– Eg eri liðug at keypa jólagávur í oktober
Lívsstílur
– Eg eri liðug at keypa jólagávur í oktober
Tey sum kenna meg, vita at eg eri sera planløgd, so eg havi sum oftast eini gleðilig jól, og ikki stressað jól, sigur 41 ára gamla Vígdis Skorheim, sum her svarar jólaligum spurningum um jól, siðvenjur og nýggja árið fyri framman
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.12.2024

Hvussu heldur tú jól í ár?
– Í ár byrja vit við hugna um morgunin saman við teimum minstu børninum í familjuni, síðani er tað dunna, pakkar og samveru saman við svigerfamiljuni.

 

Hevur tú nakrar serligar jólasiðir?
– Tað er nakað heilt serligt, tá jólaskipið kemur inn eftir vágni í Klaksvík, so tað fara vit altíð til. Annars haldi eg tað er umráðandi, at jólasiðinir tilpassast til ta orku og ynskir, vit hava tað árið.

 

Hvat er títt yndis jólabarnaminni?
– Tað eina árið hevði eg fingið eitt koppastell, og eg var nakað so spent at vísa tað fyri mínum systkinabarni dagin eftir, so vit báðar kundi spæla saman.

 

Hvussu pyntar tú heimið til jóla?
– Eg elski at pynta til jólar, og tað er alt frá vættrum, einglum og heimagjørt pynt. Míni yndispynt eru tær ymisku jólakúlunar á jólatræinum.

 

Hvat er besti jólarætturin, og hvør dugir best at gera hann?
– Eg elski eina lekkra saftiga dunnu við sós, sum er gjørd yvir fleiri dagar, og tað er maðurin, ið dugir best at gera tann rættin.

 

Hvussu langt áðrenn jól byrjar tú at keypa gávur, ella ert tú tann, sum keypir seinasta løtu?
– Eg eri sum oftast liðug at keypa í oktobur. Mær dámar væl, at keyma gávur leypandi í gjøgnum árið. 

 

Ert tú "gleðilig jól" ella "stressað jól"?
– Tey sum kenna meg, vita at eg eri sera planløgd, so eg havi sum oftast eini gleðilig jól og ikki stressað jól. 

 

Um tú kundi givið ein jólagáva til tín sjálvs í ár, hvat hevði tú valt?
– Eina feriu saman við familjuni

 

Um tú skuldi skriva eitt jólabræv til eina kvinnu, sum hevur havt ávirkan á títt lív, hvør hevði tað verið, og hvat hevði tú skrivað?
– Eg havi nógvar fantastiskar kvinnur í mínum lívi, kvinnur ið hava lært meg at vera sjálvstøðug, siga mína meining og vera trúgv í móti mær sjálvari. Um eg skuldi valt eina, so hevði eg skrivað eitt bræv til ommu mína. Eg hevði takkað henni fyri at hava lært meg at lurta og vera nærverandi - tað er ein tann størsti eginleikin ein kann hava.

 

Hvat hevur tú lært um teg sjálva í ár, sum tú tekur við tær inn í nýggja árið?
– Eg havi altíð sett mær ymisk mál, men í ár havi eg lært, at eg nái eisini at náa teimum heilt stóru málinum eg seti mær.

 

Hvussu brúkar tú jólini til at savna orku ella reflektera yvir árið?
– Samvera saman við familju og vinum gevur nógva orku, og so bara at hava dagar, har einki er á skrá.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í 2025?
– Ein tann størsta verkætlanin á arbeiðsplássinum, “kom aftur til parlagið”, verður liðug í 2025, so tað gleði eg meg sera nógv til. 

 

Vígdis Skorheim er 41 ár, stjóri í Mea og býr í Klaksvík. Hon er gift Jógvani, og tey eiga børnini, Vón, sum er 13 ár, og Kristian, sum er 5 ár.