
Um morgunin...
Dámar mær væl at hava góða tíð. Eg fari tí upp hálvanannan tíma, áðrenn eg skal møta til arbeiðis. Fyrst fari eg undir brúsuna, og so fái eg mær ein góðan morgunmat. Ofta eti eg havragrýn við ymiskum í, so sum sólblómukjarnur, rosinur, mandlur og eitt sindur av hunangi. Eg taki mær altíð tíð til at leggja eina lætta sminku og orðna hárið. Vit eiga smábørn, og tey skulu eisini gerast klár. Eg geri altíð klæðir og taskur hjá børnunum klár kvøldið fyri, men matpakkar smyrja vit um morgunin.
Hárið plagi eg...
At vaska 3. til 4. hvønn dag. Í løtuni brúki eg vørur frá merkinum Angel. Eg skifti ímillum sjampo til turt hár, fínt hár og silvursjampo. Mær dámar væl at geva hárinum eyka vætu, og tá nýti eg kur ella balsam. Hetta geri eg til hvørt hárvask. Umleið einaferð um mánaðin fær hárið ein super lekkran glanskur, sum gevur glans, verju og uppbyggir hárið. Tá hárið er vaskað og turkað, slætti ella krúlli eg tað. Fyrsta dagin havi eg tað ofta leyst, og so fer tað upp í ein rokaligan topp við scrunchie. Finish-vørur, ið eg brúki, eru hársprey, dust sprey og olja í spíssarnar.
Gerandissminka...
Gerandisdagar leggi eg altíð eina lætta sminku við einum lagi av primara fyri at fáa sminkuna at halda longur og síðani foundation. Eg havi nýliga keypt eitt nýtt foundation frá Lancôme, sum eg eri sera glað fyri. Mær dámar væl at enda við eitt sindur av ljósum puturi og blush. Fyri at brýrnar skulu síggja penar út, liti og nippi eg tær av og á. Vippurnar boyggi eg við einum vippuboyggjara, og síðani brúki eg maskara frá Mii, sum eitur FeatureLength, ið gevur fyllu og longd. Hon drússar ikki og varðveitir tær deiliga bleytar. Til seinast smyrji eg mær varrastift, og tað veldst um lagið. Viðhvørt velji eg eina natúrliga reyða og aðrar tíðir pink. Til veistluhøvi plagi eg at leggja smokie eyes við onkrum frískum litum ella okkurt meira myrkt og eina meira festliga ella dimma varrastift.
Húðina røkti eg...
Eg haldi, at tað er umráðandi at drekka nógv vatn. Í løtuni nýti eg serumið Stram op og eitt fantastiskt eygnakrem av merkinum Tolure Eyeshine. Eitt gott vætuveitandi dagkrem av merkinum Decubal basic. Einaferð um vikuna nýti eg skrubbikrem og eina andlitsmasku av og á. Eg plagi eisini at smyrja kroppin regluliga við kremi.
Heilsa...
Eg eti ein fjølbroyttan og góðan kost og taki Longo Vital vitaminir. Fyri meg er tað sera umráðandi at fáa nokk av svøvni og at ganga ein túr hvønn dag. Í seinastuni havi eg havt eitt ur, og eg royni at ganga 12.000 fet um dagin. Tað gevur mær orku. Um veturin plagi eg at taka Kräuterblut, sum eg havi verið glað fyri. Tað gevur mær eisini gleði og ró at fáast við tónleik, at vera saman við góðum fólki og at syngja
Hetta fái eg ikki verið fyri uttan...
Varrastift og hondkrem. Í løtuni nýti eg eina varrastift av merkinum Bodyografi, sum eitur Maple Sugar og lipglossið Moonliit Mauve.
Eg viðmæli...
Um eg ynski mær ein farra av summari, lati eg eini tvey pump av sjálvbrúnara av merkinum Rudolph Care í dagkremið. Hetta kann nýtast bæði til andlit og kropp og gevur eitt vakurt dæmi.
UM ASTU
Asta Højgaard er 38 ár, býr í Klaksvík og starvast sum hárfríðkanarkvinna. Hon er gift Rana F. Rasmussen, og tey eiga børnini Lilju og Hanus.
Greinin varð prenta í Kvinnu í 2021.