– Onkuntíð kann lívið hjá einum barni vera órímiliga hart. Politistar eru ofta ímillum tey fyrstu á staðið, tá ið okkurt álvarsamt er hent, og vit halda altíð serligt eyga við, um eitt barn er partur av hendingini. Ein bamsulummavinur er ein lítil bamsa, sum politisturin kann hava í lummanum – klár til at veita barninum ugga í einari svárari støðu, soleiðis skrivar Føroya Politi á Facebook vanga teirra í dag.
Hugskotið um bamsulummavinir fekk politsturin Astrid úr Norðurjyllandi, ið hevur gjørt eina lætta uppskrift til at binda ella hekla fittu bamsuna burtur úr tógvrestum. Í síðstu viku royndi bindiklubburin hjá Føroya Politi at binda bamsulummavinir, og væl var latið at.
Um tú kundi hugsað tær at roynt uppskriftina, kann hon heintast her: https://politi.dk/.../bamselommevenner-opskrift-web.pdf