Gev húðini summarligt glóð
Lívsstílur
Gev húðini summarligt glóð
5 góð ráð til summarligt glóð í andlitinum, sum ikki taka meiri enn eina lítla løtu hvørt kvøld
Eftir: Kvinnu 01.05.2024

Her eru fimm góð ráð til at fáa eina betri glóð í andlitinum – set eina lítla løtu av hvørt kvøld til hetta.

Vaska
Vaska smyrls og sveitta frá dagsins strevi av við tínum yndis reinsikremi.

Skrubba
Skrubba andlitið fyrsta og triðja dagin (endiliga ikki hvønn dag). Nýt antin brúktkaffigrums ella títt yndis skrubbikrem.

Smyr
Smyr alt andlitið inn í olju. Brúka antin eina góða mandluolju, jojobaolju ella tínayndis andlitsolju.

Massera
Stimbra blóðrenslið við massasju fyri at fáa eyka glóð í andlitið. Hetta er týdningarmesta stigið, um tú vilt síggja ein mun, so nýt 5-10 minuttir her.
Byrja við fimm longum, góðum andadráttum. Anda heilt niður í búkin. Massera síðan øsbeinini fyri at stimbra lymfyrnar. Massera alt andlitið við smáum sirklum. Hugsa serliga um pannuna, eyguni, kring munnin og kjálkabeinini. Halt fram til húðin hevur fingið ein reydligan dám, men yvir stimbra endiliga ikki húðina.

Sjálvbrúnara
Enda við at vaska oljuna av andlitinum og smyr ein mildan sjálvbrúnara á andlitið, um tú brúkar sjálvbrúnara. Hetta er heldur ikki neyðugt at gera hvønn dag, men heldur eftir tørvi.