Mong stríðast við spenningum og pínu í nakka, akslum, ryggi, mjadnum ella knøum. Orsøkirnar eru ofta óhentar rørslur og skeivt brúk av vøddunum, og við at broyta kropsburðin og rørsluvanar ber til at loysa trupulleikarnar.
Mensendieck fimleikur styrkir vøddar og liðir, so at kropsburðurin rættast, og tú fært betri lívsgóðsku. Nú er fimleikurin eisini tøkur gjøgnum netið, so at føroyingar kring alt landið kunnu fáa ágóðan av honum. Mensendieck er fyri øll – uttan mun til aldur, kyn ella heilsustøðu – ið ynskja eina øðrvísi styrkivenjing, ið betrar tamarhaldið á vøddunum og kropsjavnvágini. Tú lærir at nýta vøddar og liðir rætt, so at tú styrkir tilvitanina um egnan kropp. Tað verður gjørt í einum tempo, sum ger, at tú fært tíð at koordinera venjingar og andadrátt. So við og við lagar tú eisini venjingarnar til gerandisdagin, so at tú við tínum dagligu rørslum heldur kroppin við líka og fyribyrgir slit og aðrar trupulleikar í beinagrind og vøddum, greiðir Malan Thomsen, mensendieck-lærari, frá.
Hví hevur tað týdning at hava rættan kropsburð?
– Við røttum kropsburði verða liðir og vøddar og aðrir strukturar í kroppinum stimbraðir og hildnir við líka, tí tá tyngir kropsvektin niður á beinagrindina og liðirnar, har sum hesi eru sterkast og tí tola beslastningin. Um kropsvektin hin vegin tyngir skeivt niður á liðirnir, kann skeivi belastningurin við tíðini føra til slit í liðum og beinagrind, eitt nú í ryggi, knøum ella fótum. Rætti kropsburðurin fyribyrgir also fylgirnar av sliti, eitt nú spenningar og pínu, discus prolapsar o. a, sigur hon.
Øll kunnu fáa betri kropsburð
– Hjá flestu okkara er okkurt at arbeiða við. Individuellu avbjóðingarnar eru ymiskar eins og kroppar eru ymiskir, tó eru summi ting, sum ganga aftur. Eitt nú pína í akslum, ryggi, knøum og mjadnum. Um ikki sjúka er uppií, er næstan altíð gjørligt at loysa trupulleikarnar við at rætta kroppin og at broyta rørslumynstur og -vanar.
– Eitt annað dømi er veikur kokubotnur. Nógv, kvinnur sum menn, eru kanska ikki tilvitað um, hvussu lætt tað í veruleikanum er at venja kokubotnsvøddarnar, so at tað slepst undan inkontinensi og øðrum trupulleikum. Ofta snýr tað seg um at læra rætta teknikkin, og at fáa vøddarnar við í gerandisrørslurnar, sigur Malan Thomsen.
Hon hevur nú á 24. ári frálæru í mensendieckfimleiki.
- Mensendiecklærara útbúgvingin, ein tvey ára fulltíðar útbúgving, ger meg føra fyri í smálutum at analysera kroppin og at síggja, júst hvørjar broytingar og venjingar skulu til fyri at rætta tann einstaka kropsburðin. Eg havi eisini gagn av mínum 20 ára royndum sum radiografur. Tilgongdin til kroppin er ein onnur, men í arbeiðinum sum radiografur krevst eisini neyvur kunnleika til kroppin, tann fríska eins og tann sjúka/skadda kroppin, fyri at kunna gera nøktandi røntgenkanningar.
Fimleikurin er vælegnaður til:
Flestu ryggtrupulleikar
Scoliosur, osteoporosu, ov beinar ella ov s-formaðar ryggar, ov rundaðar ryggar o.a.
Spenningar í nakka, akslum og ørmum.
Vit sita nógv í dagsins samfelag. Í veruleikanum alt ov nógv. Vit læra teg frægastu sitistøðurnar. Men fimleikurin hjálpir eisini væl ímóti vøddapínu, ið kemur, um tú situr ov nógv og ov leingi frammanfyri telduskíggjan.
Endurvenjing eftir skurðviðgerðir í beinagrind og liðum, men eisini til dømis eftir skurðviðgerð í bróstunum.
Barnakonufimleik, føðifyrireiking og eftirføðing.
Fimleikurin er sera væl egnaður til barnakonur, eisini sum fyribyrging ella betring av kokuloysn. Mensendieck barnakonufimleikur og føðifyrireiking gera viðgongutíðina og føðingina lættari. Í løtuni bjóða vit styttri skeið við barnakonufimleiki og eftirføðingarfimleiki. Á báðum hesum skeiðum verður stórur dentur lagdur á at fyribyrgja og/ella at bøta um deildar búkvøddar.
Barnakonufimleikurin fyribyrgir, at tú í heila tikið fært deildar búkvøddar orsakað av barnsburðinum, men hevur tú longu deildar búkvøddar, eru tær serligu mensendieck búkvøddavenjingarnar sera effektivar.
Kokubotnin
Í mensendieckfimleiki verða kokubotnsvøddarnir vandir eins nógv og allir aðrir vøddar.
Og mangt annað
Fimleikurin er góður til alt tað, sum hevur við kropsburð at gera, eitt nú rættar hann hypermobilar liðir, hann bøtir um vánaliga balansu, hann venur arbeiðsrørslur o.m.a.
Ein av teimum, ið veruliga hevur kent ágóðan av mensendieck venjingarháttinum er Thora Eyðunsdóttir Marr, sum royndi venjingarnar fyri fyrstu ferð, tá hon gekk við fyrsta barninum og hevði fingið ringa kokuloysn.
– Læknin hevði sagt, at eg skuldi hvíla og bíða, til eg átti. Tað dugdi eg als ikki, tí eg hevði heilar tríggjar mánaðir eftir av viðgongutíðini. Eg kannaði ymiskt og fann útav, at mensendieck-fimleikur kundi hjálpa. Eg fór tí til Maluna. Hon hugdi at mær og legði til merkis, eg var ógvuliga svaj-ryggjað og byrjaði at rætta meg upp við smáum venjingum, sum eg javnan og regluliga gjørdi saman við henni. Tá tríggjar vikur vóru eftir, til eg skuldi eiga, gekk eg vanligt. Tað hjálpti mær heilt ótrúliga væl. Síðani tá havi eg vant mensendieck regluliga. Annað beinið hjá mær er styttri enn hitt, og hesin venjingarhátturin hevur veruliga hjálpt at rætta kropsburðin, soleiðis, at eg ikki fái pínu av tí, sigur Thora.
Fá hjálp til at rætta kropsburðin heima
Malan er í dag einasti mensendiecklærarin í Føroyum. Eftirspurningurin at ganga til mensendieck er stórur, men torført er at víðka um virksemið, tí at tað er avmarkað, hvussu mong kunnu vera við í hvørjum venjingartíma. Brennandi ynski hennara er at fáa hesar venjingar út millum føroyingar, so vit øll kunnu fáa ágóðan av teimum. Tí er hon farin undir at víðka virksemið digitalt við millum annað at gera venjingar tøkar á heimasíðuni, so kundar kring landið, ið ikki koma til hennara at venja, eisini kunnu fáa ágóðan av fimleikinum, hon sjálv hevur vant síðani 1981.
Summar av venjingunum á heimasíðuni rætta kropsburðin beinleiðis, ímeðan aðrar stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin.
– Fimleikurin tekur atlit til einstaklingin og individuella tørvin, tí kroppar eru ymiskir. Summi hava pínu, trupulleikar ella avbjóðingar, meðan onnur ynskja at styrkja kroppin ella at fyribyrgja pínu ella skaða, sigur hon og greiðir síðani frá, hvussu hon hevur loyst hesa avbjóðingina gjøgnum venjingarnar á heimasíðuni – har hon jú ikki fær undirvíst ein-til-ein, tá ið fólk sjálvi venja heima, sigur hon.
– Men vit bjóða eisini nakrar tímar við online ´live´ vegleiðing saman við limahaldinum til tey, sum ynskja individuella ráðgeving til, hvørjar venjingar júst tey hava brúk fyri at gera.
– Internetið er ein vælegnaður miðil til mensendieck frálæru. Eg skal bara kunna síggja luttakaran fyri at analysera og rætta kropsburðin og at vegleiða viðkomandi. Mín førleiki sum mensendiecklærari er júst at síggja, hvørjar venjingar hvør einstakur kroppur hevur tørv á, og tað ber nærum eins væl til á einum skýggja sum í veruleikanum.
Fyri at fáa ágóðan av mensendieck heimavenjingunum ber til at melda seg sum lim á heimasíðu hennara www.mensendieck.fo
Har fært tú atgongd til:
- Fleiri enn 65 video venjingar, bólkaðar eftir evni.
- Seks ljóðfílur við kokubotnsvødda-venjingum frá byrjunarstøði til sterkan og vælvirkandi kokubotn.
- Ljóðfílu við avspenning av kroppinum.
- Heimafimleik á ljóðfílu hvønn dag í 15 minuttir kl. 7, kl. 10 og kl. 18. Skráin skiftir hvørja viku.
- ´Í gongd aftur´, video við 10 samanhangandi venjingum til endurvenjing eftir skurðviðgerð í bróstunum.
Allar venjingar á síðuni hava føroyska talu og føroyskar vegleiðingar.
Vilt tú vita meira?
Skriva til malanthomsen@mensendieck.fo ella ring 515755