Fíggjarprei: Soleiðis sleppur tú undan at mangla pengar í januar
At mangla pengar um jólini og kanska serliga í januar, er ikki nakað, sum bara fólk við lágari løn kenna, sigur Guðrun Bogadóttir
- Fólk við lágari løn kunnu klára seg heilt væl gjøgnum jólini, meðan hálønt kunnu vísa seg at duga minni væl at halda skil á penganýtsluni. Eg haldi, tað avhongur av, hvussu tú ert sum menniskja, og hvussu skipað tú ert, sigur hon.
Guðrun er kundaráðgevi í BankNordik, og ein av hennara uppgávum er at hjálpa okkum at halda skil á okkara pengum – eisini um jólini.
- Hóast vit øll vita, at jólini eru dýr, verði eg onkuntíð kløkk av, hvussu stór nýtslan á jólum er. Tað undrar meg eisini, at nógv taka útgangsstøði í viðurskiftunum hjá øðrum. Eg meini; um tú ikki hevur ráð at keypa jólagávur fyri tíggju túsund krónur, so skalt tú ikki gera tað, bara tí systir tín kann. Vit vilja øll hava tað líka hugnaligt á jólum, og vit elska at gleða onnur. Men latið okkum bara minnast til, at um vit ætla at brúka meira enn ta vanligu mánaðarligu nýtsluna, mugu vit spara upp til tað, sigur Guðrun.
Um tú ikki hevur sett pengar til síðis gjøgnum árið, so skalt tú nú seta teg niður og fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv, tú kanst brúka á jólum. Um tað sær trongligt út, so er tað eingin skomm at biðja kundaráðgevan um hjálp, sigur Guðrun.
Tá vit tosa um jól og pengar, so kunnu vit deila tað upp í tríggjar fasur, sigur Guðrun Bogadóttir.
Fasa 1: Desember
“Tað er kanska nústani nú, at tað rakar teg, at jólini eru á veg, og tú ræðist kanska, at tey fara at kosta dýrt. Tryggja tær, at jólini verða hugnalig og gleðifull í staðin fyri full í stúranum um januar. Ger eitt yvirlit yvir, hvussu nógv, tú kanst brúka á jólum, tosa kanska við tín kundaráðgeva um jólini og hugsa alternativt, tá tað kemur til gávur, um pengarnir ikki eru so nógvir. Heimagjørdar jólagávur eru fittar, góðar fyri umhvørvið og fyri pengapungin”
Fasa 2: Januar
“Um tað er afturvendandi, at tú altíð manglar pengar í januar, so er tað veruliga nú, tú skalt byrja at seta pengar til síðis. Práta við ráðgevan um, hvussu tú kanst gera fyri, at jólini ikki aftur skulu koppa øllum tí fíggjarliga. Legg eina ætlan, set pening til viks, hygg eftir tilboðum og minst til at leggja eina matætlan henda mánaðin, so pengarnir røkka til lønin kemur, og so tú ikki noyðist at fara í enn størri trot, tí tá byrjar tað ofta at ganga galið.”
Fasa 3: Februar - November
“Hygg eftir, hvussu nógv, tú brúkar á jólum uppá gávur, mat, pynt og tiltøk og legg út frá tí eina uppsparingarætlan. Tað snýr seg bara um at vera eitt sindur framsíggin – bið gjarna ráðgevan um hjálp, um hetta ikki er tín sterka síða. Um tú keypir gávur fyri 3000,-, so set 300,- av í 10 mánaðar. Keyp onkrar jólagávur gjøgnum árið, tí tað kann av álvara lætta um í desember.”
Prei!
Á www.banknordik.fo finnur tú ein útroknara, sum tú kanst brúka til at spæla tær við tankan um at byrja at seta pengar til síðis. Tað er stuttligt og kann virka motiverandi at síggja, hvussu skjótt ein lítil upphædd kann vaksa. Ímynda tær at leggja 300,- til síðis í 10 mánaðar, so hevur tú 3000,- til næstu jól.