– Brúka tínar sansir heldur enn haldførismerkingina
Lívsstílur
– Brúka tínar sansir heldur enn haldførismerkingina
Matur og bakstur skapar gerandisgleði hjá Rannvá og familjuni á Hvítanesi. Og so hava tey eitt prinsipp um, at einki fer burtur. Vit vitja í køkinum hjá Rannvá og tosa um matgleði, vistfrøði og matoysl.
Eftir: Eftir Birgith Lassen Myndir Amy Hansen 06.06.2023

Hon er kokkur, hann er útlærdur kokkur og saman deila tey eina ómetaliga gleði fyri matgerð og matvísind.

– Matur gevur okkum onkra gleði, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Tí fyllir matur upp á ein natúrligan máta øgiliga nógv í okkara gerandisdegi, sigur Rannvá Beder, sum millum annað hevur verið køksstjóri á Hotel Brandan. Júst nú er hon í barnsburðarfarloyvi. Og sjálvt um hon í professionellum høpi ger mat,  hoppar hon ikki yvirum, har garðurin er lægstur, tá hon ger mat heima.

– Einasta løtan, vit hava tíð at tosa saman, er, tá vit savnast um matin, og tí má hann ikki niðurraðfestast heima, sigur Rannvá.

– Tá eg skal gera nátturða lati eg oftast kuldaskápið upp og kanni, hvat vit eiga. So finni eg upp á okkurt út frá tí. Og eg brúki aldrin, sum í aldrin, uppskriftir. Eg kann væl finna íblástur í teimum, men eg dugi ikki at fylgja teimum. Eg haldi, eg missi hugin av tí slavisku tilgongdini.

Áhugin fyri mati kemur heimanífrá. Í barndómsheiminum var tað pápin, sum gjørdi og tosaði um mat, og kanska legði upp til, at Rannvá seinni fór at læra til tænara og síðani kokk.

– Eg helt, álvaratos, ikki, at eg dugdi at kóka eitt egg. Tað vísti seg, at tað dugdi eg væl, og at enda var eg útlærd sum kokkur á eini italskari matstovu.

– Og nú eri eg tann, sum vinkonurnar ringja til, tá tær ivast í, hvussu nógv steikin skal hava í ovninum, flennir hon.

Vistfrøði og matoyðsl

Rannvá og maðurin eru bæði tilvitað um, hvar maturin kemur frá, og hvussu hann er framleiddur, og so hava tey eitt prinsipp um, at eingin góður matur skal fara burtur.

Góð ráð móti matoyðsli frá Rannvá! Turka breyðrestir í ovninum og hvirla. So hevur tú heimagjørt rasp til panering. Syrg bara fyri at turka breyðið nóg leingi á lágum hita, so øll vætan verður tikin úr breyðinum.

– Her heima gangi eg altso aldrin eftir dagfestingunum á matvørunum – eg brúki mínar sansir til at meta um. Eyguni og nøsin eru besta amboðið í køkinum, haldi eg. Og so snýr tað seg um at fáa sær góðar vanar. Til dømis ikki at blaka turt breyð burtur, men heldur turka tað enn meiri í ovninum og hvirla tað, so tað verður til luksusrasp, sum lyftir panerað flak upp á eitt nýtt støði, tí raspið eru restirnar av einum heimabakaðum súrdeigsbreyði.

Rannvá letur mannin taka sær av bakstrinum. Hann hevur eina nærum vísindaliga tilgongd til bakstur og vigar sjálvt vatnið, tá hann bakar.

– Pitsurnar frá Reyðleyk í Hoyvík eru góðar, men hetta er besti pitsubotnurin, sum tú fært í landinum, flennir hann. Hann fer út í hjallin eftir einum ílati av deiggi, sum skal standa til í morgin. Hetta er deiggj til pitsubotnar, sum er gjørt við súrdeggi. Uppskriftin stendur skrivað á eini talvu í køkinum, men hon er so kryptisk, at eingin skilir hana.

– So meðan eg dugi betur tað spontana, so dugir hann væl tað, sum krevur perfektión. Sum til dømis breyð og kakur, sigur Rannvá.

Góð ráð móti matoyðsli frá Rannvá! Brúka tínar sansir heldur enn haldførismerkingina. Um rómin luktar væl, tá tú letur hann upp, so er hann ikki spiltur, bara tí tað stendur á pakkanum, at hann er tað.

Sunt, men ikki bara

Sjálvt um køkurin hjá Rannvá sær sunnur og heilsugóður út, so er tað týðandi fyri hana, at tað ikki fær vald á teimum.

– Eg hevði eitt heilt ár, har eg ikki át hveiti og sukur, tí eg skuldi giftast og vildi gjarna vera nakrar støddir minni til dagin. Eg kláraði tað og tapti meg eisini tjúgu kilo. Men tað týdningarmesta var, at tað lærdi meg, at matur skal ikki koma við restriktiónum. Tað er umráðandi at eta sunt, ja. Men tað er sanniliga eisini umráðandi at eta tað, sum okkum dámar. Matur gevur ikki gleði, tá ið hann verður ov stýrdur av reglum og forboðum.

5 skjótir til Rannvá

Hvaðani fært tú matíblástur?
Mest av øllum í mínum grønmetiskassa frá FK. Hann er ein inspiratión, tí har kemur so nógv ymiskt hvørja viku. Tað leggur upp til, at eg bjóði mær sjálvari av. Bjóði eisini børnunum av, tí eg royni at fáa tey at eta alt, sum er í kassanum.

Hvat er títt yndis vín?
Butterfield Station, sum vit eisini høvdu til okkara brúdleypsveitstlu. Vit royndu tað á Tarv fyrstu ferð og fullu bæði fyri tí beinanvegin. So fingu vit Rúsuna at bíleggja tað heim til okkara stóra dag.

Yndis morgunmatur? 
Morgunmatur í vikuskiftinum er mítt yndismáltíð. Lekkur røregg, beykon og bananpannukakur ella bara eina flís av súrdeigsbreyði.

Prei til borðbúnaðin? 
Eg elski at eiga nógv lítil ymisk íløt, sum eg kann servera í. Tað ger borðið meiri persónligt enn at hava alt av einum ávísum slagi.

Hvat eigur tú altíð í køliskápinum?
Smør, ymiskt grønmeti, sum verður brúkt upp, egg, róma og altíð ein pakka av Sun Lolly í frystaranum.




Viðkomandi greinar