At vera fosturforeldur: „Kærleiki, kærleiki, kærleiki og so kemur restin av sær sjálvum“
Á veg inn til Jónhild og Ruben hevur tú hug at steðga á við postkassan. Á honum er teknað ein perlurekkja av pinnafólkum, sum skulu ímynda familjuna, ið her býr. Rekkjan er líka long, sum listin á nøvnunum, og tað er eingin ivi um, at her býr ein familja, sum er størri enn tann føroyska meðalfamiljan. Afturat teimum báðum foreldrunum húsast her nevniliga seks børn í aldrinum trý til sekstan ár.
– Vælkomin, tekur Jónhild ímóti okkum í gongini. Gjøgnum glashurðina hómast Ruben og teir báðir yngstu synirnir rundan um eitt borð í stovuni.
– Har sita vit nógv. Børnini vita einki betri enn at bara sita har og tekna og tekna og tekna.
Tað er leygarmorgun, tannáringarnir sova leingi niðriundir, teir yngstu tekna, meðan miðlingarnir eru á vikuskifti hjá sínum foreldrum. Tí hóast miðlingarnir – bæði á postkassanum, á familjuportrettunum á vegginum og í hjørtunum á foreldrunum – eru líka nógv ein partur av familjuni sum hini fýra børnini, so hoyra tey biologiskt til eina aðra familju.
Ynskið um eina stóran barnaflokk
– Ruben og eg møttust sum ung, og vit ynsktu okkum altíð eina stóra familju. Eg havi sikkurt eitt nokk so sterkt mammugen, og eg havi eina rúgvu av kærleika og umsorgan, sum eg føli, at eg má geva víðari. Men tað er nú einaferð soleiðis, at vit avgera ikki altíð sjálvi, hvussu lívið háttar sær.
Vit seta okkum í køkin at práta um familjulív, børn og uppaling – og hvussu Jónhild og Ruben at enda gjørdust foreldur at einum stórum barnaflokki, hóast lagnan stríddist ímóti.
– Eg bleiv sjúkur av testikulkrabba, og tá vit vóru 23 og 24 ár, fingu vit at vita, at tað fór at verða stórur kjansur fyri, at vit fóru at fáa trupult við at fáa børn, og at vit máttu byrja at hugsa um aðrar møguleikar, fortelur Ruben.
Kortini fingu tey nøkur ár seinni tveir synir. Men so varð stilt, og útlitini fyri at gerast ein stór familja vóru ongastaðni at hóma.
– Hóast vit vóru ovurfegin og takksom fyri okkara báðar synir, so kendi eg alla tíðina, at mær manglaði okkurt, tá dreingirnir blivu størri, sigur Jónhild. Hon vísir við ørmunum, hvussu tað kennist at klemma út í tóma luft. – Tað var eitt tómrúm, sum mátti fyllast út.
Valið um at gerast fosturforeldur
Hjúnini kannaðu møguleikarnar fyri ættleiðing og fertilitetsviðgerð, men tað var alla tíðina tankin um at taka eitt ella fleiri børn til fosturs, sum talaði mest til teirra.
– Sjálvandi snúði tað seg eisini um at nøkta ein tørv hjá mær sjálvari. Eg vildi hava fleiri børn, sigur Jónhild, men samstundis var tað okkurt serligt við tankanum um at geva mín kærleika til eitt barn her í Føroyum, sum hevði tørv á umsorgan og tryggum kørmum. At vit kundu brúka okkara yvirskot og ressursir til at geva einum barni ein tryggari barndóm.
Men tað var ikki nøkur løtt avgerð, fortelur Jónhild.
Tá tú umhugsar at taka eitt barn til fosturs, eru tað fleiri atlit, tú skalt taka støðu til: Hvussu fer tað at ávirka okkum sum familju? Eru vit yvirhøvur tey røttu at taka okkum av einum barni, sum hevur havt eina torføra byrjan upp á lívið? Men tá spurningarnir høvdu malið í høvdinum á Jónhild eina tíð, var tað ein hending á arbeiðsplássinum hjá Jónhild, sum fekk hana at taka síðsta stigið.
– Eg arbeiddi sum fysioterapeutur og kom í prát við eitt starvsfólk á barnaheiminum. Mítt ynski um eina størri familju fylti nógv, og vit fóru at tosa um tað. Tá hon so segði við meg, at hon helt, at vit høvdu egnað okkum væl sum fosturfamilja. Og tað vigaði nóg nógv til, at tað tá var lætt hjá mær at taka avgerðina, sum vit høvdu hugsað so leingi um.
Jónhild og Ruben settu seg í samband við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av børnum, sum verða sett í fostur ella í umlætting. Tað varð skjótt greitt, at Jónhild og Ruben luku øll krøv, sum verða sett til fosturfamiljur; heilsuváttanir frá lækna, nøktandi bústaðarumstøður, reinar revsiváttanir, góð fíggjarviðurskifti og góð umsorganarevni og foreldraførleikar.
– Tá Barnaverndarstovan so hevði eitt barn, sum hóskaði væl til okkara, blivu vit ringd upp og boðin at koma og hitta barnið og foreldrini. Fyrsta møtið gekk væl, og at byrja við gjørdust vit umlættingarforeldur; tað merkir, at barnið búði heima hjá sínum foreldrum, men var hjá okkum, tá foreldrini høvdu tørv á umlætting. Tørvurin hjá foreldrunum vaks, og nú búgva børnini fast hjá okkum her í Hósvík.
Nøkur ár seinni bleiv Jónhild aftur við barn tvær ferðir, og tí telur barnaflokkurin nú 6.
Tú sum menniskja broytist
– Kærleiki, kærleiki, kærleiki, so kemur restin nokk av sær sjálvum, heldur tú ikki tað, Ruben? sigur Jónhild, tá eg spyrji, hvønn uppalingarleist tey brúka her í húsinum.
–Jú, svarar hann. – Og tað er líka fyri øll 6 børn. Vit royna eisini at leggja nøkur góð virði í tey, byggja teirra sjálvsálit upp og læra tey at virða onnur og at gerast rúmlig menniskju. Hvat tey so sjálvi velja at fara út at gera, trúgva og halda, tað avgera tey sjálvi.
– Tú heldur kanska, at tað er ringt at elska eitt fosturbarn líka høgt sum títt biologiska barn, men tað kann eg lova tær fyri, at tú kanst. Eg kenni ein sovorðnan kærleika til børnini, at eg viðhvørt má bakka bara fyri at verja meg sjálva, tí tú jú sum fosturforeldur tey fyrstu árini má liva við óvissuni um, hvørt barnið skal aftur til síni foreldur at búgva, fortelur Jónhild.
– Nei, tað er eingin ivi um, at vit elska fosturbørnini, og at tey elska okkum, og at tey hoyra til í systkinaflokkinum, har eisini bæði teir eldru og teir yngru dreingirnir eru sera góðir við tey, sigur Ruben.
– Og tú broytist fullkomiliga sum menniskja. Um tað skuldi hent seg, at tær einaferð ikki skuldu búð hjá okkum longur, so hevði eg følt eitt ótrúliga stórt tómrúm. Men sjálvandi høvdu vit ynskt og vóna eisini, at truplu umstøðurnar einaferð laga seg, so at tað aftur er møguligt hjá fosturbørnunum at koma heim aftur til síni foreldur.
– Sjálvt um tað sjálvsagt er strævið at vera fosturforeldur, so hevði eg helst ikki sagt nei, um Barnaverndarstovan ringdi og spurdi, um eg vildi tikið eitt barn til fosturs umaftur.
– Tá tað strævna hevur hug at taka yvir, so haldi eg tó, at vit duga væl at hugsavna okkum um at liva her og nú. At bara vera heima í okkara egna umhvørvi og skapa ein tryggleika mitt í øllum tí ótrygga, sum jú fylgir við, tá tú tekur eitt barn til fosturs, sum hevur eitt trupult bakland. Vit eru nógv heima, hava ikki tørv á at ferðast nógv og realisera okkum sjálvi.
– Men tá tað so er sagt, so er tað als ikki soleiðis, at tú ikki kanst liva eitt spennandi lív fyri tað, um tú ert fosturforeldur. Ruben og eg hava bæði verið sjálvstøðug seinastu árini – Ruben við Matsmiðjuni og Street food og eg sum fysioterapeutur. Eg gangi í trimum ymiskum bindiklubbum, havi gingið til yoga í Sundalagnum og ymisk ítriv um kvøldarnar. Og so havi eg mítt yndisrúm, sum eg altíð kann flýggja til; bryggersið, har eg leggi klæðir saman og kann hyggja Netflix ella biðja eina bøn, um alt er trupult, flennir Jónhild.
– Um eg vil viðmæla øðrum at gerast fosturforeldur? Tað veldst øgiliga nógv um, hvør støðan er. Tað er avgjørt ikki nakað fyri ein og hvønn. Tað krevur nógv. Tú skalt hugsa teg væl um, og tú skalt vita, at tú veitst ikki, hvat tú tekur á teg. Tað er umráðandi at hava eina fasta, stabila basu í lívinum. Parlagið skal vera gott, og tað fíggjarliga skal vera í lagi. Men um tú ert til reiðar at hava stórt fokus á heimalívið og følir, at tú hevur onkra umsorgan í tær, sum tú vilt geva víðari til eitt barn, sum veruliga hevur tørv á tí, so vil eg avgjørt viðmæla tí. Eg hevði aldrin ivast í at gjørt tað aftur. Eg eri veruliga so góð við míni fosturbørn, og eg kann bara vóna, at eg havi gjørt ein mun fyri tey. Tað fer tíðin so at vísa.
Barnaverndarstovan søkir eftir fosturfamiljum
Tørvurin er stórur, og tú kanst gera ein mun
Far inn á heimasíðuna www.bvs.fo og les um tínar møguleikar at gerast fosturforeldur. Tú kanst antin gerast fosturforeldur fulla tíð ella knýtast at einum barni, sum tú hevur í umlætting av og á – til dømis annað hvørt vikuskifti.
Barnaverndarstova Føroya • tel 30 24 80 • bvs@bvs.fo