Marmorerað páskaregg
Ítriv

Marmorerað páskaregg

Tað er stuttligt og lætt at gera hesi vøkru eggini – og so kunnu tey eisini prýða í heiminum eftir páskir.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen og Elin Vatnhamar Olsen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 01.12.2020

TÚ SKALT BRÚKA:

Einnýtishandskar – Neglalakk – Skál – Egg – Vatn – Stáltráð – Nál

SOLEIÐIS GERT TÚ:

1.

Prika hol í báðar endar á egginum við einari nál. Blæs í minna endan á

egginum – soleiðis, at tú tømir eggið.

2.

Fyll skálina við lógvaheitum vatni. Um tú ikki hevur eina skál, sum

kann beinast burtur, tá ið tú ert liðug við eggini, so kanst tú leggja ein

plastposa í skálina og fylla hann við vatni.

3.

Klipp umleið 15 cm av stáltráði og sting stáltráðin ígjøgnum eggið. Stoyt nakrar dropar av neglalakki í vatnið. Royn bæði við einum liti og tveimum. Tey bláu á myndini eru við einum liti, og tey grønu eru við tveimum litum. Dyppa eggið niður undir vatnið. Lat turka.




Viðkomandi greinar