
Kransur úr greinum
Tú skalt brúka
Greinar (vit hava brúkt greinar av nálatræi) Smáar konglar
Stáltráð
Tong
Soleiðis gert tú
1| Legg greinar saman og evna ein runding.
2| Vind stáltráð um greinarnar, so tær halda saman.
3| Prýð at enda kransin við tyssum av konglum. Vind stáltráð um konglarnar og fest á kransin.
Valnøtakransur
Tú skalt brúka
Valnøtir
Tunnan bor
Borimaskinu
Stáltráð
Velurband
Tong
Saks
Soleiðis gert tú
1| Bora hol í valnøturnar úr einum enda í annan. Ver varin, so at nøtin ikki knekkar.
2| Leið stáltráðin ígjøgnum boraðu holini í valnøtini. Halt á til kransurin hevur ynsktu støddina.
3| Vind stáltráðin saman og klíp endarnar av við eini tong.
4| Bint eitt sindur av velurbandi um kransin.
Appilsinleinkja við kaneli og grønum
Tú skalt brúka
Appilsinir
Kanelstengur
Grønt
Knív
Køkspappír
Nál
Band
Saks
Soleiðis gert tú
Set bakarovnin á 90 hitastig og sker appilsinirnar í flísar á umleið 5 millimetrar. Pressa eitt sindur av køkspappíri á appilsinflísarnar, so tær ikki hava ov nógva vætu í sær.
Legg appilsinflísarnar á eina bakarovnsplátu við bakipappíri og set í ovnin í 2-3 tímar. Vend flísunum av og á. Lat appilsinflísarnar kólna og turka á eini rist.
Fyri at sleppa undan, at appilsinflísarnar boyggjast, er gott at pressa tær ímillum tvey skeribrettir til næsta dag.
Drag bandið í nálina og prika hol í appilsinkjøtið úti við kantin og upp aftur tætt við miðjuna.
Legg eina kanelstong og eina lítla grein av grønum á appilsinflísuna og prika nálina niður aftur í appilsinina, tætt við miðjuna, og fest bandið aftanfyri. Drag at enda nálina upp aftur í hin endan á appilsinini.
Halt fram, til tú hevur ynsktu longd á leinkjuni.