Hvussu kennast tit báðar?
Anna: – Ein dagin fyri sløkum seks árum síðan var eg til ein venjingartíma í Havn saman við eini vinkonu. Tá sá eg Dianu. Eg hevði lagt merki til hana fyrr, tí hon var ofta og vandi einsamøll, og eg hevði eisini hugsað fleiri ferðir, at hon virkaði sum ein kul typa, sum eg púra vist hevði tímað at kent betur. Og so gjørdi eg tað, sum allarhelst kennist teimum flestu eitt sindur ónatúrligt. Eg legði upp til eitt vinaband við at bjóða Dianu við mær og hinari vinkonuni út at eta sushi. Diana takkaði ja, og soleiðis byrjaði vinalagið okkara millum. Tað liggur kanska ikki til føroyingar at koma til onnur og leggja upp til eitt vinaband soleiðis, sum eg gjørdi hendan dagin, men eg eri sjálv tilflytari, upprunaliga úr Russlandi, og havi eisini búð fleiri ár í Svøríki. Kanska er tað tí, eg veit, hvat tað krevur at skapa eitt netverk, har tú ongar røtur hevur.
Diana: – Eg bleiv eitt sindur nervøs, tá Anna bjóðaði mær við til sushi handan dagin. Eisini hóast eg havi búð í Danmark í tíggju ár og havi verið von við at skulað uppbygt eitt persónligt netverk í danska dansiumhvørvinum. Eg hevði tó einki at óttast. Vit funnu so væl út av tí og eru nú hjarta-vinkonur. Tað er ringt at skapa vinabond, tá tú ert vorðin vaksin, og tí er hetta vinabandið millum okkum báðar so serstakt.
Anna: – Gjøgnum árini havi eg fingið fleiri góðar vinkonur í Føroyum, tí eg havi gjørt mær ómak at finna tær. Hetta eru kvinnur, sum eg eri komin í samband við gjøgnum arbeiði, venjing ella okkurt annað áhugamál... Tær relatiónirnar, tú fært sum vaksin á hendan hátt, eru onkursvegna meiri harmoniskar, tí tú sjálv hevur valt tær og áhugamálini ofta samsvara.
Diana, hvussu er Anna?
Diana: – Hon er eitt multitalent. Hon dugir alt. Vil eg hava okkurt gjørt, sum eg ikki dugi at gera, so spyrji eg hana - alt frá rættstaving til business. Eg kann altíð ringja til hennara við einum svøkum hugskoti, og hon trýr altíð upp á tað, sum eg fari undir at gera. Hon heldur ongantíð, at tað er órealistiskt, og hon hjálpir við at leggja ætlanir fyri, at hetta skal eydnast mær. Hon er strategisk, trúføst, røsk og gávumild. Til dømis kann eg nevna, at eg á heysti í fjør rann 50 kilometrar fyri at savna pening inn til Autismufelagið. Tað var ein strævin teinur, og tá eg skuldi renna eina strekkið, hevði eg ongan at renna saman við mær. Og tá kom Anna - í regni og vindi - og rann næstan 10 kilometrar saman við mær, hóast henni als ikki dámar at renna. Tað lýsir hana rættiliga væl.
Anna: – Ah. Nú renna tárini... Tað er ikki lætt at fáa vinir, tá tú ert blivin vaksin.
Anna, hvussu er Diana?
Anna: – Hon er ein persónur, sum, tá tú hevur lært hana at kenna, følist sum heima. Hon hevur ein serstakan eginleika til at fáa øll, hon er góð við, at føla seg væl, vird og sædd. Eg ivist ongantíð í mær sjálvari, tá eg eri saman við Dianu. Hon er ótrúliga trúgv og røsk. Hon er eisini altíð tann fyrsta, sum traðkar til, tá onnur hava okkurt at stríðast við ella ikki strekkja til. Hon tekur byrðuna á seg, tá tú hevur brúk fyri tí. Hon er eisini ambitiøs og hevur megnað at uppbygt eitt dansiumhvørvi innan kommersiellan dans í Føroyum, sum ikki var til, áðrenn hon flutti heim. Eg haldi, hon hevur gjørt tað fyri at skapa eitt umhvørvi, sum manglaði, tá hon var yngri. Tað er stórt.
Diana: – Ofta gloyma vit, hvat tað krevur at halda eitt vinalag, eisini tá tú ert blivin vaksin. Ein av styrkjunum hjá okkum er, at vit javnan gera avtalur um at hittast. Tær avtalurnar eru eisini realistiskar, og vit leggja tær frammi í tíðini, tí vit hava nógv um at vera.
Anna: – Ja, og vit gera ofta okkurt saman, sum samsvarar við tann aktiva lívsstílin, vit hava. Sum oftast so venja vit saman, áðrenn vit fara í hitapott ella hitarúm. Ella fara vit ein túr til Klaksvíkar at venja og síðan í spa. Og so dámar okkum væl góðan mat og gott vín. Soleiðis hugna vit okkum best saman. Tað er ikki shopping-dates ella býtúrar. Tí er tað lættari at fáa tíð til hvørja aðra, tí hetta eru ting, okkum dámar at gera. Vit taka menninar við viðhvørt, so teir eru eisini flættaðir upp í hetta vinabandið.
***
Fakta
Anna Kalsø er 42 ár, býr í Havn og starvast sum varastjóri og menningarleiðari hjá J&K Petersen Contractors
Diana Jógvansdóttir Hansen er 34 ár, býr í Havn og starvast sum dansiundirvísari og persónligur venjari.
***
Hendan greinin er ein redigerað útgáva av longri samrøðu við Dianu og Annu. Tú kanst lesa alla samrøðuna í Kvinnu3, sum er á handilshillunum kring alt landið.