Hvussu heldur tú jól í ár?
– Vit eru ein stór familja við nógvum børnum – míni, tíni og okkara. Vit hava børnini og barnabørnini hjá manninum heima hjá okkum í ár, og tað er altíð hugnaligt.
Hevur tú nakrar serligar jólasiðir?
– Eg havi trý børn, sum eru fødd í desember – tvey av teimum 22. desember – og 17 ár eru ímillum tey. Okkara jólasiður hevur verið at pynta jólatræið til teirra føðingardag. Mær dámar eisini væl at baka, hugna um og fara til jólakonsert. Tá komi eg í serliga gott lag, tí eg elski alt, sum hevur við jólini at gera.
Hvat er títt yndis jólabarnaminni?
– Eg eri fødd og uppvaksin í Mauritius, sum var ein bretsk koloni. Meirilutin av okkum eru av indiskari ætt. Míni foreldur blivu umvend til kristindóm, tá ið eg var lítil. Okkara siður har er at eta jóladøgurða og pakka jólagávur upp 25. um morgunin. Tað eru sera góð minni at hugsa aftur á. Alt var so hugnaligt við familjuni og samkomuni. Eg leingist aftur til tað og mín barndóm, og eg royni at skapa sama hugna og gleði fyri míni børn. Men eg havi ongantíð skilt, hví tann stóri dagurin er 24. og ikki 25. her í Norðurlondum. Eg varð bilsin av, at gávurnar verða latnar upp 24. her í Føroyum.
Hvussu pyntar tú heimið til jóla?
– Eg elski at pynta, og sum oftast byrji eg longu í november, men í ár bleiv tað í desember, tí eg havi verið sera upptikin við arbeiðinum, og vit hava eisini bygt um heima hjá okkum - vit hava eini gomul, sjarmerandi hús á Tinghúsvegnum í Havn - mitt í býnum - og tað er altíð sera hugnaligt at pynta gomul hús.
Hevur tú ein serligan stíl ella nøkur yndispynt?
– Eg havi ikki nakran serligan stíl, men havi goymt nógv, sum børnini hava gjørt, tá tey vóru smá. Hetta brúka vit til at pynta bæði jólatræið og húsini annars. Eg elski eisini einglar, og tey brúki eg nógv, bæði á jólatrænum og í sum prýði annars.
Hvat er besti jólarætturin, og hvør dugir best at gera hann?
– Eg elski gás. Maður mín dugir sera væl at gera mat, og tað er hann, sum kokkast á jólum. Hansara brúna sós er sera góð – tað gleði eg meg til á hvørjum ári.
Hvussu langt áðrenn jól byrjar tú at keypa gávur, ella ert tú tann, sum keypir seinasta løtu?
– Eg eri nokkso skipað og skal hava alt væl planlagt, serliga við bæði jólum og føðingardøgum í desember. Eg byrji ikki alt ov tíðliga, men fyrst í november mánaði byrji eg at keypa gávur.
Hevur tú nakrantíð upplivað eina jólastøðu, sum var so kaotisk, at tú bara mátti flenna?
– Ja, tað havi eg. Báðu ferðirnar, eg átti 22. desember, kom eg heim aftur av sjúkrahúsinum jólaaftan. Alt var so kaotiskt heima, at vit fóru at eta jóladøgurða umleið kl. 21. Men soleiðis er, tá maðurin skal taka ímóti einari mammu og einum nýføðingi. Vit vildu helst vera heima við okkara nýfødda barni - og sjálvt um alt bleiv kaotiskt, so hevði tað eisini sína sjarmu.
Ert tú "gleðilig jól" ella "stressað jól"?
– Eg eri mitt ímillum. Eg vil hava alt skipað, og øll skulu hava tað hugnaligt. Men eg havi eisini lært, eldri eg blívi, at sleppa tí “perfekta” og ikki leggja ov nógv trýst á meg sjálva. Tí tað “perfekta” er ikki til, og man stressar bara seg sjálvan við tí.
Um tú kundi givið ein jólagáva til tín sjálvs í ár, hvat hevði tú valt?
– Eg ynski mær sum so ikki nakað materielt, men eg hevði ynskt mær meira tíð til mín sjálvs at lesa, íðka og skriva.
Um tú skuldi skriva eitt jólabræv til eina kvinnu, sum hevur havt ávirkan á títt lív, hvør hevði tað verið, og hvat hevði tú skrivað?
– Uha… tað eru fleiri kvinnur, sum hava havt ávirkan á meg, bæði í mínum heimlandi og í Føroyum. Omma mín og mamma mín hava havt serliga stóra ávirkan á meg. Tær eru báðar sera sterkar kvinnur, sum fáa nógv at henda upp á teirra stilla máta, bæði heima og úti. Eg haldi, at eg eri eitt sindur sum tær. Eg føli ikki, at eg skal rópa hart fyri at vísa, hvat eg dugi, men eg geri tingini í stillum. Líkasum tær báðar, havi eg lært at geva meg 100 prosent, tá ið eg átaki mær eina uppgávu. Tær báðar hava ongantíð givið upp, sjálvt um tær hava møtt nógvari mótstøðu. Hetta er nakað, sum eg royni at minna meg á, eisini tá ið eg sjálv upplivi mótstøðu – at eg skal standa stinn, og tað verður gott hinumegin. Hetta vil eg gjarna takka teimum báðum fyri.
Hvat hevur tú lært um teg sjálva í ár, sum tú tekur við tær inn í nýggja árið?
– At eg eri góð nokk, sum eg eri.
Hvussu brúkar tú jólini til at savna orku ella reflektera yvir árið?
– Tú hevur ikki ordiliga tíð til at totalt gira niður, tá ið tú hevur eitt smábarn, sum er 4 ár, men tað er deiligt at fara niður í ferð, tí vit hava frí og skulu ikki skunda okkum til nakað. Tað er deiligt at hava tíð við teimum stóru børnunum heima og at hyggja film saman. Eg elski at lesa filosofiskar bøkur og lurti nógv eftir fyrilestrum á YouTube. Tá slappi eg ordiliga av og njóti løtuna – mítt “Me Time”.
–Eg minni eisini ofta meg sjálva á at fara út um mína komfortsonu og royna nýggj ting. Eg seti mær nýggj mál fyri hvørt ár, og soleiðis reflekteri eg yvir árið. Tað riggar betri hjá mær at hava hálvárligar ætlanir, sum eg klári at liva upp til, heldur enn at hugsa í heilum árum. At seta mær nýggj mál og skriva niður, hvat eg skal náa frá januar til summar, hjálpir mær, tí tað skal verða yvirskoðiligt.
Hvat gleðir tú teg mest til í 2025?
– Nýggjar avbjóðingar í mínum arbeiði, nýggja gransking, at útgeva greinar og at ferðast til mítt heimland við familjuni í summar.
Runa Preeti Ísfeld er 45 ár, eigur fýra børn, starvast sum námslektari á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, býr í Havn og er gift Sigmundi Ísfeld.