Føroyingar eru opnir fyri alternativari og holistiskari viðgerð
Lívsstílur
Føroyingar eru opnir fyri alternativari og holistiskari viðgerð
– Tað er ongantíð skeivt at ansa eftir sær sjálvari og at lata upp fyri kærleikanum, sum tú gert við Qigong, sigur Kirstin Ellingsgaard, sum sjálv upplivdi, at kinesiska heildarhugsanin hjálpti henni, tá hon í longri tíðarskeið var ógvuliga strongd.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Erla Rajani Ziskasen 22.03.2024

Fyri fleiri árum síðan, kom 59 ára gamla Kirstin Ellingsgaard framá eina grein í  danska fakblaðnum 'Sygeplejersken', har tveir sjúkrarøktarfrøðingar høvdu nýtt Qigong í eini roynd at arbeiða fyribyrgjandi við eldri fólki.

Hetta kveikti hennara áhuga, hóast hon einki visti um Qigong tá, og tá hon seinni sjálv varð hart rakt av strongd og lá heima í songini, fór hon at hyggja nærri at júst Qigong, og hvussu Qigong kundi hjálpa upp á strongd. Hon valdi so at taka stigið og nema sær útbúgving sum Qigong lærari á Qigong Academy í Odense.

Í dag undirvísir hon í kinesisku heildarhugsanini, sum eisini hjálpti henni, tá hon sjálv var um at drukna í strongd, eftir at hon misti mannin til krabba í 2006.

–Qigong hjálpti mær spakuliga úr strongdini, sigur 59 ára gamla Kirstin Ellingsgaard.

– Hetta er eitt slag av heilsufimleiki, ið er fleiri túsund ára gamal og kann samanberast við til dømis joga, tí tá tú gert Qigong, endurtekur tú nakrar rørslur, mediterar, strekkir út og styrkir kropstilvitanina. Qigong-løturnar skapa innara frið og kensluna av at vera í javnvág. Læran um Qigong er úr Kina og ein týðandi partur í læruni um kinesiskan heilivág, ið annars eisini gagnnýtir heilivág úr urtum eins og akupunktur, greiðir Kirstin frá.

Eysturlendsk hugsan í Føroyum
– Samanumtikið eru føroyingar opnir fyri alternativari og holistiskari viðgerð og hugsanum. Tað liggur í okkum og okkara mentan, heldur Kirstin.


– Tað eru ógvuliga nógv ymisk menniskju við ymiskum hugsanum og grundleggjandi virðum og trúgv, sum íðka Qigong. Tað er ongantíð skeivt at ansa eftir sær sjálvari og at lata upp fyri kærleikanum, sum tú gert við Qigong, sigur hon umhugsin.

Kirstin greiðir frá, at tá tú arbeiðir sum ergoterapeutur, kemur tú tætt menniskjum og mást vera opin fyri tí, sum er og tí, sum hesi menniskjuni uppliva, tí tað liggur í tístarvinum at rúma tí, sum fólk hava, tá tú møtir teimum.

– Samanumtikið eru føroyingar opnir fyri alternativari og holistiskari viðgerð og hugsanum. Tað eru ógvuliga nógv ymisk menniskju við ymiskum hugsanum og grundleggjandivirðum og trúgv, sum íðka Qigong. Tað er ongantíð skeivt at ansa eftir sær sjálvari og at lata upp fyri kærleikanum, sum tú gert við Qigong, sigur hon umhugsin.

Um Kirstin
Hon er útlærd ergoterapoutur, Qigong-venjari og so eigur og rekur hon einstaklingsvirkið Sansa.

Tú kanst lesa longri samrøðu við Kirstin um sorg, meditatión og Qigong í Kvinnu 1, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. 




Viðkomandi greinar