
Vit hava allar okkurt at læra frá hvørjari aðrari, og tað er nakað heilt serligt, tá ið kvinnur hittast og práta opið og erligt um lívið. Á redaktiónini hjá Kvinnu var borðreitt við kaffi og onkrum søtum til góman, tá hesar seks kvinnurnar - hvør úr sínum áratíggjum - komu saman til eina serstaka myndatøku og samrøðu um aldur. Summar kendust frammanundan, aðrar hittust fyri fyrstu ferð, men kortini fuku orðini tvørtur um borðið sum hugtakandi brot úr lívsins bók. Tosað varð um skiftið frá ungdómi til vaksna lívið, um broytingarnar í kroppi og sinni og um tað, sum veruliga hevur týdning, tá ið vit gerast eldri. Tað varð flent, nikkað, hugleitt og sett orð á alt frá klædnastíli til botox og sjálvsálit.
Kvinnurnar, sum tóku lut í samrøðuni, eru tær seks, ið prýða vøkru forsíðuna av nýggjastu Kvinnu: Elsa Berg, 29 ár, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Sára Jógvansdóttir, 39 ár, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, Elin í Stórustovu, 46 ár, miðlafólk, Lena L. Mohr, 56 ár, samskiftisráðgevi, Sædis Eilifsdóttir, 62 ár, lærari og Maria Olsen, 75 ár, pensjónistur
Her eru nakrir tankar, sum vórðu deildir:
Elsa: – Á sosialum miðlum síggja vit bert ein brotpart av veruleikanum. Sjálv royni eg at ansa eftir, hvørjum eg fylgi, so at tað, sum eg síggi, skapar gleði og hugvekir meg.
Sára: – Sosialu miðlarnir hava heilt vist eina ávirkan á, hvussu vit halda, at vit skulu síggja út. Tað haldi eg vera sera harmiligt – vit eru jú so ymisk og skulu vera ymisk.
Elin: – Eg skal ikki siga, at eg aldrin hevði funnið uppá at gjørt nakað sjálv, tí tað kann væl vera, at eg fari tað einaferð. Tað má tíðin vísa. Hevði tó viljað livað í einum tíðarskeiði, har tað var vakurt eldast natúrliga.
Lena: – Útsjóndin er ein so lítil partur av einum menniskja. Tað má ongantíð gerast ein hamari, sum vit sláa okkum sjálvar við.
Sædis: – Nøkur silvurlitt hár og mjúkar rukkur gera vara málningin vakrari. Tað er onki vakrari enn eitt andlit, har sálin speglast.
Maria: – Haldi ikki eg havi verið eydnusamari enn júst nú. Vit hava nógv at gleða okkum til, tá ið vit gerast eldri.
Hetta er eitt brot av einari samrøðu, ið bæði setir spurningar og gevur svar. Ein mynd av lívinum og lívsroyndum. Øll samrøðan kann lesast í nýggjastu Kvinnu, sum liggur á handilshillunum kring landið.