Eins og teir gomlu grikkarnir eru nútímans sálarfrøðingar og granskarar hugtiknir av sambondunum, vit menniskju knýta hvørt við annað. Sambondini, sum kunnu gerast til vinaløg, eru grundleggjandi, tí tey geva okkum meining og innihald í lívinum. Her eru 9 ting, tú møguliga ikki visti um vinaløg
1 Vit hava størri tørv á okkara vinfólkum í dag samanborið við áður …
Vit finna okkara makar seinni enn áður, og fleiri pør fara hvør til sítt. Úrslitið er, at vit ikki eru eins leingi í longum parløgum nú á døgum, og hava vit tískil meiri brúk fyri góðum og tøttum vinaløgum.
2 Vit missa vinfólk, tá ið vit fáa nýggjan maka
Bretskir granskarar eru komnir fram til, at vit missa vinfólk, tá vit fáa nýggjan maka, tí tú tá heldur vilt brúka tíð saman við makanum enn vinfólkum. Sambært granskingini skumpar ein nýggjur maki í miðal tvey tøtt vinfólk úr vinaskaranum.
3 Vit vilja heldur vera saman við fólki, ið búgva tætt, enn teimum, ið minna um okkum
Ein gransking vísir, at universitetslesandi, ið búðu í sama bygningi, vildu heldur vera saman og skapa eina nærri relatión til teirra, ið búðu í sama bygningi, enn til teirra, ið høvdu somu virði og mintu um tey, men búðu longri burtur.
4 Landafrøðin er avgerandi fyri vinalagið
Um tú býrt meiri enn 30 minuttir burtur frá vinfólki, er vinalagið í vanda, sigur granskarin Robin Dunbar. Tað vísir seg, at tá ið universitetslesandi flyta til ein annan bý, skifta tey umleið 40 prosent av teirra vinfólkum, innan fyrsta árið er farið.
Les eisini: Kanning avdúkar: Góðar relatiónir eru lívsneyðugar
5 Tað tekur 200 tímar at blíva bestu vinir
So nógvar tímar skalt tú í minsta lagi brúka saman við einum øðrum menniskja, um tit skulu blíva bestu vinfólk. Ein stór amerikonsk gransking fylgdi 375 vaksnum, ið fluttu til ein nýggjan bý og skaptu nýggj vinaløg. Granskingin vísti, at tað tók millum 40 og 70 tímar at blíva kenningar, 100 tímar at blíva vinfólk og 200 tímar at blívu bestu vinfólk.
6 Vit hava flest vinfólk fram til 25 ára aldurin
Fram til 25 ára aldurin hava vit størsta vinaskaran. Eftir tað gongur tað bert hin vegin … Útbúgving, børn, makar og flytingar gera tað nevniliga torført at varðveita mongu vinaløgini.
7 Djór hava eisini brúk fyri vinum
Ein vísindalig kanning vísti, at sjimpansur, ið hava vinfólk, finna betri makar og duga betur at samstarva um uppgávur, enn tvær sjimpansur, ið ikki kenna hvørja aðra. Harumframt var tað so, at tær sjimpansur, ið høvdu vinfólk, sum heild høvdu størri møguleika at yvirliva.
8 Øvundsjúka er ikki bara ring
Øvundsjúka verður sjáldan sett í samband við nakað gott. Men tó kann øvundsjúka gagna okkara vinaløgum og ikki bara oyðileggja. Hon kann vísa okkum á, hvør og hvat veruliga hevur týdning fyri okkum.
9 Vinfólkini líkjast tær
So ert tú sum flest onnur. Gransking vísir, at vit vilja heldur vera vinfólk við tey, sum fysiskt líkjast okkum. Fólki, sum hava somu andlitsdrøg, kropsbygnað og útsjónd sum vit, fáa vit lættari álit á.
Les eisini. Eg gjørdi tað, sum allarhelst kennist teimum flestu eitt sindur ónatúrligt
Kelda: 112 for venskaber