Er eitthvørt tú hevur tørv á at tosa við prest um, men tað er ov møtimikið at fara á gátt ella at ringja, so ber eisini til at fara inn á salarrokt.fo og kjatta. Sálarrøkt er eitt tilboð frá fólkakirkjuni um eina samrøðu í trúnaði við ein prest - og tú kanst kjatta um júst tað, tú hevur tørv á. Prestarnir vita ikki, hvør tað er, sum skrivar, og tí er málbólkurin øll. Vit hava hitt prestarnar Steintóru Gleðisheygg Joensen og Gerhard Jónsson Mikkelsen til eitt prát um tænastuna.
Hví bjóðar fólkakirkjan sálarhjálp gjøgnum kjatt á netinum?
Gerhard Tað vísir seg, at tað ikki eru øll, sum vita, at vit prestar - umframt gudstænastur og jarðarferðir - eisini bjóða sálarrøkt, og júst sálarrøkt er í veruleikanum eisini partur av okkara prestalyfti. Hevur tú tørv á at tosa við prest, kanst tú altíð koma á gátt ella ringja, men tað er nú eisini ein møguleiki at skriva saman á salarrokt.fo. Har er gáttin lág, tí anonymitetur er báðar vegir. Tað vísir seg ofta, at skulu fólk taka fyrsta stigið, so skulu tað ikki vera ov nógv trin.
Steintóra: – Ja, vit búgva í einum lítlum samfelag, og tað eru ikki øll, sum megna at taka stigið til at tosa um tað, tey stríðast við. Tá kann tað vera lættari at kjatta. Síðan vit byrjaðu hetta tilboðið um sálarrøkt á netinum, havi eg í øllum førum merkt, at tað eru komnir fleiri fyrispurningar um sálarrøkt annars. Tað er, sum ljós er varpað á tilboðið, sum fólk ikki hava vitað er har. Tað er jú ordiliga gott fyri brúkaran. Salarrokt.fo hevur latið upp fyri einum práti um uppgávurnar hjá prestum, sum ikki snúgva seg um gudstænastur.
Gerhard: Tá ið vit tosa um sálarrøkt, so er umráðandi at undirstrika, at hetta er ein ókeypis tænasta til tín, har tú kanst koma til prest og tosa um alt, tú hevur tørv á at snakka um. Vit eru ein lurtandi partur og royna at spyrja inn til støðuna, og soleiðis royna vit at fáa fólk at skilja sína egnu støðu gjøgnum tað, tey sjálvi siga. Ráðgeving kann verða knýtt at, um so er, at viðkomandi vil hava tað. Um tey vilja hoyra meiningina hjá presti, so fáa tey hana eisini. Vit liva eisini í einari tíð, har fólk eru von við, at tey mugu rinda fyri ta hjálpina, teimum tørvar. Við hesi tænastuni skalt tú ikki tað, tí hetta er ein ókeypis tænasta.
Steintóra: Hendan tænastan er eisini óbindandi. Tú skalt ikki gera eina nýggja avtalu við okkum um, at vit taka í endan aftur og fylgja upp. Samrøðan verður slettað, tá ið kjattið endar.
Hvussu er tað at geva sálarhjálp uttan at síggja og hoyra persónin, sum tit hjálpa?
Steintóra: Tað kann vera ein avbjóðing, at tú ikki sært persónin. Tí tá kanst tú ikki avlesa andlits- og kropsmál, og tú hoyrir ikki, hvussu tung tey eru í huga. Tá ið tú skrivar, so veitst tú ikki, um tað verður lisið og skilt í sama tónalagi, tú skrivar í. Tí er tað verri at bera boðskapin fram á nøktandi hátt, tí umsorgan er eisini nærveran.
Gerhard: Tú kanst ikki geva eitt klemm...
Hvørjar eru tær vanligastu avbjóðingarnar, fólk venda sær við til tykkara gjøgnum hesa tænastuna?
Steintóra: Tað kann til dømis vera trupulleikar í hjúnalagnum, saknur og sorg - men eisini trúarspurningar, sum snúgva seg um, hvat er rætt ella skeivt sambært skriftini.
Gerhard: Onkuntíð ivast fólk eisini í, hvat tey kunnu siga í ávísum støðum - um tey kunnu siga okkurt víðari, sum tey vita um. Tað er kanska orsakað av, at vit búgva í einum so lítlum samfelag, har vit koma hvørjum øðrum við í so ómetaliga nógvum samanhangum, og ofta ávirkar tað, vit gera, onnur í nógvar ymiskar mátar. Tí kann tað vera torført at vita, hvar vit skulu fara við okkara vitan, ella hvønn vit kunnu tosa við. Tá kann eitt forum sum hetta vera ein hjálp.
Hvør er málbólkurin? Og hvørji eru tey, sum nýta hendan møguleikan?
Steintóra: Tað ber ikki til at siga, tí vit vita ikki, og vit spyrja ikki uttan so, at fólk sjálvi vilja fortelja eitt sindur um, hvar tey eru í lívinum. Tað er øgiliga ymiskt. Eg havi tó merkt, at eg havi kjattað við fólk í øllum aldri, út frá tí tey siga seg stríðast við.
Gerhard: Hetta er fyri øll, og tað er eisini óavmarkað, hvat tú kanst práta um, tí sálarrøkt er eitt tilboð, sum kirkjan og prestar bjóða. Tað er ein samkenslufull samrøða, eisini hóast vit hava okkara fakkunnleika. Sum prestar hava vit eisini ta andaligu dimensjóna við í hesi tilgongdini, og um fólk vilja, so kann prátið eisini enda við eini bøn. Endamálið er ikki at greina samrøðuna ella fáa viðgerð í lag. Tað er eisini tað, sum er munurin millum sálarrøkt og professionella sálarfrøðiliga hjálp. Vit eru har fyri at lurta, men um so er, at tú hevur tørv á at hoyra, hvat vit halda um okkurt, so gera vit sjálvandi eisini tað. Tað er eisini orsøkin til, at eg brúki eina góða løtu uppá at spyrja nærri, tá ið eg kjatti við fólk.
Steintóra: Ja, tí tey vita jú ikki altíð, hvussu trupulleikin skal orðast. Tá kann tað hjálpa at spyrja nærri fyri at finna fram til tey punktini, sum tykjast ógreið. Tað er ikki altíð, at ein loysn verður funnin, men tað er meira fyri at fáa sett orð á onkur ting. Hjá summum er tað fyrstu ferð í nógv, nógv ár, at tey seta orð á tað, tey stríðast við - og vit vita, at tað kann loysa fastlæstar støður upp, tá ið vit seta orð á trupul viðurskifti.
Hvussu sær ein vanlig samrøða út, tá hon fer fram á netinum? Hvussu fáa tit tey, sum skriva, at kenna seg trygg?
Steintóra: Vit hava fingið eina upplæring í sálarrøkt, áðrenn vit byrjaðu hesa tænastuna, men hetta er eisini ein partur av at vera prestur.
Gerhard: Prestar fyrihalda seg til gleði og sorg í teirra tænastu. Men prestar eru eisini ymiskir – eins og menniskju sum heild eru ymisk. Og í tænastuni brúka vit eisini tær gávur, royndir og fakliga servitan, sum vit hvør sær hava við okkum. Og ymisleikin er ein styrki.
Hvørjar fyrimunir síggja tit við at bjóða sálarhjálp gjøgnum kjatt heldur enn í einari vanligari samrøðu?
Gerhard: Fyri mítt viðkomandi skuldi eg líka læra meg at samskifta rætt á einum kjatti, tí eg var vanur við at tosa við fólk andlit til andlits ella í telefon, men eftir eini tíð, so kendist tað lætt. Fyri aðrar prestar kann tað vera ein fyrimunur at skriva, tí kjattið loyvir tær at hugsa teg um, áðrenn tú svarar.
Steintóra: Og fyri tey, sum vit skriva saman við, er tað eisini ógvuliga ymiskt, hvørt tað er fyrimunur ella vansi at skriva saman. Tey ungu eru sera von við at skriva, og tey tilkomnu, sum ikki vóru von við tað fyrr, eru nú vorðin meira von við tað. Tað kann vera ógvuliga nógv lættari hjá fólki at seta orð á sínar kenslur í skrift enn at siga orðini, og ofta er stigið at ringja og byrja eina samrøðu um, at tú hevur tað ringt, nógv tyngri, enn tað er at skriva.
Hevur tú tørv á at kjatta við prest?
Prestur hevur góðar stundir og situr klárur við knappaborðið á salarrokt.fo týs-, miku- og hóskvøld kl. 20-23.