Hansa misti 15 kilo við hjálp frá Wegovy
Lívsstílur
Hansa misti 15 kilo við hjálp frá Wegovy
– Eg haldi, at tað eru mong, sum halda, at tjúkk fólk eru dovin. Tað veit eg, at eg ikki eri, men eg rokni við, at tað enn er eitt sindur flovisligt at viga ov nógv, og at tað møguliga er enn meiri flovisligt at hava brúk fyri hjálp so sum Wegovy, Gastric Bypass ella okkurt annað
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Klara Jacobesen 27.03.2025

– Wegovy var ikki mítt fyrsta val, tað var mítt síðsta val. Eg valdi heilivágin, eftir at eg hevði viðgingið fyri mær sjálvari fyrst og fremst, at eg veruliga ikki kláraði at lætna.

 

Soleiðis greiðir 49 ára gamla Hansa Glerfoss frá, sum í 14 mánaðir tók slanki-heilivágin Wegovy fyri at lætna.

 

– Eg var djúpt ólukkulig. Tað var ræðuligt. Eg orkaði illa vanlig ting, so sum at keypa inn ella ganga trappurnar. Avgerðin var heilsugrundað, tí kroppurin kendist, sum var eg longu 80, og eg vildi hava lívið aftur, sigur hon síðan. 

 

Fyri Hansu Glerfoss vóru orsøkirnar til, at hon valdi at royna Wegovy, ymsar. Hon greiðir frá, at hon hevur stríðst við vektini mesta av vaksna lívinum, og hóast hon lýsir seg sjálva sum støðufasta og áhaldna, so eru tað støðurnar, tá lívið gerst hart, sum gera, at hon oftast tekur uppá. Tað hevur merkt, at hon fleiri ferðir fyrr er afturfarin nógv kilo, men hvørja ferð hevur hon tikið alt - og eitt sindur aftrat - uppá aftur. Ein sokallað yo-yo-vekt. 

 

Í januar 2016, tá maður Hansu stríddist við álvarsliga sjúku, legði hon sigarettirnar á hillina. Tey royktu bæði og løgdu av samstundis - og tað var eisini tá, at vektin veruliga gjørdist ein trupulleiki, greiðir Hansa frá.

 

– Eg havi altíð verið virkin og orkað heilt fantastiska væl at borið mína vekt, hóast eg havi verið stór. Ofta havi eg fingið at vita, at fólk eru ovfarin av, at eg orki so mikið væl at ganga, svimja og røra meg. Tað, sum tey tó ikki hava vitað, er, at tá eg eri heimkomin, havi eg sett meg niður á sofuna at eta, tí tá havi eg verið útlúgvað, greiðir hon frá.

 

Tá ið lívið rakar, missir tú takið viðhvørt, og tað gjørdi eg eisini, og eg fór at taka uppá aftur

– Eg spurdi ein lækna, eg kenni, um nøkur hjálp var til mín, og eg spurdi av forvitni um heilivágin Wegovy. Hann var ógvuliga realistiskur, og eg skilti, at jú, heilivágurin kundi hjálpa mær, men hann er ikki ein gandastavur, sum kundi ganda vektina av mær, greiðir Hansa frá.

 

 

Tá hon hevði tosað við læknan, avgjørdi hon, at hon vildi royna at koma niður í vekt sjálv - uttan hjálp frá Wegovy. Tað eydnaðist. Hon spenti seg ordiliga út við rørslu og sunnum mati, og hon misti tá 12 kilo.

 

– Eg hevði avgjørt, at hesa ferð skuldi tað verða øðrvísi. Eg var eisini blivin omma og hevði fingið tríggjar deiligar ommusynir, og tá gjørdi eg upp við meg sjálva, tí eg vildi vera ein omma, sum orkaði at spæla við ommubørnini.

 

Hóast tað gekk væl við heilsuætlanunum hjá Hansu, so rakti lívið hana hart aftur tá, tí maðurin bleiv álvarsliga sjúkur aftur av krabbameini.

 

–Tá ið lívið rakar, missir tú takið viðhvørt, og tað gjørdi eg eisini, og eg fór at taka uppá aftur, sigur hon og leggur aftrat, at tað at síggja sjúku raka so álvarsliga, at alt verður sett skák og mát, ger, at tú veruliga vilt lívið og fert at hugsa um, hvussu dýrabar tann góða heilsan er.



Byrjar Wegovy
Í januar 2023 byrjaði Hansa at sproyta seg við Wegovy.

 

– Eg byrjaði við eini lítlum skamti. Eg fekk als ikki ilt, men eg hevði eitt sindur av vamli, og tí troystaði eg mær ikki at eta. Eg var glað fyri, at hetta riggaði, at vamlið fór í bakgrundina. Eg tapti ikki so nógv hesa tíðina, so eg fekk hægri skamt, og tá byrjaði tað at hjálpa.

 

Tá Hansa verður spurd, sigur hon, at hon ikki hugsaði nógv um, hvørt heilivágurin kundi verða vandamikil fyri langtíðar heilsuna. Tí tað, sum var allarmest umráðandi fyri hana, var at fáa hjálpina til at missa vektina, so hon kundi liva og njóta lívið.

 

– Hóast Wegovy hjálpti, so hjálpti tað tó ikki nóg væl, og orsøkin til tað er óivað, at mær dámar ov væl at hugna mær, og at eg ofta havi valt skundverðar og skjótar loysnir, tí eg ferðist nógv aftur-og-fram millum Skopun, har eg búgvi, og Haraldssund, har eg arbeiði og eri gerandisdagar, og tí havi eg ikki altíð stundir til at gera mat frá botni av.

 

– Eg misti 15 kilo í eitt gott ár við hjálp frá Wegovy, áðrenn vektin fór at standa í stað. Tað var eitt sindur skuffandi fyri meg, tí eg havi jú sæð, hvussu væl tað hevur hjálpt hjá øðrum, sigur hon og leggur aftrat, at tað hevur verið ógvuliga kostnaðarmikið at tikið hendan klænkiheilivágin. Ja, tá skamturin hevur verið hægstur, hevur tað kostað henni 2400 krónur um mánaðin.

 

Tað er tabu at taka Wegovy
Spurd, hví hon heldur, at tað framhaldandi er tabu at tosa um hendan heilivágin, sigur Hansa, at hon ofta hevur verið fyri fordómum, tí hon hevur vigað ov nógv.

 

– Eg haldi, at tað eru mong, sum halda, at tjúkk fólk eru dovin. Tað veit eg, at eg ikki eri, men eg rokni við, at tað enn er eitt sindur flovisligt at viga ov nógv, og at tað møguliga er enn meiri flovisligt at hava brúk fyri hjálp so sum Wegovy, Gastric Bypass ella okkurt annað.

 

– Eg haldi tó, at kostnaðurin av Wegovy hevur verið høvuðsorsøkin til, at eg ikki havi fortalt nøkrum, at eg havi tikið heilivágin. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at tað er tabu at tosa um. Hinvegin, so rakar tað jú ongan, hvat eg brúki mínar pengar uppá. Tað, sum tó var ringast fyri meg, var, at eg ikki var erlig, tá fólk spurdu, hvussu eg hevði gjørt fyri at missa vektina. Fyri at kunna hyggja meg sjálva í eyguni, svaraði eg bara, at eg át minni og rørdi meg meiri. Tað var ikki lygn, hóast tað ikki var allur sannleikin.

 

Av tí at heilivágurin var kostnaðarmikil, og Wegovy ikki hjálpti eins væl, og hon hevði vónað, dugdi hon at síggja, at hon mátti gera nakrar aðrar lívsstílsbroytingar eisini. 

 

 

 
Tað er í lagi at leita sær hjálp
Hansa, ið er útlærd og starvast sum lærari, er ikki bangin fyri at taka mistu kiloini uppá aftur, nú hon er steðgað við heilivágnum.

 

Sum samfelag himprast vit ikki við at hjálpa fólki, sum hava rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar, men yvirvekt er eisini ein vaksandi samfelagstrupulleiki

 

– Av tí at eg havi verið so sjálvstilvitað, havi eg megnað at farið fýra kilo aftur, síðan eg steðgaði við Wegovy. Nú føli eg veruliga, at eg havi tað betri í kroppinum, og eg orki betur gerandisdagin, sigur hon.

 

Hansa heldur, at trupulleikin við yvirvekt í Føroyum er so stórur, at tørvur er á, at Fólkaheilsustýrið átti at komið við átøkum og hjálp.

 

– Sum samfelag himprast vit ikki við at hjálpa fólki, sum hava rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar, men yvirvekt er eisini ein vaksandi samfelagstrupulleiki, sigur hon.

 

– Eitt eru anonymir alkoholikarar, men kanska vit eisini kundu havt anonymar gajolikarar, leggur hon so aftrat og flennir.

 

– Eg vóni, at onnur, sum stríðast við ov nógv kilo á kroppinum, eisini leita sær hjálp. Um tað so er við heilivági, terapi ella sjálvhjálparbólki, at tey verða hjálpt, ger tað sama. Tað er í lagi at leita sær hjálp, sigur hon til endans. 


Hendan greinin er ein stytt útgáva av longri grein úr Kvinnu 4, 2024