Jóladekoratiónir við turkaðum blómum
Ítriv

Jóladekoratiónir við turkaðum blómum

Við endunýtsludósum og turkaðum blómum, kanst tú gera eina umhvørvisvinarliga dekoratión, sum tú kanst taka fram aftur og aftur.
Eftir: Elin Vatnhamar Olsen / Myndir Amy Hansen 22.12.2020

Tilfar og amboð

Turkaðar blómur – fáast í blómuhandlum, ella tú kanst turka tíni egnu

Oasisblokk – fáast í ítrivshandlum

Endurnýttar dósir frá t.d. hakkaðum tomatum

Knív

Saks

Stearinljós

Soleiðis gert tú

1| Legg dósirnar á blot og reinsa pappírs- og límleivdir av.

2| Legg okkurt tungt á botnin í dósunum fyri at skapa javnvág.

Prei! Tú kanst eisini velja at brúka bert ein lit av turkaðum blomstrum fyri at fáa eitt reint huglag.

3| Sker oasis út eftir støddini á dósunum – í minsta lagi fýra sentimetrar tjúkt, so blómurnar og ljósini kunnu sita væl.

4| Set ljósini væl í.

5| Klipp bómurnar og prika tær í oasis. Einki oasis skal síggjast.

Gevið gætur!

Turkað blomstur eru sera eldfim, ver tí altíð varin og hav eyguni við dekoratiónunum, tá ið ljósini eru tendrað.




Viðkomandi greinar