslini. Heft endar.