Toftir
Á Toftum eru spælipláss og uttandura fitnessøkið á Svangaskarði avgjørt verd at vitja. Og eru tit til bóltspæl, so tak bóltin undir armin, tí her er góðar umstøður til spæl á fótbóltsvøllinum. Á spæliplássinum eru aktivietssentur, reiggjur, karrusel og trampolinir. Og eisini er ein reiggja til børn og ung við menningartarni. Frá Svangaskarði kunnu tit ganga eftir einari gøtu oman til Toftavatn, sum er ein sonn náttúruperla – her fer lættliga ein heilur dagur.
Hvannasund
Við býráðshúsið í Hvannasundi er stórt, nýtt spælipláss, sum leggur upp til rørslu og spæl, bæði hjá teimum smáu og teimum størru børnunum. Girðing er um økið við bleyta undirlagnum, sum er gott fyri tey, ið vitja við heilt smáum børnum. Her fáa børnini motoriskar avbjóðingar í fleiri tímar í stórum torni, har tey kunnu klintra og russja. Eisini kunnu tey reiggja, danda ella hoppa í trampolinum. Vilja børnini heldur sparka, gakk so ein túr til sparkivøllin, sum er omanfyri vøkru kirkjuna í bygdini.
Klaksvík
Í gamla býlinginum á Norðoyri í Klaksvík er eitt fitt lítið spælipláss við einum aktivitets-sjórænaraskipi, stabbum, trampolin og danditræi. Hetta spæliplássið er beint við sjóvarmálan, og stórbæra náttúruumhvørvið setur ein heilt serligan dám á økið við sjóvarstrond, malargróti og aldututli. Ert tú í Klaksvík við børnunum, vitja so eisini endurnýggjaða spæliplássið í Kráargøtu. Har er bleytt undirlag, aktivitetssentur, karrusel, trampolinir, ein stór reiggja og gott pláss til at renna og spæla frítt. Eisini eru borð og benkur at seta seg á at eygleiða børnini ella njóta matpakkan.
Tvøroyri
Í hjartanum av Tvøroyri finnur tú spæliplássið, sum hevur serstakliga veðurgóða staðseting, har er nógv ymiskt at spæla sær við – og bæði smáu og størru børnini kunnu hugna sær leingi. Trampolinir, stórar og smáar reiggjur, rennistrongur, aktivitetstorn til smáu og størru børnini, og góðar umstøður hjá teimum vaksnu at njóta ein kopp av kaffi úr termokannuni. Tá tit eru á Tvøroyri, mugu tit eisini ganga ein túr fram við tutlandi Stórá í Trongisvági og inn í viðarlundina ella “Plantasjuna”, ið tvørafólk nevna hana. Har kunnu børnini vassa ella spæla krógva og blunda. Í viðarlundini er eitt grillstað, sum allir gestir kunnu brúka frítt.
Fuglafjørður
Klintra, hanga, renna, russja, danda, reiggja ... í Fuglafirði fær spælið og motoriska menningin bestu umstøður á lætt atkomuliga spæliplássinum við skúlan. Tak bóltin við, tí hinumegin vegin er fótbóltsvøllurin og barnagarðurin, har spælipláss eisini er. Við eystara enda av vøllinum rennur Skarðsá, har ein gamal svimjihylur er við vatni í. Ein havfrúgv svimur á botninum, og stoypt relief hjá Frits Johannesen eru sett í veggin rundanum. Her hava ofta ligið tunnubátar, so tað bar til at damla eitt sindur í hylinum. Tá vaksin og børn treingja til eina róligari løtu, ber til at leggja leiðina fram við hugnaligu og veðurgóðu Miðstaðarlundini, har tit kunnu njóta nærveruna í heingikoyggjunum, sum hanga í trøunum. Har er eisini ein lítil útikafé við kaffi, kramarísi og øðrum, sum er opin, tá veðrið er til vildar.
Runavík
Í kommununi eru fleiri vitjanarverd støð at steðga á við saman við børnunum – bæði vøkur náttúruøki og nýggj og eldri spælipláss. Byrja túrin í Rituvík. Har er nýtt, stórt spælipláss við sparkivølli, ið verður væl vitjað og dagført javnan.
Koyra tit víðari til Søldarfjarðar, finna tit eitt sjarmerandi, rustikt og litríkt 40 ára gamalt spælipláss. Kring økið er ein lítil viðarlund og hugnaligar rásir, har børnini kunnu fara á rannsóknarferð.
Er hugurin hinvegin til eitt náttúruspælipláss, er økið rundan um Prestá á Skála eitt vakurt fríøkið, har tað er upplagt at njóta ein róligan gongutúr fram við ánni og hyggja at leivdunum av gamla býlinginum, meðan børnini vassa og hugna sær í hylinum á flakum.
Hov
Er ein túrur til Suðuroyar á skrá í summar, so set eina góða løtu av til at vitja í Hovi. Hugnaliga bygdin, sum hevur ríka søgu, eigur eisini eitt gott spælipláss við øllum hugsandi aktivitetum og bleytum gummiundirlagi, so børnini trygt kunnu rokast í tímavís. Hov er víkingabygd, og í løtuni er spennandi verkætlan í bygdini, har eitt víkingaskip skal byggjast. Minst eisini til at taka tráðuna við, har er ein fínur bátahylur – og kanska tit eru so heppin at fáa ein laks.
Tórshavn
Í miðbýnum í Havn er Grasagarður – allarhelst Føroya størsta spælipláss. Serliga er tað stóra aktivitetsborgin í ovara parti av garðinum, sum dregur nógv børn til sín, men har eru eisini snurritoppur, reiggjur og ymiskt annað til stuttleika. Minst til ein kopp av kaffi, har er so hugnaligt og nokk av beinkjum at njóta løtuna á. Legg eisini leiðina framvið nýggja náttúruspæliplássinum í Gundadali, har smáu føturnir kunnu fáa sand millum bibburnar. Spæliplássið er hugsað sum ein natúrligur partur av vøkru náttúruni í Gundadali, so umframt russjibana, reiggju og tunnil, eru klintrigrót og grashøvdir at spæla sær á.