Nær hevði tú illgruna um, at tú hevði bróstkrabba?
Eg var 37 ár, búði í Keypmannahavn og var júst afturkomin til arbeiðis eftir at hava verið í barsli við lítla soninum, sum tá var eitt ár. Eg hevði sett hol á fleiri spennandi arbeiðsuppgávur, og eg treivst so ómetaliga væl til arbeiðis. Eg var akkurát komin aftur av eini longri arbeiðsferð í Íslandi og hugnaði mær saman við familjuni tað kvøldið. Tá kvøldið kom, og eg læt meg úr brósthaldaranum, var eg eitt lítið sindur eym um bringuna, men hugsaði ikki stórvegis um tað. Eg legði meg í songina og kom av tilvild til at leggja hondina á bróstið - og eg merkti okkurt. Eg spurdi mannin, um hann eisini føldi okkurt. Hann merkti eftir og skrykti síðani hondina aftur til sín, tí hann varð so kløkkur. Har var ein knykil. Dagin eftir ringdi eg til læknan, og ein telefonsvarari bað meg fara á heimasíðuna at bíleggja tíð. Tey høvdu nógv at gera, og fyrsta tíðin, eg fekk, var 14 dagar seinni. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, tí eg hevði nógv at gera til arbeiðis og skuldi á fleiri arbeiðsferðir júst tá. Afturkomin av ferðunum fór eg til læknan, sum eisini merkti knykilin. Hon greiddi frá, at eg fór at fáa eina innkalling frá Ríkissjúkrahúsinum til biopsi og ultraljóðskanning innan tríggjar dagar. Eg hugsaði heldur ikki so nógv um júst hetta og góðtók, at hetta var mannagongdin, sum eg mátti ígjøgnum fyri at fáa tað kannað ordiliga. Eg fekk síðani eina innkalling og skuldi til kanningar einar 10 dagar seinni.
Minnist tú løtuna, tú fekst tað staðfest?
Eg hevði fingið innkallingina og fór á Ríkissjúkrahúsið til kanningar. Fyrst skannaði ein sjúkrarøktarfrøðingur bróstini. Hon fór síðani út úr rúminum, og eg bíðaði eftir læknanum, men sjúkraøktarfrøðingurin kom inn aftur, tí hon vildi skanna vinstra bróstið umaftur. Hon fór síðani út, og læknin kom inn. Hann tók vevnað úr knyklinum og hugdi at tí. Hann helt ikki, at tað sá so vandamikið út, men at tað skuldi kannast kortini. Eg skuldi koma aftur tíggju dagar seinni eftir svari. Tað var ein lætti, tí eg fekk ikki hóming av, at støðan var hættislig. Av tí at læknin hevði orðað seg soleiðis, var bíðitíðin hesar tíggju dagarnar ikki so torfør. Tíggju dagar seinni, ein regntungan morgun, eftir at vit høvdu koyrt børnini í barnagarð, sótu vit aftur í bíðirúminum. Viðsíðuna av okkum sat eitt ungt par við einum nýføðingi. Unga mamman sat og fylti oyðiblað út og græt og græt. So kom mamma hennara við einum kufferti inn í bíðirúmið - óivað beint av flogvøllinum. Tey vóru øll so kedd og grótu so illa. Tá sló tað meg, at hendan støðan kanska var álvarsom. Eg fór síðani inn at tosa við læknan, og hann segði, at hann sá, at fyrri læknin hevði skrivað í journalina, at knykilin ikki sá vandamikil út, men tíverri var talan um krabbamein. Hóast vit sótu har í ein tíma, minnist eg ikki restina av tí, hann segði mær.
Hvørjir tankar fyltu mest hjá tær?
Vit fóru heim í oysandi regninum og høvdu eina løtu at lata tíðindini sodna. Eg visti tó, at familjan og vinirnir skjótt fóru at vilja hoyra frá mær, tí tey vistu jú øll, at eg skuldi fáa úrslitið av kanningunum. Eg útsetti tað eitt sindur, tí eg jú ikki fekk ringt og sagt, at alt var í lagi. Tað var tungt at geva boðini, og øll vóru kedd og skelkað. Hóast tað eru mong, ið fáa krabba, hugsar tú veruliga ikki, at tað fer at raka teg ella ein av tínum kæru. Bæði omma og mostir mín høvdu havt bróstkrabba, og tað var tí ikki ókent í familjuni. Av tí sama vildi eg eisini fegin vita, um talan var um genetiskan bróstkrabba hjá mær, tí tað er so øgiliga vandamikið. Tann kanningin tók tó so langa tíð, at tað svarið fekk eg langt inni í sjúkutilgongdini. Tíbetur var ikki talan um arvaligan krabba. Eg var bert 37 ár, og vit áttu tvey børn, men vit vistu ikki, um vit vildu hava fleiri børn tá. Ta avgerðina máttu vit tó taka rættiliga skjótt, tí tá tú fert undir kemoviðgerð, oyðileggjast eggini ofta, og útlitini fyri at gerast við barn minka sera nógv. Ynsktu vit fleiri børn, mátti eg undir skurð og annaðhvørt taka egg ella annan eggjastokkin. Og eg mátti koma meg eisini, áðrenn eg skuldi undir kemoviðgerðina, tí kemoviðgerðin niðurbrýtur immunverjuna. Tað var torført at taka ta avgerðina tá, tí yngri sonurin var bert eitt ára gamal, og tankin um fleiri børn var rættiliga fjarur.
Eg og Poul eru bæði úr einum systkinaflokki, ið telur trý, og tað kendist onkursvegna eisini natúrligt fyri okkum, og vit valdu tí at taka annan eggjastokkin, so vit høvdu møguleikan, skuldu vit ynskt okkum fleiri børn seinni.
Hvussu var viðgerðin og tíðin,tú vart í viðgerð?
Eg varð kunnað um, at eggini hjá mær óivað longu vóru byrjað at minka í góðsku, tí eg var 37 ár, men tá eg lá á briksini og varð skannað, fekk eg at vita, at eg hevði nógv flott og góð egg. Tá bleiv eg í veruleikanum eisini ordiliga kedd, tí eg visti, at kemoviðgerðin fór at oyðileggja tey. Eftir ta skurðviðgerðina skuldi knykilin í bróstinum skerast burtur. Eg var einamest bangin fyri, at krabbin hevði breitt seg í eitlarnar undir arminum, har tað var størstur vandi fyri spjaðing. Tá eg raknaði við aftur eftir skurðin, hoyrdi eg eina rødd, sum segði: ‘Halla, krabbin var ikki farin í eitlarnar’. So sovnaði eg aftur. Eg minnist ikki, hvør tað var, sum segði mær tað, men tað var ein stórur lætti. Hasin skurðurin tók krabban úr kroppinum, men síðani skuldi eg undir fyribyrgjandi kemo-og geislaviðgerð. Eg las nógv – ja í veruleikanum las eg alt tað, eg fann um bróstkrabba. Tað skuldi eg kanska ikki gjørt, men tað var ein máti at handfara støðuna. Tí visti eg væl, at tá krabbin ikki var farin í spjaðing, so vóru útlitini hjá mær góð. Og eg var ongantíð bangin fyri at doyggja av krabbanum. Eg visti eisini, at kemoviðgerðin fór at verða hørð. Fyrstu tríggjar viðgerðirnar vóru harðar. Eg var móð og illa fyri í fleiri dagar eftir viðgerðirnar. Men so hevði eg tað gott í nakrar vikur, áðrenn næstu viðgerð. Vanliga missir tú hárið einar 10-14 dagar eftir fyrstu kemoviðgerðina, og tí trimmaði Poul hárið hjá mær heilt stutt, nakrar dagar áðrenn vit væntaðu, at eg fór at missa tað. Vit søgdu børnunum, at mamma var sjúk og fór at missa hárið, og tí tóku vit tað burtur. Eg hevði vanliga ordiliga stutt hár, so tað kendist ikki so ógvusligt fyri meg at taka alt hárið av. Eg fekk parykk, turrikløð og húgvur, men mær dámdi als ikki at vera í parykki. Tað kendist ónatúrligt – kanska eisini tí eg var von at hava stutt hár. Av og á var eg í húgvu, men meginpartin av tíðini var eg skallut. Einaferð, eg var í barnagarðinum við børnunum, sat eg og heyk á gólvinum, tá ein lítil drongur gekk framvið og klappaði á høvdið á mær. Eg flenti, tí tað kendist so frígerand iikki at skula fjala meg ella støðuna, eg var í.
Eftir tríggjar kemoviðgerðir varð skift til eitt annað slag av kemoviðgerð, ið var harðari. Tá skuldi eg millum annað í ís-handskar fyri at minka um nervaskaðar á fingrunum. Tað var eg rættiliga bangin fyri, tí hesir handskarnir vóru 20 kuldastig, men eg kláraði tað. Tíðin eftir hesa seinnu viðgerðina var harðari, tí eg var verri fyri, hevði ilt í kroppinum og stríddist við sopp. Tá kemoviðgerðin var av, byrjaði geislaviðgerðin, ið als ikki var hørð í mun til hitt, eg hevði verið ígjøgnum. Eg súkklaði út á sjúkrahúsið og heim aftur hvønn dag til viðgerðina og varð ikki illa fyri, hóast eg var eitt sindur móð. Eftir geislaviðgerðina var eg liðug og skuldi ganga ti leftirlit hálva hvørt ár í fimm ár og síðani til mammografi, ultraljóð og samrøður á hvørjum ári.
Hvussu var reaktiónin hjá teimum, sum standa tær nær?
Eg hevði ein blogg tá, har eg skrivaði tankar og dagføringar alla tíðina. Eg eggjaði familju og vinum at lesa bloggin, so tey eisini kundu fylgja við, tí eg merkti, at hóast eg var opin um sjúkuna, so var tað ofta torført hjá øðrum at spyrja hørðu spurningarnar, tí tey ikki vistu, hvar mítt mark var. Hendan tíðin var hørð hjá okkum, men tað hevur eisini verið hart hjá teimum nærmastu. Eg hevði eina góða sjúkratrygging gjøgnum arbeiðið hjá mær, sum gjørdi tað møguligt hjá okkum at fáa foreldur ella verforeldur niður til okkara í nakrar dagar, tá eg skuldi undir kemoviðgerð. Eg haldi, at tað var ein lætti hjá teimum at sleppa at hjálpa og vera um okkum. Eg var ógvuliga ørkymlað um, at eg mátti sleppa øllum teimum spennandi uppgávunum, eg var í gongd við til arbeiðis, tá eg varð sjúk. Tíbetur hevði eg ein ógvuliga fittan og skiljandi stjóra, sum fygldi væl við í sjúkutilgongduni hjá mær og stuðlaði mær. Eg fekk eisini møguleika at avgera sjálv, hvussu nógv eg arbeiddi, og nær eg kendi meg klára at koma aftur. Eg fór aftur til arbeiðis eftir einar seks mánaðir. Tað var ein ómetaliga góð uppliving.
Nú, tá eg líti aftur á tíðina, er eyðsýnt, at tað var maður mín, ið skuldi vera tann sterki og halda okkum og øllum saman hesa tíðina, eg var sjúk. Hann hevði ikki pláss til at kenna á sær, hvussu hann hevði tað. Tá eg so varð frísk og klár til at koyra á aftur, reageraði hann. Eg haldi veruliga, at hann kundi havt tørv á sálarligari hjálp undir sjúkugongdini og eftir, at eg varð frísk. Eitt tilboð um familjuviðgerð hevði verið kærkomið í eini slíkari støðu, tí tað er veruliga hart fyri tey nærmastu, sum jú ikki hava stundir til at taka sær av sær sjálvum og síni heilsu.
Hvat var tað truplasta hesa tíðina?
Tá eg fekk bróstkrabba, hevði eg lítil børn, og hóast eg ikki var bangin fyri at doyggja, so hugsaði eg nógv um, hvussu tað var hjá teimum at hava eina sjúka mammu. Eg skumpaði tankan um álvarsemi burtur eisini, tí eg skuldi bara klára hetta, av tí at eg hevði smá børn. Dóttirin, ið tá var trý ár, var í eitt tíðarskeið glað og friðarlig á stovni, men so var hon øgiliga ill, tá hon kom heim. Hon var nýliga blivin stórasystir, umframt at mamman var blivin sjúk. Tað fylti nógv hjá mær, og eg hugsavnaði meg um tað. Eg hevði ikki nógva orku, men eg hevði tíðina til at lesa og kanna ymiskt. Eg fekk millum annað vegleiðing frá einum barnaráðgeva um hesar avbjóðingarnar eisini. Har fekk eg ymisk amboð, sum vit síðani royndu – tað gav mær eisini okkurt at takast við, sum ikki snúði seg um krabba og viðgerðir. Hetta tíðarskeiðið hugsaði eg ikki so nógv um, hvussu sjúkan kundi ávirka tilknýtið millum meg og børnini, men í dag veit eg, at eitt ára gamli sonurin misti meg onkursvegna og knýtti seg meir til pápa sín. Tað var pápin, ið hevði orkuna til at taka sær av honum, spæla við hann og vera har, tá hann rópti á hann. Eg var foreldrið, ið legði meg at sova saman við honum, tá hann fór í song, tí eg orkaði ikki meir, eftir at klokkan var blivin sjey. Tá hugsaði eg, at tað var gott, at hann hevði pápa sín, tí hann kundi vera har; men í dag merki eg, at eg enn eri eitt sindur fremmandagjørd fyri honum. Tað er tungt.
Hvat varðst tú tikin á bóli av?
Eg verði ofta spurd, um eg stúri fyri at fáa krabba aftur, og um eg eri fjálturstungin, tá eg skal til eftirlit – men eg eri ikki bangin fyri tí. Viðgerðin var liðug í 2015, og vit fluttu heim til Føroya í 2016, og eg fór til arbeiðis í Uttanríkisráðnum. Eg var ómetaliga glað fyri at koma heim aftur og at hava eitt starv at koma aftur til. Í juni mánaði sama ár var eg á eini arbeiðsferð í Finnlandi, og eg var so troytt, illa fyri og hevði ilt í bróstunum. Tá stúrdi eg fyri, at tað aftur var krabbi. Av onkrari orsøk keypti eg tó eina graviditetskanning á flogvøllinum og tók hana, tá eg var komin á hotellið. Hon var positiv! Eg trúði tí ikki, tí eg jú bert hevði ein eggjastokk og fá egg eftir, tí eg hevði verið gjøgnum kemo. Eg ringdi til fertilitetsklinikkina í Keypmannahavn, ið hevði hin eggjastokkin. Eg hevði nakrar tímar í Keypmannahavn, áðrenn eg skuldi flúgva heim aftur til Føroya, og læknin bað meg koma framvið á klinikkini tá, so skuldi hon skanna meg. So drønaði eg frá Kastrup inn á Ríkissjúkrahúsið og fekk at vita, at alt var gott. Tá eg kom heim aftur, segði eg tað fyri manninum, sum varð líka skelkaður sum eg. Tað var jú ótrúligt og ein verulig sólskinssøga, at vit tá fingu ein son, sum sjálvandi varð doyptur Treysti.
Er lívið broytt eftir krabban?
Fyri krabban livdu vit í gerandissjagginum sum smábarnafamiljur flest og stúrdu ikki um, at nakað álvarsamt kundi henda okkum. Vit løgdu framtíðarætlanir, og tað kendist sum ein sjálvfylgja, at eg fór at kunna fylgja teimum ætlanunum. So kom krabbin sum eitt teppi, ið varð skrykt undan mær, og eg noyddist at stríðast fyri at koma á føtur aftur. Eftir sjúkuna hugsaði eg meir um, at tær ætlanirnar, eg legði, als ikki eru ein sjálvfylgja. Eg havi altíð verið ein spontanur persónur, men í dag hugsi eg oftari, at eg ikki tími at bíða við ymiskum, eg havi hug til at gera, tí tú veitst ikki, hvussu lívið sær út næsta ár. Eg royni tí at gagnnýta tíðina, eg havi.
Hvørji orð hevur tú til kvinnuna, ið júst hevur fingið staðfest bróstkrabba?
Tú veitst ikki, hvussu ferðin verður, áðrenn hon er byrjað. Men tað er ofta ikki so ringt, sum tú ímyndar tær. Eg hevði tað til dømis gott tíðina millum kemoviðgerðirnar, og eg hevði eisini orku til at halda meg virkna og ikki bara liggja á sofuni, hóast eg eisini hevði tørv á tí av og á. Eg legði dent á at fara út í náttúruna, lesa, binda og fáa ymiskt annað í huga. Tað er umráðandi ikki bert at síggja støðuna sum eina katastrofu, men at viðgera hesar kenslurnar og hava umsorgan fyri teim nærmastu og støðuni, tey eru í. Tað eru so nógvar kvinnur, ið fáa bróstkrabba og skulu ígjøgnum hetta – men hetta er eisini nakað, vit aloftast megna at fara ígjøgnum.
Halla Nolsøe Poulsen er 47 ár, býr í Havn og er gift Poul Gudmundsson og mamma at trimum børnum. Hon er stjóri í NORA og forkvinna í javnstøðunevndini. Halla fekk bróstkrabba í 2014.