Her eru tríggir skjótir, lættir og stuttligir vegir til meira yvirskot.
Anda!
Set klokkuna á telefonini at ringja um 4 minuttir. Hesar komandi 4 minuttirnar skalt tú einki annað gera enn at hugsa um at anda djúpt. Hugsavna teg um andadráttin og fylg honum heilt niður í búkin og upp aftur. Tá klokkan ringir, hevur tú meiri orku, yvirlit og ró.
Morgunrørsla
Set vekjaran eitt sindur fyrr enn tú plagar og sník teg ein túr í svimjihøllina, venjingarmiðstøðina ella ein renni- ella gongutúr, áðrenn familjan vaknar. Hetta kann geva tær eitt undandrag. Tá tú rørir kroppin, framleiðir tú hormonir, sum gera teg væl hýrda.
Dansa
Um tú kennir teg mótfalna ella strongda til arbeiðis onkran dag, so far inn í eitt tómt fundarhøli, stong hurðina, drag gardinurnar fyri, set yndislagið á og bjóða tær sjálvari upp til dans. Tað er sambært granskarum stórur vandi fyri, at ringa lagið hvørvur eftir dansin.
Hvussu riggar tað?
Vit hoyra javnan, at venjing er góð fyri kropp og sinn, og tað er umráðandi at anda djúpt. Men tað motiverar at skilja, hvussu kroppurin verður ávirkaður av hesum.
DANSUR
Pardansur, cha-cha-cha, quickstep ella bara nøkur improviserað dansifet. Tað eru fleiri fyrimunir við at dansa. Millum annað hava granskarar frá lærda háskúlanum í Derby í Onglandi funnið útav, at dansur hevur góða ávirkan á humørið. Luttakarar við tunglyndi vórðu koyrdir á eitt átta vikurs skeið, har tey gingu til salsa eina ferð um vikuna, og tað vísti seg at bøta munandi um hýrin. Eisini gevur dansur tær betri úthaldni, javnvág og reaktiónsans.
VENJING
Tá tú venur javnan, fært tú meiri yvirskot, tú verður í betri lag, og tú fært kensluna av, at kroppurin riggar, sum hann skal.
Hetta ger veningin við kroppin:
- Blóðtrýstið fellur.
- Hjartavøddin verður sterkari og sendur meiri blóð út í kroppin.
- HDL, sum er tað góða kolesterolið, hækkar.
- Hippocampus í heilanum vaksur. Tað ávirkar minnið og innlæran.
- Hormonjavnvágin ger lagið betri og minkar um strongd.
ANDADRÁTTUR
Tú kanst yvirliva tríggjar vikur uttan mat, tríggjar dagar uttan vatn, men bara tríggjar minuttir uttan at anda. Tess betri vit anda, tess betri rigga allar kropsligar funkur - bæði í kroppinum og í heilanum. Nógvar av okkum anda ikki nóg væl, og tað kunnu tað vera nógvar orsøkir til. Tað kann vera strongd, ov strømm klæði, skeivur kropsburður, spentir vøddar, royking ella stúranir.
Hvussu syrgir tú fyri betri andadrátti?
Set tíð av at venja andadráttin, eins og tú venur vøddar ella úthaldni. Ger hetta til ein vana. Soleiðis gert tú:
- Anda djúpt niður í búkin við nøsini. Tel upp í 4 og slepp luftini út aftur, meðan tú telur upp í 6.
- Tá hetta er blivið natúrligt fyri teg, so skalt tú bara minnast til at gera venjingarnar ofta.
- Ger tað til ein vana at gera venjingina, tá tú til dømis hevur tørv á at minka um pínu í kroppinum, tá tú ert kedd, stúrin, hevur ringt við at sova ella hevur tankameldur. Sjálvt í eini samrøðu við ein annan persón ella í úlvatímanum heima við hús riggar tað at anda djúpt og tilvitað eina løtu.Keldur: vorespuls.dk, vogue.com, femina.dk, netdoktor.dk