3 góðir vanar sum merkjast
Lívsstílur

3 góðir vanar sum merkjast

Tað, sum tú gert fyri og ímóti tínum kroppi, er eisini tað, sum sæst aftur á tínari heilsukonto. Vanar – bæði góðir og ringir. Vit vísa tær her á tríggjar góðar vanar, sum merkjast.
Eftir: 21.02.2022

Sov í sjey tímar

Meðan tú svevur, reinsar kroppurin millum annað ótørv, sum gjøgnum dagin er savnað í heilanum. Og svevur tú samanhangandi í 7-9 tímar hvørja nátt, verður tín immunverja styrkt.

Visti tú: Tú fært besta svøvnin, um tú fert í song uml. klokkan 22.00

Drekk eitt glas av vatni við sitrón

Sitrón er ein av bestu keldunum til C-vitamin, sum er eitt tað besta fyri heilsuna. ½ dl av sitrónsaft blandað í eitt glas av vatni er ein góð byrjan fyri dagin, og gevur tær ta nøgd av C-vitamin, sum kroppinum tørvar.

C-vitamin styrkir immunverjuna og verjir móti bakterium. Sitrón inniheldur nógv kalium, sum er gott fyri heilan og nervalagið.

Soleiðis gert tú: Pressa sitrónsaft, tá tú vaknar. Fyll eitt glas við kókaðum vatni, og lat tað standa, til tað er lunkað – blanda sitrónsaft í og drekk.

Sitronsaft er ikki gott fyri emaljuna á tonnunum, tí verður viðmælt at skola munnin við vatni, tá tú hevur drukkið glasið.

Mindfulness í náttúruni

Náttúran gevur tær ró, og um tú ert nógv úti í náttúruni, gagnar tað sinninum og tínum evnum at hugsavna teg.

Soleiðis kanst tú gera: Set teg á ein stein og lurta eftir ljóðunum, og legg til merkis angan av náttúruni. Royn eisini at geva einum tingi títt fulla uppmerksemi – til dømis ljóðinum av áartutli ella aldubroti.

Keldur: Women'sHealth, Iform.dk




Viðkomandi greinar