Navn: Theodor Eli Dam Olsen
Starv: Sóknar- og orlogsprestur, Suðurstreymoyar norðara prestagjald
Privat: Giftur við Jeanette Ellefsen Blaasvær
Børn: Elisa og Malan Theodora. Harumframt gávubørnini Gutti og Alith
Tað besta við kvinnum er …
Hjá kvinnuni finnur tú nakað, sum ein maður ikki kann geva. Tað milda, tað góða og tað kvinnuliga, sum onkursvegna ikki ber til at greiða frá. Kvinnan hevur eina atdráttarmegi, sum illa kann lýsast við orðum. Sum smádrongur strembar tú eftir mammuhitanum, og sum vaksin strembar tú eftir kvinnuhitanum – sum ein hinskyndur maður í øllum førum.
Eg haldi, at seinna ørindi í yrkingini “Kvinnan” eftir Regin Dahl sigur tað so væl:
“Mildari enn døgg er kvinnan,
Mildari enn sirm
Og sunnanfleyr;
Skærari enn sól er kvinnan
Varnari enn vár
Við áareyr –
Sólskinsvár um vátan eyr”
Kvinnur og útsjónd ...
Útsjóndin hevur sjálvandi nakað at siga. Vit øll royna so ella so at taka okkum væl út yvir fyri hvørjum øðrum, og tað er umráðandi. Men vakurleiki kann vera so nógv. Hann kann vera í eygunum, røddini og í smílinum. Tað er ikki løgið, at listamenn søguliga hava fingið íblástur frá kvinnukroppinum. Eg kann bara taka undir við Karen Blixen, sum segði, at Várharra gjørdi kladduna fyrst, tá hann skapaði okkum.
Tað týdningarmesta, ein kvinna hevur lært meg ...
At geva kærleika og at loyva kærleika innum. Boðskapurin er úr skaldsøguni Tuesdays with Morrie, sum eg fekk frá Jeanette, stutt eftir at vit hittust. Í fyrstuni helt eg tað vera heldur banalt, men við tíðini havi eg sannað, at hesin einfaldi boðskapurin gevur meining. Eg havi enntá brúkt hesi orðini í onkrari av mínum prædikum.
Tann sterkasta kvinnan í mínum lívi ...
Tað er Jeanette. Hon hevur nógvar dygdir. Bæði fakliga og sosialt. Hon hevur altíð eyga fyri loysnum heldur enn forðingum, og hon dugir so væl at fáa fólk at kenna seg væl. Hon er ein góður sparringspartnari í mínum lívi. Eg kann ikki koma í tankar um nakað, sum eg ikki kann tosa við hana um. Hon er mín lívsvinur.
Mín kvinna ...
Jeanette og eg hittust til eitt tiltak. Seinni fór eg at vitja hana, vit tosaðu væl og leingi saman. Hon er vøkur og eygagóð, klók og skilagóð. Og so dámdi mær so væl hennara rødd. Tað vísti seg, at vit hava somu virðir. Vit tosa ofta um hetta við brúðarritualinum, sum er so lætt at gloyma, at tað er líka týdningarmikið at æra hvønn annan sum at elska hvønn annan, til deyðin okkum skilur. Tað gera vit okkum ómak við at minnast til.
Hon er ein rúmligur persónur, eisini hvat viðvíkur mínum arbeiði og vinarskara. Vinarlag hevur nógv at siga fyri meg, og hon gjørdist skjótt vinur við mínar vinir. Prestastarvið kann eisini vera óútrokniligt, tí tað er sjáldan nøkur rútma í arbeiðinum, og tí krevst ein vilji til umstilling av makanum. Eg mátti t.d. avlýsa eina av okkara allarfyrstu date’um orsakað av eini bráðfeingis arbeiðsuppgávu.