Góð ráð frá Barnabata: Ein broyttur gerandisdagur..
Nú skúlaverkið letur aftur næstu tvær vikurnar og heitt verður á fólk um at verða heima í tvær vikur, um møguleiki er fyri smittu við covid-19, vilja vit fegin bera víðari nøkur góð ráð:
1. Minnist til at vit fremja eina týdningarmikla samfelagsuppgávu
Við at fylgja tilmælunum hjálpa vit bæði okkum sjálvum og øðrum. Vit minka um møguleikan fyri, at bæði vit og onnur verða sjúk og vísa harvið eina samfelagsábyrgd.
2. Ver virkin og fá tær góðar vanar
Virksemi, vanar og og strukturur kunnu vera við til at geva okkum tryggleika í eini støðu, sum annars er merkt av ótryggleika. Hetta kann eisini mótvirka hjálparsloysi og gera tað lættari hjá okkum. Reglusemi, stuttligt virksemi, frísk luft, kropslig venjing og sunnur matur kann hjálpa okkum í einum broyttum gerandisdegi.
3. Sosialt samband er týdningarmikið
Stay in touch við familju, vinir og onnur – gjøgnum telefon ella sosialar miðlar. Summi okkara hava lyndi til at gloyma hetta, og tá kann tað vera skilagott at seta tað tilvitað á skrá fyri dagin
4. Tak ræði á tínum stúranum
Tað er heilt vanligt at hava stúranir, tá ein alheimsfarsótt gongur. Um slíkar stúranir fáa ov nógv ræði á okkara tíð og virksemi, eru nøkur góð amboð. Til dømis kunnu vit royna at leiða burtur okkara tankar á ymsan hátt: hyggja at eini góðari raðsending ella filmi, spæla okkurt stuttligt spæl, lesa eina góða bók ella venja. Eitt gott hugskot er eisini at seta sær stúrunartíð av, einar 10 til 20 minuttir nakrar ferð um dagin, og so siga við seg sjálva: ”góðan dag, stúran Hetta er skal eg hugsa um í míni stúrunartíð.
5. Nóg mikið at dagføra seg nakrar ferð um dagin
Vit vita, at dagføra vit okkum ov títt í fjølmiðlunum í serliga ótryggum ella kreppustøðum, kann hetta hava eina neiliga ávirkan á okkum. Tí kann tað vera skilagott at avmarka fjølmiðladagførðing, soleiðis at vit eisini geva okkum far um onnur av lívsins viðurskiftum.