Álvaratos við Eyðdis Hartmann Niclasen
Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt gott kaffiprát við?
Tað er ein góður spurningur. Har eru fleiri bæði menn og kvinnur, sum kundu verið sera áhugaverd at tosað við, men serliga hevur Ruth Bader Ginsburg hugtikið meg. Hennara bardagi fyri javnrættindum millum kynini og kvinnurættindum, hennara áhaldni og tolni er bæði undranarvert og kveikjandi.
Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt mestu ávirkan á teg?
Tað hevði verið eyðsæð fyri meg at sagt, at tað hevur pápi mín havt. Hann arbeiddi eisini innan føroysku ferðavinnuna og var í mong ár sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line, umframt hjá Atlantic Airways í nøkur ár, áðrenn hann fór í starv sum stjóri á táverandi Ferðaráði Føroya. Og sjálvt um vit bæði ikki arbeiddu so nógv saman, tosaðu vit sjálvandi nógv um arbeiði.
Men í mínum arbeiðslívi, bæði sum stjórnarskrivari og borgarstjóri, havi eg sæð og upplivað “first hand”, hvussu tað gongur fyri seg við at menna og reka eina fyritøku og/ella eina kommunu.Eg havi arbeitt, har avgerðir verða tiknar, og av tí sama havi eg møtt nógvum markantum persónum. Øll hesi hava hvør sær sett sín dám á arbeiðslívið, og tí ber illa til hjá mær at taka ein einstakan burturúr. Uttan at tað er tilvitað, ert tú væl onkursvegna eitt úrslit av tí umhvørvinum, tú hevur livað og arbeitt í.
Men eitt, sum eg altíð havi verið sera tilvitað um, og sum, eg haldi, telur einamest í lívinum, sama hvar tú starvast, og hvat tú fæst við, so er integriteturin hjá einum persóni altíð tað, sum stendur eftir.
Eg kann tíbetur koma í tankar um nógv fólk, sum eg havi stóra virðing fyri, og sum eg havi verið so heppin at arbeiða fyri - og saman við.
Hvat er títt besta barnaminni?
Tað er ringt at siga, tí har eru so nógv. Míni barndómsár frá Smørum, har eg búði, til eg var 12 ár, eru full í góðum minnum. Vit búðu á einum staði, sum lá nær við náttúruna. Tað var mest sum tikið úr einum Morten Korch filmi; við gøtum, súkklubreytum, kornongum, so langt sum eygað rakk, og skógi rundan um vatnið. Eg havi bara góð minnir haðani.
Men onki var sum at sleppa til Føroya at vitja familjuna í summarfrítíðini. Tey vóru so ómetaliga góð við beiggja mín og meg. Ommur og abbar, mostrar og fastrar, pápa- og mammubeiggjar, systkinabørn o.s.fr. Tað vóru dagar. Og so slapp eg at rokast við alt tað, sum føroysk børn nú einaferð rokaðust við. Tey sumrini vóru altíð serliga góð. Eg kenni bæði frísku luftina og angan av øllum tí, sum hoyrdi til ein góðan summardag har suðuri á Tvøroyri. Og altíð var okkurt gott at fáa frá ommunum, góður føroyskur matur; knetti, frikadellur, kalvafiskur, tvøst og spik og skerpikjøt - og mær dámdi alt! Ikki nóg mikið við tí, so vóru mangan pannukøkur, vaflur og skuffukøkur og ikki at gloyma dessertina - eitt fruktblikk við ísi omaná - framúr!
Eg var mangan trillrund, tá ið eg kom aftur úr Føroyum, og so dugdi eg altíð onkran nýggjan føroyskan sang at syngja og skrála, meðan eg reiggjaði á spæliplássinum í Smørum.
Og hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, sum ætla sær at royna seg í politikki?
Eri spurd um hetta fyrr, og í roynd og veru eru bert eini góð ráð, sum meira ella minni eru ein sjálvfylgja. Og tað er “ger títt besta og minst til, at kynið hevur onki at siga í tínum starvi - tað er óviðkomandi.”
Hvørjum ert tú errin av?
Hetta er altíð ein nokk so breiður spurningur. Eg eri errin av mínum dreingjum - teir eru mítt eitt og alt.
Annars gangi eg ikki soleiðis runt og eri errin. Kanska eri eg meiri takksom fyri alt tað góða, eg havi í lívinum.
Hvørjar tankar hevur koronukreppan vakt í tær?
Eg havi hugsað um, hvussu skjótt allur heimurin, sum vit kenna hann, broytist. Og at vit menniskju bara tillaga okkum ein nýggjan gerandisdag við heimaarbeiði og børnunum í skúla heima framman fyri telduna, munnbindi, spritti, sosialari frástøðu og sóttarhaldi.Eg havi eisini hugsað nógv um, hvussu góða og vælvirkandi tilbúgving vit hava í Føroyum, og eri hugtikin av, hvussu væl smittusporingin hevur riggað. Tey hava gjørt eitt megnar arbeiði.
Og so eitt, sum hevur undrað meg stórliga, er, hvussu summi hava valt ikki at trúgva á álvaran av hesari farsóttini og hava tikið avgerð um, at hetta bert eru falstíðindi.
Hvat er tín besti eginleiki?
Eg havi nógvar góðar eginleikar, um eg sjálv skal siga tað. Men í hesum førinum havi eg hug at bróta eitt sindur frá og taka nakrar úr rúgvuni, sum vanliga ikki verða mettir at vera góðir: góða tendring, treisk, pásetlig, kann vera sera harðmælt. Annars ófør at síggja møguleikar heldur enn forðingar - og at enda haldi eg sjálv, at eg havi góðan humor.