Maria á Lakjuni Djurhuus: – Omma mín lærdi meg at hekkla, tá ið eg var heilt lítil
Ítriv

Maria á Lakjuni Djurhuus: – Omma mín lærdi meg at hekkla, tá ið eg var heilt lítil

– Eg minnist, at mítt fyrsta projekt var ein telefontaska til mína Nokia telefon. Eg var so stolt og glað, at eg hevði gjørt hetta sjálv - við nógvari hjálp frá ommu mínari, sigur Maria á Lakjuni Djurhuus, sum í dag hevur heklinál í hond tær flestu fríløtunar. Vit práta her við Mariu um hekklingina og hennara instagramvanga @hekklan.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 21.07.2023

Á Kvinnu varpa ljós á hugtakandi, inspirerandi, stuttligar ella øðrvísi Instagram-vangar. Hesu ferð hava vit fingið orðið á Mariu á Lakjuni Djurhuus, sum hevur vangan @hekklan. Maria er  uppvaksin í Fuglafirði, sangur og tónleikur hevur altíð fylt nógv í hennara lívi, og tað kreativa hevur altíð onkursvegna verið rundan um hana, og hon er serstakliga kreativ við hekkliálini, og tað síggja vit millum annað á vanganum @hekklan.

Um MARIU
Maria á Lakjuni Djurhuus er 21 ár og býr í Syðrugøtu. Seinasta árið hevur hon arbeitt í barnagarðinum Stropanum á Kambsdali, men eftir summar flytir hon til Danmarkar saman við manninum, har hon fer at lesa sang á konservatoriinum.

Hví byrjaði tú hendan vangan?
Eg haldi, tað eru so nógvir føroyskir bindivangar á instagram, og mær dámar so væl at síggja alt tað, sum tey leggja út. Men mær manglaði at síggja nakað í sambandi vid hekkling. Eg fylgi fleiri útlendskum hekkli-vangum, men visti ikki um nakran føroyskan vanga. Eg haldi eisini, at hekkli-felagsskapurin í Føroyum er so lítil, og tí ynskti eg eisini at royna at skapa mær ein felagsskap við øðrum, sum hekkla.


Hvussu nógva tíð brúkar tú til hekkling?
Eg brúki rættiliga nógva tíð til hekkling. Tær flestu fríløturnar siti eg við eini hekklinál í hondini. Tað er eitt slag av terapi hjá mær, og finni eg ein frið við at hekkla og vera kreativ á tann hátt.

Eftir eina tíð so datt hekklingin burtur aftur. Men tá eg gekk á miðnámi, byrjaðu fleiri gentur at binda og taka bindugreiðirnar við í skúla. Eg dugi ikki serliga væl at binda, men eg ynskti fegin at vera partur av hesum felagsskapi, og tí byrjaði eg at hekkla aftur.



Og hví júst hekkling?
Omma mín lærdi meg at hekkla, tá ið eg var heilt lítil, og hekklaði  eisini nógv sum yngri. Eg minnist, at mítt fyrsta projekt var ein telefontaska til mína Nokia telefon. Eg var so stolt og glað, at eg hevði gjørt hetta sjálv - við nógvari hjálp frá ommu mínari. Eftir eina tíð so datt hekklingin burtur aftur. Men tá eg gekk á miðnámi, byrjaðu fleiri gentur at binda og taka bindugreiðirnar við í skúla. Eg dugi ikki serliga væl at binda, men eg ynskti fegin at vera partur av hesum felagsskapi, og tí byrjaði eg at hekkla aftur. Eg mintist enn væl, hvussu mann gjørdi tær flestu maskurnar - tað sat líksum í hondunum. Síðani royndi eg meg fram og prøvaði at fylgja uppskriftum o.s.fr.


Hvar finnur tú íblástur?
Eg finni mest íblástur á pinterest og á ymsum vangum á instagram.

Hvørjir vangar á Instagram vilt tú viðmæla?
Ein hekkli-vangi mær dámar sera væl er @cosmaudi. Eg haldi, at hon dugir sera væl at sniðgeva ymisk pløgg, og hon leggur ofta út av onkrum nýggjum
Nakrir aðrir eru @_wavelengths, @hayhaycrochet, @torahammer.art, @tanjascrochet
Eg fylgi og fái eisini nógvan íblástur frá føroysku bindi-vangunum á instagram



Hvat dámar tær best at hekkla?
Mær dámar best at hekkla ymisk pløgg. Eg havi hekklað fleiri troyggjur, tað er nokk tað mær dámar best. Mær dámar eisini sera væl at hekkla taskur.

Hvat spennandi projekt er á hekklinálini í løtuni?
Eg eri typan, sum altíð vil byrja uppá okkurt nýtt og havi fleiri projektir koyrandi í senn. Men í løtuni er tað eitt sjal, sum er størsta projektið á hekklinálini. Eg eri eisini í gongd við onkrar bøllehattar, og eri eg júst blivin liðug við eina troyggju.




Viðkomandi greinar