Ferðast í  Føroyum: Yndisstøðini hjá lesarinum
Lívsstílur
Ferðast í Føroyum: Yndisstøðini hjá lesarinum
Dalar og fjøll, vøtn og áir. Nógv eru støðini, sum eru so sera vøkur og serstøk her í okkara vakra oyggjalandi. Um tú droymir um at ferðast og vitja nýggj og ókend støð í Føroyum, so fært tú her íblástur frá okkara lesarum, sum deila teirra yndisstøð í Føroyum.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 02.07.2022

Hvannhagi í Suðuroy. Fantastiskt útsýni og friður. Ein kann ikki annað enn kobla fullkomuliga úr og bara njóta at vera í núinum í flottu náttúruni. //Jónleyg 

Við Gjógv er altíð deiligt, har havi eg nøkur av mínum bestu barnaminnum. Eg elski at koma til Gjáar, og tá vit koyra oman ímóti bygdini, gjónni og húsunum og ikki minst tá lítli Fløtti kemur undan, tá gerist eg heit um hjartað. //Sigrið 


Við Leynavatn við tráðu í hond - tað er eitt fantastiskt og friðsælt stað. //Sigrid

Trøllkonufingur - har finnur tú friðin, um tú leitar. //Maria

Fugloy! Tíđin steđgar, og tú ert í eitt viđ fantastisku nattúruna, onki stress og onki jag - Fugloy er ein óspolerað PERLA! //Maiken

Gravardalur í Klaksvík er ordiliga deiligur. Har renna tvær stórar áir, og har eru fleiri stórir hyljar við sílum, har tað ber til at svimja. Tað er lætt at koma niðan í Gravardal - portur eru frá Oyrarvegnum, og haðani eru góðar gøtur gjørdar. Útsýnið yvir Borðoyavík og inn til Klaksvíkar er frálíkt… //Sigrið

Fjørðan í Æðuvík. Vakurt, friðsælt og eisini ógvusligt og dragandi. //Jóna

Fiskieiðið í Hvalba. Hóast tað bert tekur nakrar minuttir til gongu frá bygdini, er tað sum at koma langt út í náttúruna. Fantastiskt at sita har niðri í blikalogn ein góðan summardag. Avgjørt mítt yndisstað. //Katrin

Ein gongutúrur niðri við Leitisvatn, - totalt balsam fyri sálina. Og so ein góðan temunn í termokannuna. //Selma

Eitt av mínum yndisstøðum í Føroyum er Fagridalur norðuri á Skúvoynni. Skúvoyggin er fantastisk. Har er ein friður, sum eg ikki havi upplivað áður. Ongin bilur, ongin skundur… Tað sum ger Skúvoynna so serliga, er - aftrat friðinum - tað, at har er so ómetaliga gott at ganga. Støðini eru nógv og ymisk, og túrarnir eru mestsum allir lættir, soleiðis at eisini tey, sum eru illa gongd, kunnu vera við.  Tú velur sjálv, um tú vilt ein langan túr ella stuttan. Óansæð so upplivir tú eitt ríkt djóralív,  eitt fantastiskt útsýnið og kensluna av "at vera til".  //Halda

Fámjin er tað allar flottasta staðið, eg havi sæð í Føroyum, og so er har so deiliga bygdasligur stemningur. //Sólvá

Elduvik! Tíðin steðgar ta løtuna, tú kemur har. Ein sóldag eru møguleikanir nógvir at hugna sær - gangiúrar niðan í dalin ella inn i gjónna. Oman i fjørðuna at fanga krutt og krabbar ella sigla flaka i ánni… Tá veðrið er minni gott, er tað nakað heilt serligt at sita og lurta eftir briminum. //Margretha

Í Kirkjubø er ótrúliga vakurt, og túrurin til fóts bæði uppum og rundan um fjallið kann viðmælast. Fólkið er smílandi og fyrikomandi, og so eiga tey so nógvar søguligar gimsteinar. //Nanna

Saksun. Har er so vakurt. Tað er sum í einum ævintyrfilmi. Óspilt og grønt - grøni dalurin við stóru fjøllunum og rennandi keldunum.  Tað er sum ein fjaldur gimsteinur. Og  viðhvort er møguligt at ganga allan vegin til havið. //Debora

Úti á Gjógv í Froðba. Súið av sjónum, grótviftan, ið vísir mergjaða skapanarverkið, leivdirnar av  gróthúsunum, ið siga okkum søgu føroyinganna. //Rakul

Koytini i Skopun! Har er so so lekkurt um kvøldið - bara sita og lurta eftur havinum og síggja sólina fara niður. //Margit

Mikladalur. Har eigi eg sera nógv barnaminnir. Friðsælt! Har kann mann læra seg at lurta eftir teimum ymisku fuglaljóđunum, finna reiđur uppi í haganum, fanga síl í ánni, spæla pylsuvogn við hømuligum og ymsum grøsum og blómum. Nú beri eg arvin víðari til okkara børn. Fantastiskt at liva uttan klokku í nakrar dagar. //Súsanna

Mítt yndisstað er vestursíðan av Suðuroynni. So bratt og dramatiskt. Í góðveðri sær mann alt, og tá tað er grátt hvørva tindanir ævintýrkent í skýggjunum. Har eru fuglar, holur og kópur at síggja. Elski tað! //Jónfríð

Múlavík á Eiði er ein náttúraperla, sera vakurt og vekjir nógv góð barnaminnir hjá mær. //Joan




Viðkomandi greinar